Týsdagin 28. aug. fyllir Petrina Berg í Hvalba 100 ár. Heilt higar til ellisár er hon nevnd Lítla Petrina – ikki tí at hon var nøkur lítil kona – hon var heldur høg og vælvaksin. Men hon búði so nær ommu síni, sum hon var uppkallað eftir. Fyri at skilja tær at í umtalu, vórðu tær nevndar Lítla Petrina og Gamla Petrina, sum eisini gjørdist elligomul.
Sjálvt um Petrina er væl eldri enn eg, fór ein ylur ígjøgnum meg, nú eg varnaðist, at hon var 100. Tað ljóðaði so óveruligt, tí eg minnist hana so væl frá barna- og ungdómsárunum. Hon var og hjálpti mammu míni við húsarhaldinum eitt skifti og mamman segði, at hon var bæði líklig og dugandi og røsk í øllum, sum tá var at gera í einum barnaríkum heimi við kolkomfýri í køkini og tveimum kýr í fjósinum.
Men Petrina var ikki eldri enn so, at hon hillaði við okun í Hagabyrgi og spældi »Enkemand søger mage« inni á Fitjunum. Nú er Petrina gomul, farin úr húsum sínum, har hon hevur sitið einsamøll í fleiri ár, og er farin í Heimbýlið at búgva – eitt gott tiltak í okkara »modernaðu« tíð, men kortini á so mangan hátt sárt. Sjálv ansaði Petrina móður síni á ellisárum í mong ár – ein gomul og heiðurlig dygd í okkara fólki, sum ikki eigur at verða gloymd.
Petrina varð gift við trímenningi sínum Martin Berg – Martini á Breyt. Tey settu búgv í Nesi, har bæði vóru uppvaksin. Tey fingu fittan barnaflokk – 6 í tali, og sum nú er floygdur og flogin í ymsar ættir. Soleiðis skifta tíðir og ættarlið. Og gerandisdagurin broytist.
Petrina vaks upp í eini tíð, tá ið kúgv var í hvørjum húsi, eisini 20 kýr í Nesi tá. Hálvvaksnar gentur høvdu tá sum natúrligt arbeiði at hjálpa móðir síni bæði inni og úti – ikki minst í fjósinum við at mjólka og tí, sum annars var har at gera. Og tær gingu til neytar við stokkum og tóku lesullina upp, tær komu framá. Tær royttu hundratals nátar og lundar hvørt summar og vóru við at fylla salttunnurnar við feskari grind; tær kruvdu og greipaðu nógvar leypar av seiði fleiri ferðir um veturin, tær vóru við at vaska ullina um summarið, nappa, karða og spinna av henni um veturin, tá ið ein løta var – ikki bara uppá tær sjálvar, men eisini til faðir og brøður frá innast til uttast. Tær gingu í heimagjørdum tuflum og í rotuskóm við reyðum tveingjum húsanna millum – í bundnum sokkum og ullintum turriklæði um bakið; tær vóru búnar at taka hús upp á seg, tá ið tær giftust og fóru at halda hús sjálvar.
Í hesum øllum var Petrina fulllærd.
Tá – í ungdóms- og manndómsárunum – fylgdi Petrina við útróðrarveðrinum og hugdi út í hav, tá ið vindurin vaks og bátar vóru úti. Seinni fór Petrina at fylgja við floglíkindunum millum lond, mest tí, at ein ommudóttir hennara við sama Petrinu-navninum fleyg sum flogterna.
Jú, tíðir skifta.
Eg minnist, tá ið Martin fór at grava burturúr har ovast á kongsjørðini í 1933. Fyrst brúkti hann hjólbøru at koyra úrgrevsturin oman á tann meira flata uttara áarbakkan á Geilánni, sum hækkaði so líðandi báði úteftir og niðaneftir. Hann hevði fingið loyvi at hækka hetta lendi upp. Hetta hevur eisini víst seg at vera gagnligt seinni. At koyra við hjólbøru helt hann ganga ov smátt. Hann lánti sær tí ein hestavogn, seymaði sær breiðan sterkan fetil við góðum teggjum, sum hann festi um vognarmarnar.
Við fetlinum um herðarnar dró hann so einsamallur vognin aftur og fram, fullan oman og tóman niðan – eitt hestaarbeiði.
Tað bar til hjá Martini á Breyt, tí hann hevði hestakreftir, sum tikið verður til. Martin var av menskastu monnum. Tað var frøi í Nesi, tá ið hesi nýggju húsini vóru komin upp at standa, tí so langt síðan var tá, at hús seinast vóru bygd í Nesi. Av teimum 16 húsmøðrunum, sum tá hildu hús í Nesi, var Petrina nú tann einasta, sum fødd og uppvaksin var har. Hinar vóru allar »innfluttar«, flestar heiman úr Bø, barta tríggjar úr øðrum bygdum. Tá ið omma hennara, sum var ættað úr Froðba, og sum hon ber navnið eftir, í 1880 árunum giftist og setti búgv í Nesi, vóru bara 5 hús har frammanundan. Nú eru u.l. 46 hús í Nesi, men ov nógv av teimum eru ov fáment at taka við framtíðini.
Men Nes vaks ta tíðina. Ein av teimum 7 nesmonnunum, sum í 1925 keyptu motorbátin »Johannu« var Martin á Breyt. Sum motorpassari var hann álitismaður hjá teimum í nógv ár saman við Johannes í Nesi, áðrenn yngra ættarliðið tók við. Martin var av bestu fiskimonnum í sjálvdrátti í slupptíðini. Tað eina árið undan krígnum, hann var við rokskiparanum Kristini á Øgrum við »Havgásini« var hann millum teir bestu – 800,- kr. fyri árið í fiskipart, og harafturat 100 kr. eyka sum smyrjari t.e. ólærdur 2. motorpassar – rættari er at siga sjálvlærdur, tí bæði Martin og brøður hansara, Danjal og Edmund, vóru sjálvlærdir hegnismenn í øllum hondverki. Henda árslønin hjá Martini undan krígnum var havd á munni manna millum – soleiðis vóru tíðirnar tá. »Johannu-menninir« eru nú allir farnir, men hesin fyrimyndarligi felagsskapurin í lítlari bygd, sum var handaður yvir í næsta ættarlið, er dýrt minni hjá Petrinu og okun øðrum, sum minnast hann, at eiga og at hava sum fyridømi hjá teimum, sum framvegis fara undir felagstøk í samfelagnum. Petrina er nú elsta fólk, sum er vaksið upp í Nesi og minnist tí væl báði ta gomlu tíðina undan krígnum og so ta stóru samfelagsbroyting, ið verið hevur eftir kríggið – frá – um ikki grúgvu, so fýrstaði til mikroovn.
Petrina er ein av teimum mongu húsmøðrum í Føroyum, sum hava verið við at byggja landið – ikki við buldur og brak, men í stillum við at halda hús og heim sum sína borg, tí soleiðis sum heimini eru, soleiðis verður fólkið og landið.
Góða Petrina! Eg kundi væl hildið fram at drigið minni fram. Men nú gevist eg við eini hjartaligari heilsan og við øllum góðum ynskjum um Guds signing í tíðini, sum eftir er.
Johs. Andr. Næs