hevði onkur teirra enntá havt stundir at seta seg niður at yrkja ein sang til kvøldið. Jú, lagið er gott – »spenningur er í luftini, og als einki er avgjørt enn«, sum ein vissur klaksvíkingur plagar at taka [...] nógv gott í pottinum og kannunum at bjóða gestunum. Klaksvíkar Sjónleikarfelag hevði boðið valevnunum inn á gólvið hjá sær at síggja og hoyra um umstøðurnar, tey høvdu Onkur av teimum uppstillaðu tóku orðið
savnast, at eta ein døgurða saman undan jólum. Nøvnini, sum hetta tiltak fær, eru fleiri. Onkur sigur jólaborðhald, annar jólafrokost, og so eru tað tey, sum ikki balla hetta tiltak inn og siga bara "jólaball" [...] seinasta leygarkvøld. Fólk, sum starvast í Mentanarhúsinum, siga, at borðhaldini hava verið sera væl umtókt og væl vitjað. Tey hava havt eini 200-230 fólk hvørja ferð, umframt tey, sum eru komin í almenna dansin [...] jólagreytur og mandlugáva. Fólk, sum hava etið jóladøgurðan í Mentanarhúsinum, siga, at maturin hevur verið sera góður og vælsmakkandi. Høvuðskokkur hevur verið Harald Sleire, sum býr í Syðrugøtu. Aftrat honum
gav eg leikarunum boð um at vísa teirra individuellu styrki, og tí sóu vit kanska ov ofta, at menn royndu at bróta verjurnar einsamallir. Annars haldi eg, at allir rondu at geva seg fult út. Bæði landsliðini [...] møguleikan at sæð fleiri aðrar føroyskar leikarar í dysti, og har er onkur, sum veruliga hevur yvirraskað meg. Eg vil tó ikki siga, hvønn leikarar eg havi gott eyga til. Hetta fer tíðin at vísa. [...] vit møguleika at spæla eitt sindur meir saman í dysti, og soleiðis kunnu menn læra hvønn annan betur at kenna á vøllinum. Ert tú nøgdur við tað, sum tú hevur sæð av tínum monnum í dag? Ja, sum heild eri eg
fór. Sjónvarpið var væl mannað á staðnum, og onkur helt, at tað var SvF, sum fór við ov nógvum streymi til, at høllin megnaði at bera tað. Tað var óheppið, at dysturin soleiðis »fór í svart«, tí tað oyðilegði [...] vestmenningar, sum eru nógv meira sigursvandir enn teir hjá StÍF, vístu seg eisini at hava drúgvastu royndirnar, tá tað veruliga stóð á. VÍF vann dystin 24-23, og aftaná helt onkur, at tað meira vóru [...] strandingar sum taptu, enn tað var VÍF, sum vann. Tað er rætt, at StÍF helst hevur víst tað besta spælið yvirhøvur í hesum kappingarárinum, og tað er eisini rætt, at StÍF ongantíð hevur vunnið nakað serligt
Johansen við, og er alt sum bendir á, at vit fara at fáa eina rimmar nýggjárskonsert í ár Teir fýra bólkarnir eru: deja vu: Mannað við ungum evnaríkum tónleikarum, sum allir hava valt at fara uttanlands á [...] tónleikaraskúla fyri at ogna sær størri førleika sum tónleikarar. Deja vu er við á fløguni Livandi tónleikur, sum kom út í summar. Deja vu er millum teir bólkar her á landi, sum ger teir bestu sangirnar [...] sermerkta sangvali. Líka sum Evert Taube syngur Bellmann, so syngur Hanus um Poul F. Hanus er altíð góður, og borgar tað fyri góðsku, at hann er við. Ikki dýrt Tað fer ikki at kosta nógv at fara til nýggjárskonsert
uppstilling er til val, at onkur tekur seg aftur, fyri at onkur atkvøðuslúkari, sum hevur staðið á síðulinjuni, kundi koma við á liðið. Hvat nú um onkur annar trekti seg fyri at geva pláss til henda okkara [...] tók til, at Todi eigur at vera á landsliðnum, var enn eitt ekko í tí skara, sum seinastu dagarnar hevur mælt somu orð. Tað hevur víst seg, at so gott sum øll okkara ítróttarpressa stendur sum ein maður [...] eisini týðandi søga og mentan. Fyri tey, sum ikki kenna søguna, er at siga, at okkara "irish connection" er 1280 ára gomul. Írski søguskrivarin Dicuil vil vera við, at írskir munkar, Papar nevndir, gjørdu
øðrum tiltøkum, sum ikki eru knýtt at ítrottini, og tað hevur nógv at siga, staðfestir Rósa Samuelsen. Aðrastaðni í stevnublaðnum kunnu tit eisini lesa um stóra vøksturin, samrøðu við ein, sum nýliga er fluttur [...] ein av bygdunum, sum skiftist um at vera karmur um stevnuna, men síðani vestmenningar vórðu partur av Fjarðastevnuni, eru tað bara Sandavágur, Miðvágur og Sørvágur, sum skiftast um at skipa fyri. Hetta [...] fyri, at stevnan nú er oftari í heimbygd teirra. Í ár er stevnan í Sandavági. Borgarstjórin í Sandavágs Kommunu er Rósa Samuelsen. Hon er errin av, at bygdin stendur undir so stórum vøkstri. At so nógv
tipp um okkurt, sum kundi verið áhugavert at tikið fram í sendingini. Tað kann til dømis verða onkur, sum hevur stovnað eitt nýtt felag av einum ella øðrum slag, ella kanska onkur sum letur ein handil [...] bert at vóna, at ein onnur líknandi sending við góðum og fjølbroyttum tónleiki kemur í staðin, so at vit onnur framhaldandi hava okkurt, sum ger, at arbeiðsdagurin gongur skjótari. Hvat tey fara at gera [...] Haraldsen Tað eru nøkur ting, sum fáa arbeiðsdagin at ganga skjótari. Millum annað eru tað nógv fólk, sum allan dagin hava útvarpstólið tendrað og á henda hátt royna at fáa tíðina at ganga eitt sindur skjótari
kortini tóktist, sum fólk høvdu hug at ivast eitt sindur, tá tey komu framat. Tí eitt nú var eingin, sum segði teimum, at spikið, sum lá í einum ílati, vanliga verður etið saman við tvøstinum, sum lá við síðuna [...] Guðrun vóru at síggja í matstovuni. Og sum leið út á kvøldið komu dansarar frá Tøkum Lætt at sýna fremmandafólkinum føroyskan dans. Bæði »vanligan« dans og dansispøl. Og sum vanligt plagar at vera, sluppu [...] ferðafólk, sum búðu á hotellinum. Men onkur føroyingur var ímillum, Treyðugt so. Og tað skal ikki skiljast soleiðis, at tað ikki er loyvt føroyingum at royna hesi frálíku tilboðini, borðið hevur at bjóða,
gera í dag. Eg eri sannførdur um, at tað er neyðugt, at vit hava eitt sterkt vinnulív, sum hevur sera góðar og fríar karmar at virka undir. Tað er jú hetta vinnulív, sum stendur fyri stórum pørtum av vi [...] Vit øll, sum fortjena nógvar pengar, mugu vera við at rinda til vælferðasamfelagið. Eisini vinnulívið. Og eg haldi faktis ikki, vinnulívið hevur nakað ímóti tí heldur. Tað er ov lætt at siga, at vælferð [...] um, og tað eigur tað sjálvandi ikki at gera. Hornasteinurin undir okkara vælferðarsamfelag er, at tey sum fortjena nógv, rinda eitt sindur meira í felagskassan, sum rindar útaftur til vælferðarsamfelagið