Jóannes Eidesgaard er ikki fegin um mína grein um vandan av at seta krakkaveldið fram um borgaran. Hann brúkar millum annað orðið bakbit.
Eg dugi ikki at skilja, hvussu ein almennur kritikkur av almennari toppstýring skal kunna verða eitt bakbit á formannin í einum flokki, sum eigur at seta sum fremsta mál at byggja upp skipanir, sum byggja á álit og málstýring, heldur enn misálit og kontroll. Munurin á hesum báðum skipanum er ein spurningur um menniskjaáskoðan.
Eidesgaard eigur at verða errin av, at ALS riggar fínt uttan toppstýring.
Eg vil fyrst og fremst rósa formanninum í Javnaðarflokkinum fyri hansara arbeiði, tá ALS var stovnsett. Tað var eitt megnararbeiði. Tað er eisini gott at hoyra, at hann framvegis ikki vil koyra ALS á fíggjarlógina, hóast krakkaveldið roynir at trýsta við heimagjørdum yvirtulkingum av stýrisskipanarlógini.
Eg vil minna Jóannes Eidesgaard á, at ALS bleiv skipað, tá krakkaveldið var ein viðfáningur av tí, tað er í dag. Hóast hetta - ella kanska júst tí - kom eitt skilagott úrslit burturúr.
Tað var tí, at man politiskt visti, hvat úrslitið skuldi vera, og so roknaði man aftureftir burtur úr tí, fyri at sláa fast, hvussu skipanin og umsitingin av ALS skuldi síggja út.
Í dag ger krakkaveldið fyrst lógina og skipar toppin, og so roknar man út, hvat dryppar til Palliba í hinum endanum
Færri og færri lógir koma í tingið í dag, sum hava uppruna í politiskum ideologium. Meginparturin hevur sín uppruna í krakkaveldinum, sum brúkar Løgtingið sum ekspeditiónskontór.
Politikarnir fara í tingið við einum lógaruppskoti, sum krakkaveldið ger, og so byrjar man í toppinum, og brúkar síðani ár til at fáa skipaninar í neðra kroystar til, sum krakkaveldið tulkar tær, og so fær man at síggja, hvat vælferð Palliba merkir í hinum endanum.
Tað átti at verið beint øvugt. Man eigur politiskt altíð at hugsa fyrst um úrslitið, sum borgarin skal merkja, og so kann ein fara at hugsa um, hvussu lóggávan og umsitingin skal síggja út fyri at røkka úrslitinum á smidligasta og effektivasta hátt.
Nýggja játtanarlógin samtykt, áðrenn man hevur nakra loysn fyri hvussu hon skal uppfyllast?
Eitt dømi um øvugtan framferðarhátt er nýggja játtanarlógin. Vit kundu í farnu viku lesa, at implementeringin av nýggju játtanarlógini ikki er komin á mál, og at Fíggjarmálaráðið skuldi taka spurningin upp við Fíggjarnevndina um, hvussu Húsalánsgrunnurin skal takast við í fíggjarlógina. Fíggjarmálaráðharrin er sjálvur endurgivin fyri at siga, at ein loysn má finnast, so stovnar og grunnar uttan fyri fíggjarlógina koma at fylgja nýggju játtanarlógini.
Her sær út sum, at man hevur samtykt lógina fyrst, uttan at hava fulla greiðu á, hvussu hon kemur at ávirka stovnar og grunnar. Hví varð henda lóg ikki tveitt aftur í høvdið á umsitingini og arbeiðsbólkinum við fyrrverandi amtmanninum í Århus Peter Christensen á odda við boðum um, at einki skal oman í Tingið, uttan so at úrslit og endamál við lógini er púra greitt?
Fíggjarmálaráðið eigur ikki at fortelja borgarnum, hvussu væl alt riggar í almennu Føroyum – tað er borgarin, sum eigur at fortelja, hvussu hann heldur tað riggar.
Fíggjarmálaráðharrin dikterar fyri borgarnum, at viðurskiftini eru munandi betri enn tey nakrantíð hava verið, og fólk hava meiri álit á skipanina nú. Tað valdast helst, um man sær skipanina úr neðra ella úr erva. Omanfyristandandi dømi er tekin um tað øvugta.
Tað er annars ikki uppgávan hjá einum fíggjarmálaráðharra og einum fíggjarmálaráði at fortelja fólkinum, hvussu væl skipanin hjá teimum riggar. Tað er fólkið, sum skal fortelja fíggjarmálaráðharranum og fíggjarmálaráðnum, hvussu skipanin riggar – ella ikki.
Rennir Fíggjarmálaráðharrin undan sínu egnu undirskrift?
Fyri at koma aftur til málið um Rituna, sum eg brúkti sum dømi um eina almenna skipan sum ikki riggar, so mátti Fíggjarmálaráðið sambært fíggjarmálaráðharranum biða Vinnumálaráðið biða Strandferðsluna fara í holt við at lappa eitt hol, sum kostar 1/125 part av játtanini hjá Strandferðsluni. Um fíggjarmálaráðharrin ikki dugir at síggja, at hatta rýkur av toppstýring og almennum initiativloysi, so mátti formaður Javnaðarfloksins dugað at sæð tað.
Fíggjarmálaráðharrin setti sjálvur sína undirskrift á eitt rundskriv 31. januar, har sagt verður, at umbønir um eykajáttan, har atgerð longu er framd fyri at fremja endamálið við eykajáttanini, verða sum meginregla ikki eftirlíkaðar.
Um ein stovnur ger nakað uttan at spyrja krakkaveldið eftir, so kann hann ikki rokna við at fáa pening. Stovnsleiðarar fáa einki mandat og onga diskretión til at gera nakað, hóast teir í dag eru betri útbúnir við betri stýringsamboðum enn nakrantíð fyrr.
Vit hava almennar stjórar, sum hava hundrað fólk í arbeiði við rakstrarjáttanum upp á yvir 100 milliónir, men sum mugu fara til Gjaldstovuna at spyrja um loyvi til hvørt visakort.
Ein skipan sum fer við vaksnum fólki - og nú eisini kommununum - sum børn, fær úrslit hareftir.
Gott gamalt føroyskt prinsipp at spara upp til eitt endamál
Hóast tað er margháttligt, at man skal blíva við at argumentera við at samanbera við eina tíð sum skjótt liggur 30 ár afturi í tíðini, so hevur Jóannes Eidesgaard rætt í, at nógv skeivt var gjørt í 80’unum, men hann eigur eisini at minnast til, at tað hóast alt vóru nøkur ting í 80’unum, sum rigga betur enn í dag.
Eitt sum riggaði væl, tá tað var brúkt við máta, var grunnarnir, har man spardi upp í ein grunn til eitt endamál, og so brúkti pengar til endamálið, tá nóg mikið var komið í grunnin. Hesir grunnar vóru væl umsitnir av Gjaldstovuni í sínari tíð, og tað kann so bara vera lættari í dag við teimum amboðum, ið eru til taks.
At gera ein almennan grunn til eitt endamál, og so spara upp í hann, til nóg nógvur peningur er í honum til at røkka endamálinum, er eitt gott gamalt føroyskt prinsipp, og tað koyrir so einki land á heysin. Um tað ikki ber til við dagsins skipan, so mugu politikarar broyta skipanina.
Álit og ábyrgd má niður í skipanina, meðan toppurin má niðurlagast
Valið stendur ikki millum núverandi toppstýring og kaos, ella millum 100 grunnar og ongan grunn, hóast tað er soleiðis, Fíggjarmálaráðharrin og verjar hjá Finn Norman Christensen bygnaðinum seta tað upp. Stýringsamboðini í dag eru so óendaliga nógv betur, enn tey vóru fyri 30 árum síðani.
Míni ráð til Jóannes Eidesgaard eru, at hann fer ein túr runt til almennar stovnar uttan barnagentur úr Fíggjarmálaráðnum ella Gjaldstovuni, og spyr, hvat tey halda um skipanina og mannagongdirnar.
Harnæst skal hann fara til sínar veljarar og spyrja, hvussu teir halda, at almennu Føroyar rigga í dag. So kanska hann hoyrir okkurt annað, enn at skipanin riggar betur enn nakrantíð fyrr.
Jóannes Eidesgaard gjørdi einaferð eina skilagóða skipan sum ALS. Vónandi kann hann taka stig til at gera nakað líka skilagott við almenna bygnaðin, so toppstýringin av Argjum steðgar, og vit fáa eina skipan sum byggir á álit og málstýring heldur enn misálit og kontroll.