Tilbúgving
-Hetta var eitt ótrúliga groft álop á teir føroysku djóralæknarnar.
Tað heldur Bjarni Mikkelsen, formaður í Magistarafelag Føroya, sum djóralæknarnir eru limir í.
Tað, hann sipar til, eru tey óvanliga grovu høggini, sum fullu niðuryvir føroysku djóralæknarnar á sálvum Føroya Løgtingi mikudagin.
Tað hevur gingið strilti at semjast um eina vaktarskipan, so at djóralæknarnir kundu ganga vakt og altíð verið til reiðar, skuldi bráðneyðugur tørvur verið á teimum uttanfyri vanliga arbeiðstíð, eitt nú í sambandi við fiskasjúkur ella tað hóttandi fuglakrími.
Tað fekk teir báðar fólkafloksmenninar, Poul Michelsen og Óla Breckmann at løða hart og at skjóta við skørpum eftir djóralæknunum. Av tingsins røðarapalli skuldsettu teir djóralæknarnar fyri at seta samfelagsins trygd í vanda. Djóralæknarnir vóru eisini skuldsettir fyri at royna at misbrúka støðuna viðvíkandi fuglakrími til at kroysta pengar burturúr tí almenna niður í egnar lummar og teir vóru enntá kallaðir bæði ómoralskir og ósosialir av hundunum.
Kassin stongdur
- Hatta er ótrúliga groft, tí eg kenni ongan í hesum landinum, sum fer til arbeiðis uttanfyri vanligaarbeiðstíð, uttan at fáa eina samsýning afturfyri, sigur formaðurin í Magistarafelagnum.
Fòlkafloksmenninir hildu, at djóralæknarnri áttu at spegla sær í teimum, sum manna bjargingarfeløgini og sum altíð eru til reiðar, tá ið brúk er fyri teimum
- Vit samanbera okkum ikki við bjargingarfeløgini. Vit hava eina høga útbúgving við okkum og vit samanbera okkum við apotekarar og læknar. Tað er ongin munur á einum lækna og einum djóralækna, heldur hann.
Bjarni Mikkelsen vísir á, at privatu djóralæknarnir hava eina vaktarskipan. Tað er ein skipan, sum bøndur hava fingið ígjøgnum so at seyður og neyt kunnu fáa djóralæknahjálp eftir vanliga arbeiðstíð.
Eisini apotekarar hava eina vaktarskipan.
- Hetta eru vaktarskipanir, sum vit hava fingið at vita, kosta eina hálva millión um árið.
Formaðurin í Magistarafelagnum leggur dent á, at tað einasta, sum Magistarafelagið hevur biðið um, er, at djórlæknarnir, sum skulu ganga í vakt í sambandi við fiskasjúkur og fuglakrím, o.s.fr., fáa eina vaktarskipan sum líkist skipanini, sum apotekarir, hjálparlæknar og privatu djóralæknarnir hava í samband við landbúnaðin.
- Vit eru skuldsettir fyri at hava kravt fimm ferðir so nógv, sum apotekarar og djóralæknarnir í sambandi við jarðarbrúk, fáa. Men tað er heilt burturvið, tí vit biðja bara um tað sama.
Men tað einasta, sum higartil líkist einum tilboði frá Fíggjarmálaráðnum til okkum, er, at landið kann betala 10.000 krónur um mánaðin fyri eina slíka skipan og tað er bara ein brotpartur av tí,sum apotekerar og djóralæknarnir fáa fyri at tryggja bóndrunum hjálp uttanfyri vanliga arbeiðstíð.
- Tað, sum vit annars fáa at vita frá landsins myndugleikum, er, at gjaldið fyri eina vaktarskipan er við í vanligu lønini.
Men tað er heilt burturvið, tí tað er ikki galdandi fyri nakran annan starvsbólk, sum vit kunnu samanbera okkum við.
Ikki bara ein fartelefon í reyvalumman
Av tingsins røðarapalli var tað hildið at vera grovt, at djóralæknarnir ikki kundu ganga við eini fartelefon í reyvalummanum sum næstan ongantíð ringdi uttan at fáa stóra samsýning afturfyri
Bjarni Mikkelsen heldur, at tað tann, sum segði hetta, hevur ikki skilt eitt petti av tí, hvat ein vaktarskipan er.
- Tann, sum hevur vakt, kann skal vera til reiðar innanfyri eina hálvan tíma, tá ið boð eru eftir honum. Tað merkir, at hann kann ikki fara á fjall og hann kann ikki fara á flot. Hann kann heldur ikki hann fara at ferðast og hann kann ikki fara í veitslu hjá einum vinmanni og fáa sær eina kenning ella á Svangaskarð at hyggja eftir fótbólti.
Tann, sum hevur vakt, er bundin og tað ber ikki til at binda fólk, uttan at geva teimum samsýning aftur fyri og tað er bara tað Og tað er bara tað, vit vilja hava.
Formaðurin í Magistarafelagnum nevnir brandstøðina í Havn, sum eitt dømi
- Har eru eisini fólk á vakt. Tíbetur arbeiða tey ikki so nógv, men tey eru bundin av arbeiðnum, tí endamálið við vaktarskipanini er, at tað er onkur at ringja til, tá ið brúk er fyri tí og tað. Og tað hetta, sum ein samsýning er fyri.
- Men at vit skulu útnytta støðuna við fuglakrími til at trýsta eina eina lønarhækking ígjøgnum er heilt burturvið.
- Annars er hetta málið eldri enn so, men tað er bara ongantið komið longri.
Og Bjarni Mikkelsen ásannar, at enn er ongin semja í eygjón, tí tað er rættiliga langt ímillum partarnar.
Annars sigur hann, at tað er samfelagið, sum hevur brúk fyri eini vaktarskipan og tað er ikki Magistarafelagið, sum hevur biðið um tað, so tað má vera landsstýrið, sum spælir út. Sjálvir vilja djóralæknarnir nokk helst hava sína frítíð.
- Men verða vit boðsendir, eru vit altíð til reiðar at koma til samráðingar um spurningin, men tað sær ikki út til at Fìggjarmálaráðið hevur nakran serligan skund, leggur hann afturat.