Óttin tykist ógrundaður

Kappingin kann enda í ruðuleika við kærum allar vegir. Soleiðis ljóðaði staðfestingin, eftir at Útvarpið fríggjadagin viðgjørdi spæliloyvið hjá Páll M. Joensen  ella mangul upp á sama. Kærurnar kunnu væl koma, men óttin fyri at hesar enda við dómsfelling, tykist ógrundaður

Fótbóltur

Bogi Løkin hjá NSÍ, Klæmint Matras hjá B36 og Sorin Anghel hjá EB/Streymi. Hetta vóru trý nøvn, sum vórðu løgd á borðið fyri kappingarstjóranum hjá FSF, tá Útvarpið fríggjadagin viðgjørdi støðuna, sum fyribils hevur havt við sær, at besta mansliðið hjá HB er koyrt úr kappingini um Løgmanssteypið.

Listin er vegleiðandi
Tey trý nøvnini, sum Útvarpið nevndi, eru so langt ífrá tey einastu, sum eru nevnd í málsviðgerðini av spæliloyvinum hjá Páll M. Joensen. Í svarskrivinum, sum HB sendi FSF, tá málið var til viðgerðar, framganga eisini tíggju onnur nøvn á spælarum, sum eftir spælaralistanum at døma ikki eru skrásettir hjá tí felag, sum hesir umboða.
Men eitt er, hvat spælaralistin sigur. Annað er, hvat staðfestingarnar á útskrivaða spæliloyvinum siga. Fótbóltssambandið hevur frá fyrsta degi  eisini áðrenn talgildi listin varð lagdur út  sagt, at listin er vegleiðandi. Og í fleiri førum hevur verið heitt á feløgini um at koma við rættleiðingum, soleiðis at listin í størri mun kann gerast eftirfarandi.
Hartil hevur FSF eisini áður staðfest siðvenjuna, at hevur ein spælari altíð umboðað eitt og sama felag, so verður hesin roknaður sum lógligur.
Av teimum trimum dømunum, sum Útvarpið nevndi, er hetta seinasta galdandi fyri Boga Løkin og Klæmint Matras, meðan tað fyri Sorin Anghel er galdandi, at spælaralistin ikki var eftirfarandi. Og fyri at koma øllum ivamálum og illgitingum til lívs, hevur EB/Streymur lagt avrit av spæliloyvinum hjá Sorin Anghel á heimasíðu sína.
Og sum so er á leið sama søgan galdandi, tá gingið verður gjøgnum listan, sum HB hevur sent við í sínum skrivi. Á listanum eru ellivu spælarar, harav átta ongantíð hava skift felag. Málið við Sorin Anghel er lýst omanfyri, og teir báðir seinastu eru dømi um, at listin hjá FSF ikki er fullfíggjaður. Soleiðis finst Dánjal Hansen framvegis sum spælari hjá B68, men verður skrivað Danjal við »a«, so sæst, at hesin hevur skift frá B68 til NSÍ. Og hóast Jústinus H. Hansen ikki stendur skrásettur sum spælari hjá ÍF, so stendur hann skrásettur sum dómari, og er talan soleiðis eisini um skeiva skráseting í hesum.

Siðvenjan er greið
Hvat kæran til Dómsnevndina frá HB ber við sær, ber illa til at staðfesta, fyrr enn hendan er viðgjørd. Men av síðulinjuni tykist tó, sum er møguleikin fyri eini kolldøming av dóminum onkra staðni millum lítil og eingin. Fyrst og fremst, tí siðvenjan talar fyri, at felag verður dømt at tapa dyst, um spæliloyvi hjá spælara ikki er í lagi.
Hetta hevur verið støðan í óteljandi fordømum í yngru deildum. Hetta var eisini støðan, tá B36 og KÍ í fjør máttu siga farvæl til steypakappingina, og higartil í ár hevur hetta eisini verið støðan hjá Fram, NSÍ og HB. Og eisini uttanlands hevur siðvenjan verið tann sama. Eitt nú, tá Herfølge á sinni misti bronsumerki og UEFA-Cup pláss, tí spæliloyvið hjá Jákupi Mikkelsen ikki var fingið í rættlag, eftir at hesin hevði verið eitt legg heima í Klaksvík.