Ein heilsan til tríggjar kjakarar í Ó-beinleiðis

Jenis av Rana
----
Góði Rani, góði Erhard og góða Elsa!
Eg sendi tykkum nak­rar við­merkingar í sambandi við kjak­sendingina ”Ó-beinleið­is”, sum varð send á portal.fo. h. 1. novembur.
Tað er gott, at tit luttaka í samfelagskjakinum, og skila­gott av orðstýrara­num at hann ikki blandaði seg, men lata tykkum fáa frið at kjakast.
Viðmerkingar mínar snúgva seg um brotið, har eg og mínar hugsanir (ella rætt­ari sagt, mínar ikki­hugsanir, um nakað eitur so) verða viðgjørdar. Tað eg meini er, at eg av Elsu varð lagdur und­ir bæði líkt og ólíkt, m.a. sagd­ur at hava sagt slíkt, sum eg aldrin havi tikið uppá tungu ella kundi funnið uppá. Eg komi við hesari rættleiðing, í vón um at onkur tekur hana til sín, lærir av henni, og verða meira varðin at koma við pástandum, uttan fyrst at hava tryggjað sær, at hesir eru sannir.
Eg varð av Elsu sagdur at siga, at homosexuell eru sjúk. Hetta er skeivt! Eg havi ongantíð sagt so, tvørt­ur­ímóti! Eg havi ferð eftir ferð sagt tað mótsatta, at tey ikki eru sjúk, og eg havi meira enn einaferð rætta persón­ar, sum hava sagt, at hesi eru sjúk og víst á, at so er ikki! Tað er veruliga sárt at verða lagdur undir slíkt, sum tú ert ósekur í!
Harnæst vórðu svar míni í greinini, sum stóð í danska blað­num ”Informatión”, við­gjørd. Og her endurgav Elsa meg fleiri ferðir fyri at siga, at tey homosexuellu draga sjúkur, sjálv­morð, druk v.m eftir sær. Hatta havi eg aldrin sagt. Orða­rætt svaraði eg einum spurn­ingi frá journalistinum, har hon spyr, um: ..” homoseksualitet bør være strafbart eller bør man eksempelvis hjælpe dem til at komme på "rette vej "? ”. Svar mítt var fylgjandi:
….. ”hagtøl, ið siga frá lívs­dygd teirra, ið liva sum homo­sexuell, eru bæði ræð­andi og syrgi­lig. Lív teirra, ið av Skap­ara­num var ætl­að trygt og frið­fult sam­an við Hon­um, ber eftir sær eina slóð av vón­loysi, upp­gevan og mis­brúki. Sam­mett við tey, ið liva lív sítt sambært náttúruni, er bæði misnýtslan av rús­drekka, rúsandi evnum og sjálv­morðsroyndir í hesum bólki tvífaldað. Vónloysi ser­merkir hesi tøl, og tað av góð­um grundum, tað kann ikki vera øðrvísi, tá tú livir eitt lív, ið tú ikki er skaptur at liva“.....
og eg gjørdi greitt, sum tit síggja í framhaldandi svar­inum niðanfyri, at vit eiga at hjálpa teimum:
..... “eg havi áður sagt frá manni, eg møtti í havnar­gøt­um eitt kvøldið. Hann kom til mín og bað og bønaði um at fáa møguleika at koma til viðgerðar fyri homosexuellu trá­anir sínar- tí, sum hann segði: eg orki ikki hetta lívið, eg stríðist við! Hjá hon­um var tað byrjað við ljótum mis­brúki, av homosexuell­um manni, í barnaárum.
Hjálpa vit hesum manni við at straffa hann ella við at normalisera tað ónormala, klappa honum á herðarnar og siga- hatta gongur nokk, tú ert skaptur soleiðis, lat okkum bara kalla tað norm­alt, hatta, tú stríðist við? Nei, tvørturímóti. Tað vildi verið at svikið hann, og slept honum uppá fjall, at latið hann staðið einsamallan við trupul­leika sínum. Eitt við­gerðarstað, merkt av kær­­leika Guds, har grøð­andi armar Frelsarans virka, vildi sett hendan, og mong við honum, í tað frælsi, sum tey kanska bert hava hoyrt onnur tosa um.
Hesi, sum eru komin út í frælsið, finna vit í dag runt alla heimin. Fylt av sam­kenslu og trúgv virka tey fyri at veita hjálp sína, og vón­andi kunnu líðandi føroying­ar skjótt uppliva virki teirra.
Ein teirra hoyrdu og lósu vit jú um í fjølmiðl­um okk­ara fyri stuttum, ung­ur føroyingur, sum trúði, og royndi at prógva, at hann var skapt­ur homosexuellur. Men so møttust Frelsarin og hann, og alt broyttist“.....
Hasi vórðu orð míni! Orð­ingina í Informatión eigur journalisturin fult og heilt, hon bjóðaði mær at svara á føroyskum, umskrivaði síð­an míni orð til danskt, og um­skriving hennara svarar ikki til tað, eg skrivaði! Tað kann ein og hvør, sum dugir danskt og føroyskt, síggja. Tað skiltu føroysku journalistarnir eis­ini, at ein onnur seinni lat seg misbrúka av føroyska LGBT, er hennara skomm.
Sum tit síggja, er svar mítt als ikki eitt álop á homo­sexuell, men ein staðfest­ing av at teimum tørvar hjálp, og at vita eiga at veita teim­um hjálp. Onki í mær kundi funn­ið uppá at lopið á onn­ur menniskju, heldur ikki tey, sum hava valt at liva sum homos­exuell.
Omaná hetta kemur so veruleikin, at tey hagtøl og tær kanningar, sum eg vísti og vísi til, eru fult almenn og verða brúkt av m.ø. LGBT runt allan heim. Tey, politikarar og vísindafólk í øðrum lond­um og eg í Føroyum, vísa á somu tøl. Vit gera tað øll, fyri at fáa tann ræðuliga veru­leikan fram, at tey, sum liva sum homosexuell, hava eitt framúr vánaligt lív og framúr vánalig útlit, og tí má okkurt gerast. Meðan eg og mong, mong onn­ur meta, at vit mugu fara akt­ivt inn fyri at hjálpa teim­um, so brúka onnur, m.a. ein part­ur av LGBT, præcis somu hag­tøl og kanningar sum grund­arlag fyri at krevja lóg­arbroytingar.
Sum tit síggja, so svari eg nøkrum spurningum, sum eg fekk sendandi frá einum journalisti. Talan er ikki um, at eg óbiðin fari út at við­gera homo­sexualitet, og held­ur ikki legg­ist eg á hesi, men vísi tvørt­urímóti á, at vit mugu hjálpa teimum. At journalisturin eftir øllum at døma ikki megnar at forða for­dómum sínum at snara svar­um mínum, er hennara skomm, ikki mín. Og tað er eis­­ini ósatt, at eg góðkendi grein hennara, áðrenn hon sendi hana til “Informatión“.
Samanumtikið farið eg enn einaferð at biðja um, at ans­að verður eftir, hvat sagt verð­ur um onnur og ser­liga, at man tryggjar sær, at tað, ið sagt verður, er satt. Tí tað er ikki vist, at tann næsti, sum kanska verður lagdur undir at siga ella skriva slíkt, sum hann ikki hevur sagt ella skriv­að, letur hetta um seg ganga og er so lagaligur og hjálp­samur, sum eg velji at vera.
Øll góðynski annars til tykkum trý,