Tá løgtingið um dagarnar hevði slíkan skund at fara í jólafrí, so var tað ikki tí, at Løgtingið hevur havt serliga nógv at gera. Í øllum førum ikki, um vit bera saman talið av tingfundum og talið av lógaruppskotum í ár í mun til undanfarin ár.
Higartil hesa tingsetuna, tað vil siga frá ólavsøku og fram til jóla, hevur løgtingið havt 33 fundir. Tað er munandi færri fundir enn sama tíðarskeið í fjør – og munandi færri enn sama tíðarskeið tey seinastu 10 árini:
2016: 33 tingfundir
2015: 49 tingfundir
2014: 38 tingfundir
2013: 44 tingfundir
2012: 42 tingfundir
2011: 52 tingfundir
2010: 49 tingfundir
2009: 46 tingfundir
2008: 49 tingfundir
2007: 47 tingfundir
2006: 46 tingfundir
Higartil í ár hevur 48 vanlig tingmál løgd fyri Løgtingið. Tað er eisini munandi minni enn í fjør, tá tey vóru 54 í tali – fyri ikki at tala um árini frammanundan, tá nógv fleiri tingmál vórðu løgti fyri tingið hetta tíðarskeiðið:
54 tingmál í 2015
65 tingmál í 2014
67 tingmál í 2013
70 tingmál í 2012