Óli Jacobsen
Ì morgin kemur bókin um Dollan út. Hetta er ein sera áhugaverd og spennandi søga um ein havnarmann, sum tað kann sigast um, at hann hevur ávirkað heimssøguna, enntá til tað betra.
Til fyri kortum var tað lítið og einki, sum nakar visti um Dollan, uttan at hann hevði verið í Congo sum trúboðari 1901-1903. Hetta sæst eisini á hansara gravsteini á gamla kirkjugarði í Havn.
Tað hevur tó verið frammi, at hann var við í eini bretskari kanning av ræðuligu viðurskiftunum hjá fólkinum í Congo, og at hann hevði gjørt vart við seg á hægri stað.
Men tað var so lítið ítøkiligt, at hetta ikki var mett vert at taka uppá tungu á framsýningum um norðurlendingar í Congo í norðurlendsku høvuðsstøðunum fyri nøkrum árum síðani.
Eg fekk so áhuga fyri at kanna hetta nærri. Tað var ringt at koma í gongd, men fekk so eina slóð »Roger Casement,« sum gjørdist byrjanin til eitt drúgt kanningararbeiði, sum nú er komið fyri ein dag í hesi bók.
Tá fekst í fyrsta umfari tilfar til tríggjar Miðvikur í Sosialinum. Síðan varð funnið fram meira tilfar í bretskum skjalasøvnum. Hetta merkti fimm Miðvikur afturat. Tað varð so hildið fram at finna fram meira tilfar bæði um Dollan og um tíðina í Congo hesa tíðina.
Dollin gjørdi munin
Við øllum hesum tilfari varð greitt, at Dollin hevði ein avgerandi leiklut uppgerðini við ræðið hjá Leopold II kongi í Congo. Víst var hann ikki einsamallur. Men hansara innsatsur var fortreytin fyri, at onnur kundu vera við. Hetta er væl dokumenterað í bókini.
Sum sagt var Dollin havnarmaður. Mamma hansara var Sigrid f. Danielsen. Hon fekk Dollan uttanfyri hjúnalag, meðan hon tænti í Danmark. Sigrid kom aftur til Føroya og giftist við Jákup Baja, av Kamarinum. Eitt av teirra børnum var kendi byggimeistarin Magnus á Kamarinum. Teir báðir vóru tískil hálvbeiggjar. Frá mammuni var Dollin systkinabarn við m.o. Victor Danielsen og beiggja hansara Gunnar, kendur skipari.
Kvettu hendur av livandi fólki
Dollin fór til Skotlands, har hann lærdi til maskinmeistara. Hann fór út at sigla og førdi eitt vilt lív. Men hann verður radikalt umvendur og fer fyrst á trúboðaraskúla í London, og síðan til Congo sum trúboðari. Hann kom at virka inni í landinum við áarbakkan á Congoánni.
Um hesa tíðina varð Congo stýrt sum persónlig ogn hjá belgiska konginum Leopold II. Har var eitt ræðustýri av teimum ringastu, sum søgan veit um.
Eitt dømi er, at Leopold hevði ein stóran leiguher, sum myrdi fólk í hópatali fyri eitt gott orð. Hildið var, at neyðugt var at halda skil á nýtsluni á patrónum. Tí var tann skipan galdandi, at fyri at fáa nýggjar patrónir útflýggjaðar aftaná loknan »arbeiðsdag« skuldu hermenninir geva í býti avkvettar høgrahendur á eins nógvum fólki, sum teir høvdu nýtt patrónir. Vóru patrónir farnar til spillis, ja so vóru eini ráð, og tey vóru at kvetta hendurnar av livandi fólki. Tí eru so nógvar myndir frá teirri tíðini av fólki við einari hond.
Kanningin hjá Casement
Í 1903 sendi bretska stjórnin sín konsul í Congo, Roger Casement, á eina ferð eftir Congoánni at kanna hesi viðurskifti. Til endamálið leigaði hann eitt missiónsskip »Henry Reed.«
Dollin hevði ein eginleika, sum bæði var hansara veikleiki og styrki. Hann var sera ótolin. Hetta skapti honum samstarvstrupulleikar. Eina ferð varð hann kærdur fyri hansara missiónsfelag í London fyri harðskap móti teimum innføddu, og hann verður kallaður heim til Bretland. Á veg omaneftir Congoánni fær Dollin boð um at heimkallingin er afturkallað, tí ákærurnar móti honum vóru funnar at vera falskar.
Tá er tað, at Dollin hittir Casement, sum manglar ein skipara og maskinmeistara, sum var eitt starv. Dollin fer við Casement og gerst eisini hansara hjálparmaður í kanningararbeiðinum.
Dollin kemur aftur til Bretlands í oktober 1903. Hann er so upproyttur um tað, hann hevur sæð, at hann vil hava sína missión, Balolomissiónina, til beinanvegin at fara í herna móti hesum ræðuleikum. Men missiónin hevði í mong ár verið sera ullint í síni støðu til viðferðina av fólkinum. Hon var rædd fyri at verða avmarkað í sínum missiónsvirksemi, um hon legði seg út við myndugleikarnar.
Missiónin vildi einki gera, fyrr enn Casement kom heim fyrst í desember. Men tað hevði Dollin ikki tol at bíða eftir. Hann fór skjótast gjørligt at hava fundir fyrst í november um Congo í Edinburgh, har upp til fleiri túsund møttu. Væl hevur hann dugað at tala til kenslurnar á fólki, og tey ógvaðust eisini um myndirnar tey sóu.
Men tá Balolomissióni sá hetta, broytti hon knappliga hugburð. Nú skuldi hon heldur ikki bíða eftir Casement og byrjaðu seinni í november at halda líknandi fundir.
Í mars 1904 verður stovnaður felagsskapurin Congo Reform Association. Í hesum felagsskapi vóru tvær súlur. Onnur var Edmund Morel, eisini ein hetja í hesi søgu, sum greitt verður meira frá í bókini. Hin súlan var Balolomissiónin. At hon kom við hevur verið vegna ta broyting í hugburðinum hjá missiónini, sum Dollin hevði ávirkað.
Hesin felagsskapur legði sum frá leið eitt slíkt trýst á kong Leopold og belgisku myndugleikarnar, at kongurin mátti lata Congo frá sær til belgisku stjórnina í 1908. Hetta merkti so við og við, at viðurskiftini batnaðu hjá fólkinum.
Tað áhugaverda fyri føroyingar er tískil, at Dollin umframt at hava havt ein lyklaleiklut í sjálvari ferðini hjá Casement, var tann, sum byrjaði hesa fólkarørslu og harvið nevnda felagsskap, sum fær heiðurin fyri at hava koppað Leopold kongi í Congo.
Eisini á enskum
Fyri eisini at gera hesa søgu kenda uttanfyri landoddarnar er í bókini ein drúgvur enskur samandráttur, sum serliga umfatar Congo-partin av bókini. Í bókini eru úti við 80 myndir, sum eisini hava enskan myndatekst.
Tískil er bókin sera væl egnað at lata útlendskum kenningum, og kunnu tey á henda hátt fáa eina spennandi og sera áhugaverda søgu um ein einastandandi føroying.
Dollin virkaði annars sum trúboðari í Føroyum frá 1904-1916, tá ið hann doyði, 46 ára gamal.
Bókin verður send limunum í bókaringinum hjá Leirkerinum.
Hon er um 200 síður, og vanligi útsøluprísurin verður kr. 200.