Í Føroya Fiskimannafelag fara tey nú undir eitt nýtt átak, har felagið bjóðar limum til hugna í Lugarinum, sum tey rópa tað.
Føroya Skipara-og Navigatørfelag hevur í eina tíð havt tiltakið, Brúgvakaffi, sum hevur savnað nógvar limir til ein drekkamunn í felagshølunum.
Nú tekur so eisini Føroya Fiskimannafelag táttin upp.
- Ætlanin er at hava hugna í Lugarinum av og á, har vit bjóða okkara limum at verða hjartaliga vælkomnir í Lugarið á Bryggjubakka, har felagið heldur til.
Í Føroya Fiskimannafelag vísa tey á, at møguleiki verður at seta spurningar til felagsformannin, og annars verður høvi at sita saman og tosa um mangt og hvat.
- Fyrsti hugnin í Lugarinum verður nú mikumorgunin, hin 8. oktober frá klokkan 10-12. Vit bjóða kaffi, rundstykkir og vinarbreyð.
Endamálið við átakinum er, at felag og limir kunnu hava eina hugnaliga løtu saman - í Lugarinum á Føroya Fiskimannafelag.
- Tað er ikki neyðugt at boða frá luttøku - tað er bara at møta upp, verður lagt.