Teknisku skúlarnir í Føroyum

Á teknisku skúlunum verður handverk tvinnað saman við ástøði. Teknisku skúlarnir bjóða eitt breitt úrval av útbúgvingum, sum eru ymiskar til longdar. Tveir tekniskir skúlar eru í Føroyum, ein í Havn og ein í Klaksvík.
www.tst.fo og www.tsk.fo

SIT - Tekniski skúli í Havn og Klaksvík - (SKAL OVAST À VINSTRU SÌÐU)
Teknisku skúlarnir bjóða eina miðnámsútbúgving, nevnd SIT. Hetta er ein tvey ára long útbúgving, sum leggur serligan dent á tað handverksliga, men eisini hevur aðrar lærugreinar, sum føroyskt, enskt og støddfrøði.
í Havn ber til at taka SIT á træ-, el-, bil-, stíl & snið- ella metaldeildini. Í Klaksvík ber til at fara á maskin-, el- ella byggideildina.
Fyrsta árið snýr seg serliga um evni innan ta breytina, tú hevur valt. Seinna árið er ofta merkt av ymsum verkætlanum, har næmingarnir veruliga skulu royna seg.
Eftir fyrsta støðisárið ber til at fara í læru og fáa eftirgivið nakað av lærutíðini.
Eftir lokna tvey ára SIT útbúgving ber til at fara undir víðari lesnað eitt nú til maskinmeistara, framleiðslutøkning, el-installatør ella byggitøkning.
Ætlar tú tær handverksliga vegin, liggur væl fyri við eini SIT útbúgving. Til ber eisini at nýta SIT sum grund undir ávísum akademiskum útbúgvingum, t.d. inginørútbúgvingum.
Freistin at søkja inn á SIT-útbúgvingarnar er 15. mars. (við feitum bókstavum)
---------
* Byggitøkningur - Tekniski skúli í Havn (SKAL OVAST À VINSTRU SÌÐU)

Útbúgvingin til byggitøkning er ein tvey ára long yrkisakademiútbúgving, sum samsvarar við tvey tey fyrstu árini av byggifrøðingaútbúgvingini. Hetta er sostatt ein miðallong hægri útbúgving.
Útbúgvingin miðar m.a. ímóti størvum í byggivinnuni, virkjum, ið framleiða byggitilfar ella hjá ráðgevandi verkfrøðingum. Útbúgvingin tekur 2 ár, og fevnir m.a. um virkisrakstur, útrokningar, byggimálsviðgerð, projektstýring og byggiframleiðslu.
TST hevur avtalur við danskar skúlar um víðari lestur eftir lokna útbúgving. Sum byggitøknigur er møguleiki at lesa víðari til bygningskonstruktør í Danmark (4. og 5. semestur í DK) Møguleiki er at taka 6. og 7. semestur í Føroyum (praktikk og endaligu verkætlanina)
Upptøkukrav er miðnámsútbúgving, SIT (2 ár) ella lærlingaútbúgving.

-------

* Framleiðslutøkningur - (Tekniski skúli í HAVN OVAST À VINSTRU SÌÐU)
Framleiðslutøkningur er ein yrkisakademiútbúgving, sum tekur 2 ár.
Sum lesandi fert tú í útbúgvingartíðini at arbeiða nógv við nýskapan og menning. Undir útbúgvingini lærir tú m.a at: Stovna og leiða eina fyritøku, Samskifta innan- og uttanhýsis, analysera trupulleikar og finna heildarloysnir, gera uppskot til optimering av framleiðslu og menna starvsfólk
Byggitøkningur og Framleiðslutøkningur eru báðar 2-ára Yrkisakademiskar útbúgvingar.

TST hevur avtalur við danskar skúlar um víðarilestur, aftaná lokna útbúgving. Sum framleiðslutøkningur er møguleiki at lesa víðari til maskiningeniør og fáa eitt ár góðskrivað av útbúgvingini, ella lesa víðari til "Proffesionsbachelor í Produktudvikling og teknisk integration.

Upptøkukrøvini eru: miðnámsútbúgving, SIT (2 ár) ella lærlingaútbúgving.

------------






Lærlingaútbúgvingar
Lærlingaútbúgvingar krevja, at næmingarnir hava eitt lærupláss og ein lærusáttmála. Síðani er útbúgvingin býtt upp í tíðarskeið í skúlanum og tíðarskeið á læruplássinum. Nógvar handaligar útbúgvingar eru at velja ímillum.
* El-innleggjari - Tekniski skúlin í Havn og Klaksvík
El-innleggjarin arbeiðir við at leggja sterk- og veikstreym í t.d. sethús, skrivstovur, virki, skúlar og umborð á skipum. El-innleggjarin fæst eisini við tele-, teldu-, og antennuinnleggingar.
Víðari ber til at læra til el-installatør, KT- og elektronokktøkning, framleiðslutøkning, verkfrøðing, stærkstrømsteknikara, 1 ár HF + ingenør, IT- og elektronik teknolog, byggitøkning og framleiðslutøkning.
* Hárfríðkanarfólk - Tekniski skúlin í Havn
Hárfríðkanarstarvið er fjølbroytt, og arbeiðsmøguleikarnir eru nógvir. Flestu sveinarnir arbeiða á hárfríðkanarstovum, men til ber eisini at starvast innan sjónleik ella í sjónvarpinum. Hetta er eitt øki, sum broytist skjótt, tí mótin skiftir ofta. Tí eru hárfríðkanarøkið merkt av nógvari menning og skeiðsvirksemi.
Víðari ber til at læra til stylist, kosmetikara, kostmetolog, make-up Artist og manicurist.
* Húsasmiður Tekniski skúlin í Havn og Klaksvík
Húsamiðurin fæst við at smíða sethús, virkisbygningar og onnur byggiarbeiði. Arbeiðið fevnir um forskalling, gólv, útveggir og takverk. Eisini bjálving, klæðing av húsum, uppseting av køkseingum og øðrum.
Víðari ber til at læra til byggitekninkara, byggifrøðing, byggiverkfrøðing og arkitekt.
* Maskinsmiður - Tekniski skúli í Havn og Klaksvík
Maskinsmiðurin arbeiðir millum annað við fresing, dreying, boring, sveising og skrúvustiksarbeiði av maskinlutum og øðrum stálkonstruktiónum.
Arbeiðið fevnir eisini um forritan og framleiðslu við teldustýrdum maskinum, umframt viðlíkahaldi av motorum og automatikkstýrdum skipanum.
Víðari ber til at læra til maskinmeistara, framleiðslutøkning og verkfrøðing.

* Rørsmiður - Tekniski skúli í Havn
Rørsmiðurin arbeiðir við nýgerð og viðlíkahaldi av vatn-, hita-, gass- og ventilatións-innleggingum í sethúsum, virkjum og skipum.
Víðari ber til at læra til: maskinmeistara, framleiðslutøkning og verkfrøðing.

* Stálskipasmiður - Tekniski skúli í Havn


Stálskipasmiðir fáast fyrst og fremst við at byggja stálskip, men gera eisini arbeiði á virkjum og innan flutning og byggivirksemi.
Arbeiðið fevnir millum annað um tilgerð av konstruktiónum úr plátum, rørum og profilum í ymsum tjúgdum. Útbúgvingin endar við sveinaroynd.
Víðari kann lærast til: maskinmeistara, framleiðslutøkning og verkfrøðing


* Bygningssnikkari - Tekniski skúli í Havn

Bygningssnikkarin nýtir á verkstaðnum framkomnar maskinur at gera t.d. hurðar, vindeygu, skáp og køkar og annars alt vanligt uttan- og innandura snikkaraarbeiði.
Bygningssnikkarar gera eisini lakkarbeiði, umframt at leggja gólv.
Víðari kann lærast til: byggiteknikara, byggifrøðing, verkfrøðing og arkitekt

* Plátu- og kontruktionssmiðjur - Tekniski skúli í Havn

Plátu- og konstruktiónssmiðurin er tann smiðurin, "sum dugir alt", og hevur eina breiða vitan um alt smiðjuøkið.
Plátu- og konstruktiónssmiðurin arbeiðir í høvuðsheitum við at umvæla og framleiða úr stáli, jarni og øðrum metallum. Arbeiði fevnir m. a. um plátuarbeiði úr tunnum og tjúkkum plátum. Til hetta arbeiði verða nýtt bæði hondamboð, automatiskar og teldustýrdar maskinur.
Víðari ber til at útbúgva seg til: maskinmeistara, framleiðslutøkning og verkfrøðing
-----------

----------------
(Í ein kassa fyri seg)
Matvøruútbúgving - Tekniski skúli í Klaksvík

Matvøruútbúgvingin er ein nýggj útbúgving, sum Tekniski skúli bjóðar. Í summar verða fyrstu matvørunæmingarnir lidnir. Útbúgvingin er skipað sum eitt støðisár, sum gevur næmingunum førleika at koma í læru sum gastronomihjálpara.
Ætlar tú at fara víðari eftir fyrsta støðisárið, krevur tað, at tú hevur eitt lærupláss. Hevur tú tað, kanst tú taka eina knapt trý ára langa yrkisútbúgving innan matvøru, har skúlaparturin tó er í Danmark. Tekniski skúli hevur avtalu við Aalborg Food College um skúlagongdina á framhaldsútbúgvingunum.
Tey, ið hava tørv á matvøruútbúgvingini eru kokkar, tænarar, smyrjibreyðsjomfrúir, bakarar og føðsluhjálparar.
--------
(í ein kassa fyri seg)
HT-útbúgvingin - Tekniski skúli í Klaksvík


Á tekniska skúla í Klaksvík eru umframt SIT og vanligu lærlingaútbúgvingarnar eisini ein HT-útbúgving. Hetta er ein trý ára long útbúgving, sum serliga er ætlað teimum, ið hava áhuga fyri at arbeiða við tøkni, bæði verkliga og ástøðiliga. Útbúgvingin er skipað við kravdum lærugreinum og vallærugreinum. Útbúgvingin er í stóran mun myndað av verkætlanum.