- Vit høvdu øgiliga lítið at gera!
Tað sigur Steinbjørn V. Olsen, sum er samarittur hjá Reyða Krossi.
Samarittarnir eru fastir fusir á nógvum av teimum stóru tiltøkunum, har teir veita fólki, sum koma illa fyri, fyrstuhjálp, bæði likamliga, og sálarliga.
Teir plaga eisini at vera til staðar á teimum G-festivalum, sum hava verið, og onkuntíð hava teir havt úr at gera. Men tað høvdu teir ikki í ár, tí Steinbjørn V. Olsen, sigur, at teir høvdu ógvuliga lítið at gera í ár, aftur ímóti, hvat teir hava havt at gera onnur ár.
Hann sigur, at tey vóru 10-12 fólk á vakt ísenn, men teir høvdu bara smásnuddir at taka sær av.
- Nógv tað mesta av tí, vit høvdu at gera, var at hjálpa fólki, sum høvdu kokt fótin, ella sum høvdu skorið seg av brotnum fløskum og gløsum. Men so vóru tað eisini nøkur, helst ungfólk, sum leitaðu sær inn í okkara tjald, bara at verma seg ein løtu, ella at fáa eitt prát.
- Summi hava brúk fyri at práta um okkurt, og tað er eisini eitt slag av fyrstuhjálp, vit veita, og í summum førum eru vit sum foreldur at teimum ungu, sigur samaritturin.
Hann sigur eisini, at tey høvdu at kalla onki arbeiði yvirhøvur av fólki, sum høvdu brúk fyri hjálp, tí tey vóru deyðadrukkin, ella ávirkað av øðrum rúsevnum.
Hann heldur, at tað eru serliga eini viðurskifti, sum hava gjørt seg galdandi og tað er, at tað vóru ikki so nógv fólk á festivali í ár. Og ein orsøk til tað, var, at veðrið var so ringt at kalla allan fríggjadagin og fríggjakvøldið. Av tí sama fóru nógv fólk heim, og nógv komu heldur ikki aftur og sostatt vóru færri fólk á ársins G-festivali enn tað plaga at vera.
Hann sigur eisini, at tað sást aftur á tjaldingarplássinum, har munandi færri fólk vóru enn tað plagar at vera.
Høvdu fólk havt gingið í tríggjar dagar, sum vanligt, heldur enn í tveir, sum nógv gjørdi á festivalinum í ár, hevði støðan helst verið øðrvísi, ikki minst av vænti eg, at fleiri fólk høvdu havt tørv á hjálp av ovurnýtslu av rúsdrekka, ella rúsevnum, sigur hann.
Steinbjørn V. Olsen sigur, at tað eru 25 virknir samarittar í Føroyum, og teir eru í aldrinum 18 til 24 ár.
- Boð eru eftir okkum at kalla hvørt einasta vikuskiftið alt summarhálvárið, so hjá fleiri av okkum er summarið strævið, sigur hann.
- Men vit gera hetta av áhuga, og tað er ikki so, at vit ikki eisini hava tað stuttligt, tí tað fáa vit eisini stundir til, leggur hann afturat.