Óvanliga linir dómar

Hóast tveir ungdómar vórðu dømdir eftir §245, sum næstan av sær sjálvum gevur treytaleysa fongsulsrevsing, fingu bæði treytaðan dóm

Føroya Rættur hevur í morgun viðgjørt tveir tilburðir, har ungfólk stóðu ákærd fyri at sláa við fløskum.
Talan var um tveir atskildar tilburðir, og í fyrra førinum stóð ein 19 ára gamal drongur ákærdur fyri at hava sligið ein javnaldra í høvdið við einari fløsku.
Ákærdi mintist einki frá hendingini, og kundi tí ikki játta seg sekan.
Hendingin hevði tó eina undansøgu. Ákærdi stóð og prátaði við ein vinmann, tá órættaði knappliga leyp á hann og skallaði hann í andlitið. Ákærdi greiddi frá, tað sortnaði fyri sær og hann datt niður á vegin. Síðani varð honum fortalt, at hinir báðir trampaðu og sparkaðu hann, til ein annar vinmaður legði upp í og fekk ákærda til hús.
Ákærdi valdi kortini ikki at melda hendingina til løgregluna, tí teir báðir høvdu kenst heilt frá fyrsta flokki og fram til dagin í dag. Hann hevði síðani eisini tosað við viðkomandi um hendingina og sagt honum, at hon var løgd aftur um bak.
Men í oktober í fjør fór so nýggja hendingin fram, har ákærdi langaði eina fløsku í høvdið á órættaða. Ákærdi greiddi frá, at hann hevði drukkið nakað um kvøldið og seinni fór hann í veitslu einastaðni í býnum, har órættaði eisini var til staðar. Ákærdi dugdi tó ikki at siga, hvat var hent og hví hann hevði sligið órættaða við fløskuni.
Ákærdi greiddi frá, at hann rímiliga tíðliga á kvøldinum hevði fingið black-out, og einki vist til sín, fyrr enn hann vaknaði aftur heima hjá sær sjálvum dagin eftir.
Hann hevði skursl og sár á høgru hond, men helt bara, at hann mundi vera dottin kvøldið fyri. Ikki fyrr seint sama dag ella dagin eftir fekk hann at vita, at hann hevði sligið órættaða við einari fløsku.

Lítið samband
Vitnið greiddi frá, at hann hevði verið við í balli hetta kvøldið, har eisini ákærdi var. Teir høvdu tó ikki tosað saman í ballinum, men einaferð vitnið – sum eisini var órættaði – fór út at roykja, stóð ákærdi knappliga í durunum við einari fløsku í hondini. Teir báðir tókust eitt sindur, og órættaði spurdi, um ákærdi ætlaði at sláa seg. Hesum noktaði ákærdi fyri, men hann hevði ikki meiri enn sagt tað, tá hann langaði til við fløskuni. Órættaði fekk snarra sær eitt lítið sindur, men varð kortini raktur í síðuna av høvdinum. Fløskan fór í sor av slaginum.
Vitnið váttaði, at teir báðir høvdu kenst síðani fyrsta flokk, teir høvdu gingið í paralellflokki í sama skúla.
Spurdur um fyrru hendingina, vildi vitnið ikki úttala seg, men segði tó, at onkur ósemja hevði verið teirra millum, og at seinna hendingin við fløskuni kanska hevði samband við tað. Hann metti tó ikki, at fyrra hendingin kundi rættvísgera, at ákærdi sló hann við fløskuni.
Ákærdi greiddi í rættinum frá, at hann hevði tosað við órættaða um hendingina, og eftir hansara uppfatan høvdu teir báðir nú lagt hetta aftur um seg. Heilt somu meining hevði órættaði kortini ikki og greiddi frá, at teir báðir bert høvdu tosað stutt saman eina ferð eftir hendingina í oktober.
Eftir at vitnið hevði givið sína frágreiðing fór ákærdi út aftan á honum fyri at biða um umbering, og teir báðir góvu hvørjum øðrum hondina.

Óvanligir dómar
Ákærdi nýtti høvið at enda proseduruna, nakað ið sjáldan kemur fyri. Hann tosaði væl fyri sær og heitti á dómaran um at gera revsingina treytaða. Hann var júst byrjaður í læru, og noyddist hann inn at sita, kundi læruplássið koma í vanda.
Eisini ákærin, Finn Ougaard, var rættiliga mildur í sínari proseduru. Hann mælti til 40 daga fongsul, men lat tað upp í hendurnar á dómaranum at gera av, um dómurin skuldi verða treytaður ella ikki.
Verjin, Turið Debes Hentze, vísti á, at talan var um eina staka hending, sum órættaði fyri ein part sjálvur mátti taka skuldina fyri. Eisini vísti hon á, at ákærdi júst var komin í læru, og at atlit áttu at takast til tað.
Eftir stutta umhugsan dømdi dómarin, Peter Flügge, ákærda sekan í at hava sligið órættaða við einari fløsku, men móti vana gjørdi hann dómin treytaðan, júst við teimum grundgevingum, sum ákæri og verji høvdu ført fram.
Tað var tí ein fegin lærlingur, sum aftur kundi fara til arbeiðis.
Eisini í einum seinni máli var dómarin mildur. Hesaferð snúði tað seg um eina tá 17 ára gamla gentu, sum hevði sligið táverandi dreingin hjá sær í høvdið, somuleiðis við einari fløsku.
Hon var um ta tíðina úti á einum skráplani í lívi sínum, men hevur nú tikið seg um reiggj og er farin í skúla. Eisini í hesum førinum mælti ákærin til treytaðan dóm, meðan verjin helt, at sjálvt ein treytaður dómur í hesum førinum er ov harður.
Fríða Patursson mælti tískil til, at talan verður um ein dóm uttan revsiáseting. Dómarin gjørdi av, at dómurin ikki fellur fyrr enn um eina viku. Hann kundi tó troysta ákærdu gentuna við, at talan verður um ein treytaðan dóm.
Sostatt vóru tveir unglingar í Føroya Rætti í morgun dømdir treytaðar dómar, hóast teir vórðu dømdir eftir §245, ið altso vanliga gevur treytaleysa fongsulsrevsing.