Hósvík: - Eg havi faktisk málað síðani eg dugdi at ganga!
Ein av teimum sum aftur hesa ferð ætlar at seta sín dám - ella rættari sagt: sínar litir - á Sundalagsstevnuna í Hósvík er klaksvíkingurin, Adolf Johannesen.
Hann hevur búð í bygdini tey seinastu fimm árini. Og hann hevur lagt merki til, hvussu ótrúliga nógv motivir finnast í hesi lítlu, vøkru bygdini miðskeiðis á Streymoynni.
Við stevnuna í bygdini fyri trimum árum síðani hevði hann eina listaframsýning. Og nú Hósvík aftur eigur túrin at skipa stevnuna, ætlar hann sær at gera sítt til at tey við áhuga fyri málningum eisini skulu hava okkurt gott at fara til.
Saman við einum øðrum listarmanni, Jacobi Fuglø úr grannabygdini Hvalvík og einum øðrum aftrat, skipar hann tí fyri listaframsýning í skúlanum um vikuskiftið.
- Eg havi sjálvur einar 30 málningar, sum eg ætli mær at framsýna. Eg veit ikki beint nú, hvussu nógvar Jacob hevur.
- Men vit miða so eftir at hava eina fjølbroytta framsýningum við tekningum, akvarellum og málningum, sigur Adolf Johannesen, sum seinastu vikurnar ikki hevur gjørt stórt annað enn at mála til framsýningina.
Ótømandi motiv
Adolf hevur sum nevnt altíð málað, og luttók longu sum 16 ára gamal á eini framsýning á Norðoyastevnu í heimbýnum Klaksvík.
Hetta hevur hann hildið fram við líka síðani, og nú hann og familjan búsettust í Hósvík hevur hann ikki lagt pensilin á hyllina. Heldur tvørturímóti.
- Her í Hósvík eru ótrúliga nógv og vøkur motivir at finna. Her er faktisk ótømandi við motivum.
- Hugsa bara um ánna, fossin og alt hitt. Jú, hetta er eitt gott stað fyri ein listamálara, sigur Adolf.
Í Klaksvík var hann rættiliga ofta úti í Borðoyavík og málaði.
- Eg havi verið so nógv harúti og málað, at eg kann næstan mála Borðoyavík blundandi, sigur hann skemtandi.
Seldi alt
Tá Adolf seinast hevði framsýning í Hósvík gekk ikki long tíð fyrrenn hann hevði selt allarflestu málningarnar.
Tá framsýningin var av hevði hann eisini selt allar málningar sínar. Hóast hetta ljóðar ótrúligt, so hevur Adolf eisini eina frágreiðing um hví so er.
- Mær dámar sera væl at mála bygdarløg. Og her í Hósvík hevur eingin higartil gjørt júst hetta, sum mær dámar so væl.
- Eg havi tí hesaferð funnið nærum øll motivini úr bygdini - bátar, hús, gæs og onnur sermerki fyri bygdina, sigur hann.
Sjálvur er hann ikki iva um, at bygdarfólkið fegnast um hetta. Við hansara myndum kunnu tey ogna sær ein málning av nøkrum av tí, sum tey kenna til og sum tey soleiðis kunnu varðveita á vegginum heima í stovuni.
Koltur eitt paradis
Hóast nógv motivir eru at finna í Hósvík, so dámar Adolfi eisini sera væl at fara í onnur støð at mála.
Eitt av hesum støðum er Koltur, og hagar hevur hann vitjað fleiri. Hann og bóndin, Bjørn Patursson kennast frá fyrrverandi arbeiðsplássi hansara, og Adolf hevur tí við jøvnum millumbil vitjað hesar sjáldsama vøkru oyggina.
- Í Koltri er fantastiskt at vera. Har kann eg mála í friði, uttan at verða órógvaður av fólki sum vilja hyggja eftir tí, sum eg geri.
- Tað er einki at taka seg aftur í at Koltur er eitt satt paradís fyri listamálarar, sigur Adolf.
Fann hvørvistein
At Adolf eisini hevur kunnað gjørt hósvíkingar bilsnar av viðurskiftum og motivum í bygdini, sum tey einki vistu um, vísir hetta dømið frá framsýningini við undanfarnu stevnu.
Sum fremmandur í bygdini dámar honum sera væl at finna fram til motivir, sum bygdarfólkið kanska ikki leggur merki til ella kanska hevur gloymt.
Ein dagin hann var úti í slíkum ørindum gekk hann sær fram við ánni í bygdini. Og har bar hann eyga við nakað, sum hugtók listarligu eygu hansara.
Har mitt í ánni stóð ein gamal hvørvisteinur, sum beinanvegin varð festur á blað í einari tekning.
Tá so framsýningin var í 2002 undraðu fleiri seg um, hvagani henda myndin mundi vera. Fleiri teirra vistu ikki, at hetta var úr teirra egnu heimbygd, tí steinurin kemur bert til sjóndar í vetrarhálvuni, tá grasvøksturin ikki goymir hann. Um summarið, tá fólk kanska í størri mun ganga fram við hesum staðnum, var hann ikki at síggja.
Júst við eini slíkari mynd kann Adolf vera við til at varðveita nakað av tí, sum mong fólk ikki geva sær far um í egnum umhvørvi.