Óttist ikki tí Bill hevur talað

Sylvintur Gíslason, Reykjavík

So var hesin Bill Justinussen aftur úti við rívuni, eftir at Sosialurin hevði eina sera beinrakna oddagrein um samanvavstur av politikki og átrúnaði, sum alsamt meiri hevur verið at sæð til í seinastuni í Føroyum. Bill gjørdi einki minni enn at leggja Sosialin undir at vera farnan í heilagan bardaga móti Miðflokkinum – sikken eitt skotsmál!
Hann er skjótur í boksihandskarnar, hesin grimdarhugaði religiónspolitikarin, og fyri góðum mánaði síðani var ikki lukkuligt at standa fyri, tá hann legði eftir Sjúrði Skaale, tí hesin hevði dittað sær at siga nøkur kritisk orð um framferðarháttin hjá formanninum í sama Miðflokki, tá málið um broytingina í grein 266b var fyri á løgtingi.
Flestu fólk tíma illa í eitt blaðkjak við slíkar religiónsfanatikarar, tí vit vita, at tað er sum ein skrúva uttan enda at kasta seg út í slíkan polemikk – líka mikið hvat tú sigur, hvussu rætt tú hevur, og hvussu dyggiliga teir verða settir skákmát, so rínur einki við teir kortini, tað prellar alt av eins og gummikúlur móti einum betonveggi.
Tá tað fyri nakað síðani gjørdist alment, at Dimmalætting fær nýggjan blaðstjóra, tá gjørdi Bill einki mætari enn at koma við ”góðum ráðum” til nýggja blaðstjóran, sum í botn og grund ikki var annað enn ein duld hóttan, um, at skal blaðnum verða lív lagað í framtíðini, so skal redaktiónin bera fram offurlamb fyri ásjón Bills. Hetta offurlambið er at leggja lok á allan tíðindaflutning, sum ber brá kritikki mótvegis teokratiska og anti-demokratiska framferðarháttinum hjá Miðflokkinum, teirra veljarum og teirra líkum.
Anti-demokratiskt er tað víst, tá hesir løgtingslimir, beint eftir at uppskotið um at banna diskriminering av fólki vegna teirra seksuellu orientering, ikki virdu demokratisku viðgerðina, men ætlaðu sær í óðum verkum at fáa málið út til fólkaatkvøðu, eftir at tað longu var vorðið parlamentariskt samtykt.
Fanatisman er eyðsýnd, og hetta hóast eingin homofobikari nýtist at fáa ilt í ein ávísan enda, tí eingin noktar teimum at liva tað lív, teir vilja.
Tí hesa áheitan á allar fjølmiðlarnar: Missið ikki fótafestið hóast óðir religiónsfanatikarar hótta. Tit standa tykkum best við framhaldandi at lýsa øll samfelagsviðurskifti á ein so óheftan hátt sum gjørligt, eisini um tað gongur religiónsfanatikarum ímóti.