tískil til, at talan verður um ein dóm uttan revsiáseting. Dómarin gjørdi av, at dómurin ikki fellur fyrr enn um eina viku. Hann kundi tó troysta ákærdu gentuna við, at talan verður um ein treytaðan dóm. Sostatt [...] flokki og fram til dagin í dag. Hann hevði síðani eisini tosað við viðkomandi um hendingina og sagt honum, at hon var løgd aftur um bak. Men í oktober í fjør fór so nýggja hendingin fram, har ákærdi langaði [...] dagin eftir. Hann hevði skursl og sár á høgru hond, men helt bara, at hann mundi vera dottin kvøldið fyri. Ikki fyrr seint sama dag ella dagin eftir fekk hann at vita, at hann hevði sligið órættaða við
GWt úr vindi, tað er á leið tríggjar ferðir meira enn í fjør. Síðan 2018 hevur úrtøkan úr vindi verið um 4 GWt í mai mánað. Mesta vindorkuframleiðslan var á Gellingarkletti, sum kom upp á 6,4 GWt, meðan myllurnar [...] framleiðslan á termisku verkunum minka munandi. Vatnorkuframleiðslan var í mai 4 GWt, sum er nærum tað sama sum undanfarin ár. Higartil í ár eru framleiddir íalt 188,6 GWt, svarandi til ein vøkstur á 6,8% í [...] netinum. Vindviðurskifti vóru óvanliga góð hesar dagarnar, og í miðal var vindferðin hægri í mai ár enn sama tíðarskeið í fjør: 9,3 í 2023 í mun til 8,1 í mai 2022. Býtið í framleiðsluni var púra óvanligt fyri
heilt burturvið, tí vit biðja bara um tað sama. Men tað einasta, sum higartil líkist einum tilboði frá Fíggjarmálaráðnum til okkum, er, at landið kann betala 10.000 krónur um mánaðin fyri eina slíka skipan [...] vit hava fingið at vita, kosta eina hálva millión um árið. Formaðurin í Magistarafelagnum leggur dent á, at tað einasta, sum Magistarafelagið hevur biðið um, er, at djórlæknarnir, sum skulu ganga í vakt í [...] biðið um tað, so tað má vera landsstýrið, sum spælir út. Sjálvir vilja djóralæknarnir nokk helst hava sína frítíð. - Men verða vit boðsendir, eru vit altíð til reiðar at koma til samráðingar um spurningin
Tá løgtingið um dagarnar hevði slíkan skund at fara í jólafrí, so var tað ikki tí, at Løgtingið hevur havt serliga nógv at gera. Í øllum førum ikki, um vit bera saman talið av tingfundum og talið av l [...] fram til jóla, hevur løgtingið havt 33 fundir. Tað er munandi færri fundir enn sama tíðarskeið í fjør – og munandi færri enn sama tíðarskeið tey seinastu 10 árini: 2016: 33 tingfundir 2015: 49 tingfundir 2014: [...] løgd fyri Løgtingið. Tað er eisini munandi minni enn í fjør, tá tey vóru 54 í tali – fyri ikki at tala um árini frammanundan, tá nógv fleiri tingmál vórðu løgti fyri tingið hetta tíðarskeiðið: 54 tingmál í
í okkara tjald, bara at verma seg ein løtu, ella at fáa eitt prát. - Summi hava brúk fyri at práta um okkurt, og tað er eisini eitt slag av fyrstuhjálp, vit veita, og í summum førum eru vit sum foreldur [...] ein orsøk til tað, var, at veðrið var so ringt at kalla allan fríggjadagin og fríggjakvøldið. Av tí sama fóru nógv fólk heim, og nógv komu heldur ikki aftur og sostatt vóru færri fólk á ársins G-festivali
seg um, hvagani henda myndin mundi vera. Fleiri teirra vistu ikki, at hetta var úr teirra egnu heimbygd, tí steinurin kemur bert til sjóndar í vetrarhálvuni, tá grasvøksturin ikki goymir hann. Um summarið [...] bátar, hús, gæs og onnur sermerki fyri bygdina, sigur hann. Sjálvur er hann ikki iva um, at bygdarfólkið fegnast um hetta. Við hansara myndum kunnu tey ogna sær ein málning av nøkrum av tí, sum tey kenna [...] Fuglø úr grannabygdini Hvalvík og einum øðrum aftrat, skipar hann tí fyri listaframsýning í skúlanum um vikuskiftið. - Eg havi sjálvur einar 30 málningar, sum eg ætli mær at framsýna. Eg veit ikki beint
sigast, at oftani er talan um rentulækkingar, men tá lækka innlánsrenturnar nærum altíð meir enn útlánsrenturnar, og harvið økist sokallaði rentumarginalurin. Úrslitið er tað sama; størri útreiðslur fyri [...] fyrilitaleyst, hava hjálpt. Eik-leiðslan hveppir seg við at gera tað sama. Ella rættari torir at fara beint øvugtan veg. Hetta er at frøast um og vísir, at tað er til mikið gagns fyri eitt samfelag og tess borgarar [...] tí talan er um vinnufyritøkur, ið skulu vinna pening til íleggjararnar. Tað er fyri so vítt fair nokk. Tað liggur mær somuleiðis fjart at romantisera avgerðina hjá nýggju leiðsluni í Eik um ikki at hækka
Nei, Føroyar vistu tey einki um. Tey vistu heldur einki um írskar munkar í Føroyum. Jú, onkur mintist landsdystin millum Írland og Føroyar. Dublin Vit kvettu Írland av um miðjuna og gjørdu av at koyra [...] Myndir: Eirikur Ólason Simonsen (3. partur) Hetta og mang annað sat eg og hugsaði um, meðan vit sigldu við 40 míla ferð um Írska Havið úr suðurvesturskotsku ferjuhavnini Stranraer til Belfast í Norðurírlandi [...] írskt. Belfast Minnist sangin hjá Bony M, Belfast. Minnist hvussu syrgilig søgan um norðurírska høvuðsstaðin var. Søgan um bilbumburnar, hatrið, borgarakríggið, stongdar býarpartar, alvápnaðar bretskar hermenn
Sjúrði Skaale, tí hesin hevði dittað sær at siga nøkur kritisk orð um framferðarháttin hjá formanninum í sama Miðflokki, tá málið um broytingina í grein 266b var fyri á løgtingi. Flestu fólk tíma illa [...] hesin Bill Justinussen aftur úti við rívuni, eftir at Sosialurin hevði eina sera beinrakna oddagrein um samanvavstur av politikki og átrúnaði, sum alsamt meiri hevur verið at sæð til í seinastuni í Føroyum [...] koma við ”góðum ráðum” til nýggja blaðstjóran, sum í botn og grund ikki var annað enn ein duld hóttan, um, at skal blaðnum verða lív lagað í framtíðini, so skal redaktiónin bera fram offurlamb fyri ásjón Bills
feløgini um at koma við rættleiðingum, soleiðis at listin í størri mun kann gerast eftirfarandi. Hartil hevur FSF eisini áður staðfest siðvenjuna, at hevur ein spælari altíð umboðað eitt og sama felag, so [...] viðgjørdi støðuna, sum fyribils hevur havt við sær, at besta mansliðið hjá HB er koyrt úr kappingini um Løgmanssteypið. Listin er vegleiðandi Tey trý nøvnini, sum Útvarpið nevndi, eru so langt ífrá tey einastu [...] hevur EB/Streymur lagt avrit av spæliloyvinum hjá Sorin Anghel á heimasíðu sína. Og sum so er á leið sama søgan galdandi, tá gingið verður gjøgnum listan, sum HB hevur sent við í sínum skrivi. Á listanum