STARVSMANNAFELAGIÐ
------
Ikki ber til at yvirmeta týdningin av demokratiskari, ikki-muturspiltari og virknari almennari fyrisiting. Í krepputíðum verður týdningurin av stovnum í hvørjum einstøkum landi serliga týðiligur. Fyri at Evropa skal vera ført fyri at hevja seg burtur úr hesari áleikandi og ógvuliga vandamiklu búskaparligu og demokratisku kreppuni, krevst ein eftirspurningseggjandi politikkur við íløgum, men eisini eftirlit í fíggjargeiranum, virknari skattavald og rættarverk, íløgur í undirstøðukervið og í útbúgving og gransking.
Norðurlond hava søguliga havt almenna fyrisiting og tænastur, ið hava virkað væl, og sum borgararnir hava havt stórt álit á. Stovnar, skipan og bygnaður í vælferðini hava gjørt sítt til, at lond okkara hava kunnað greitt tungar kreppur á ein skilagóðan hátt. OECD hevur í frágreiðing sínari Government at a glance greinað almenna geiran, har tað snýr seg um stødd, virksemi og úrslit. Norðurlond ikki bara standa seg væl í kanningini, tey eru millum tey bestu.
Hóast Norðurlond liggja millum tey fremstu í heimshøpi, bæði tá ið tað snýr seg um at fólk hava álit á stovnum og fyrisitingum undir landinum og somuleiðis, hvussu væl fyrisitingin og stovnar í hvørjum einstøkum landi standa seg, so síggja vit nú tekin til, at sprungur eru um at vísa seg í samfelagsbyggingini, sum elva til ampa. Vit eru stúrin. Tað snýr seg tíverri ikki bara um einstakar hendingar ella einstøk lond, men vit halda, at hetta er eitt rák, sum vit vilja hava ein fingur á loft at ávara um. Niðanfyri koma nøkur dømi úr hvørjum einstøkum av londum okkara.
Í Svøríki uppliva vit aftur veikleikar í landsins heildarábyrgd fyri undirstøðukervinum. Tokferðslan riggar ikki. Hóast føgur lyfti um tað øvuta, noyddust vit nú at tola ein vetur, har henda týdningarmikla samfelagstænasta ikki veitir tað, hon skal, og tað rakar bæði borgarar og vinnulív. Eins týðiligt er tað, at borgararnir líta avgerandi almennum virksemi, sum eitt nú Arbeiðsávísing og Trygging, lítið til. Okkara limir í hesari fyrisiting skulu loysa ógvuliga torførar uppgávur, hóast tíðin er tepur og pengarnir fáir. Tey møta tá borgarum, sum lata harm sín og vónsvik síni falla aftur á starvsfólkini. Tað hevur við sær vánaligt arbeiðsumhvørvi, og álitið hjá fólki á samfelagið viknar.
Í Noregi hava vit havt ein almennan geira sum heild og ein serligan geira, har eitt av grundeyðkennunum hava verið væl virkandi viðurskifti millum partarnar við at menna dygdartænastur. Hetta er nú um at broytast. Nú verður eintáttað miðað eftir einari mál- og úrslitastýring, sum ávirkar statsligu leiðsluna og arbeiðsmentanina. Ov avgjørda samanblandingin við privata geiran hevur eisini gjørt nakað við dygdina og nøgdina í vælferðartænastunum. Her má staturin taka sereyðkenni síni aftur, leggja new public management til viks og fara undir at nýta tann høga førleika, sum almenn starvsfólk hava, og fara undir aftur at menna leiðslu sína. Vit høvdu fegin viljað sæð broytingar, so at vit kunnu varðveita ein fyrsta floks almennan geira.
Í Danmark eru vælferðarsamfelagið og almenni geirin undir stórum trýsti. Tí er tørvur á nýhugsan. Svarið kann ikki vera new public management, miðstýring, útlokalisering og einskiljingar. Í staðin er svarið, at stórur tørvur er á einari álitisnýskipan í almenna geiranum. Nýskipanin skal miða eftir áliti, nýskapan og minni skrivstovuveldi. Leiðsla og starvsfólk skulu í samspæli við borgararnar umhugsa, hvussu málini verða rokkin. Á øllum stigum skulu politikarar, starvsfólk og arbeiðsgevarar taka upp samstarv um, hvussu almenni geirin verður stýrdur og mentur. Við einari álitisnýskipan skulu vit kunna tryggja ein framhaldandi almennan geira í heimsflokki.
Í Finnlandi eru vit endað í búskaparligari afturgongd sum avleiðing av heimsfevnandi búskaparkreppuni. Finska ríkisstjórnin sparir, skerjir útreiðslurnar og skattar harðari. Tiltøkini ávirka lívið hjá øllum borgarunum. Ríkisstjórnin heldur fram eins og undanfarnar ríkisstjórnir at endurnýggja og umskipa virkisøkini í ríkisfyrisitingini. Endamálið er at minka starvsfólkahópin hjá ríkinum. Vit kunnu staðfesta, at starvsfólkini í Finnlandi eru fækkað úr stívliga 220 000 fólkum í 1980-árunum til o.u. 84 000 fólk nú, hetta er ein avleiðing av útlokalisering, einskiljingum og øðrum átøkum at umskipa. Skerjingarnar bera í sær, at ríkið skarvar av tænastum sínum til borgararnar. Hetta hevur við sær, at borgararnir hava ikki longur rættindi á jøvnum føti. Serstakliga teir borgarar, sum búgva burtur á bygd, hava sannað, at grundleggjandi rættindi eru versnað.
Í Íslandi hava vit verið undir trýsti líka síðan bankakreppuna í 2008. Viðfevndar skerjingar hava verið gjørdar í heilsu-, vælferðar- og útbúgvingarskipanunum. Tær strategisku skerjingarnar, sum úr stuttum sjónarhorni vóru ein liður í endurreisingini eftir kreppuna, hava ávirkað styrkina í landsfyrisitingini tann skeiva vegin. Í mongum førum hava lønirnar hjá starvsfólkunum verið skerdar, og talið á fólki í almennum starvi er minkað. Úrslitið er, at arbeiðsbyrðin hjá starvsfólkunum, ið eftir eru, er vorðin tyngri, og almenna tænastan til teirra, sum hava tørv á at fáa veittar almennar tænastur, er versnað. Nú er løtan komin at byggja upp íslendska vælferðarsamfelagið, so at varandi skaðar ikki verða framdir. Almenni geirin má endurnýggja seg, so hvørt sum vit møta nýggjum avbjóðingum. Vit vilja síggja ein stat, sum er professionellur, nýskapandi og smidligur, og sum verður sermerktur av samstarvi millum allar partar.
Í Føroyum hava vit merkt fleiri álvarsamar broytingar seinastu tíðina. Ógvuslig skattabroyting við at undanskatta og seta í gildi flatskatt fór fram í bráðum skundi uttan stundir og vilja til greiningar og uttan atlit at teimum hørðu mótmælunum. Flatskatturin og minkaða skattainnkrevjingin bera í sær eitt skeivt býti og gera vælferðarsamfelagið og almenna geiran veikari. Um somu tíð vænta borgararnir sær vælferðartænastur av høgari dygd. Hesi seinnu árini hava verið eyðkend av skerjingum og samanleggingum. Nú uppliva vit eisini beinleiðis avtøku av týdningarmiklum eftirlitsstovni og demokratiskar spælireglur verða lítisvirdar. At landið ætlar at veita borgarunum somu tænastur við minni peningi, setur enn størri krøv til starvsfólkini hjá tí almenna, og almenni geirin er undir hørðum trýsti. Vend má koma í og álit byggjast upp.
Vit, ið umboða tey, sum starvast í landsfyrisitingunum í Norðurlondum, kenna ein ampa á okkum. Hetta eru tíverri ikki einstakar hendingar, vit peika á, tað er eitt rák, sum má fáast aftur á beint. Kreppurnar hesi seinnu árini stinga djúpt hjá mongum londum í Evropa. Til tess at standa seg í kreppum og vanlukkum krevjast sterk lond við einum væl mentum myndugleikabygnaði. Arbeiðsloysi, ógvuslig búskaparlig afturgongd og umhvørvisvanlukkur krevja úr longum sjónarhorni íløgur í førleikamenning og undirstøðukervi. Ábyrgdina av hesum mugu okkara fólkavaldu taka á seg og taka tey stig, sum krevjast til tess at menna almennu fyrisitingina í Norðurlondum.
----------
Árni Jónsson Antti Palola Rita Bundgaard
Formaður, SFR Formaður, Pardia Forkvinna, HK-Stat
Island Finnland Danmark
Selma Ellingsgaard Pål Arnesen Britta Lejon,
Forkvinna, Starvsmannafelagið Formaður, YS Stat Forkvinna, ST
Føroyar Noreg Svøríki