Vælkomin á vestanstevnu í Sandavági

Sandavágur er ein bygd í vøkstri, og Rósa Samuelsen, borgarstjóri, bjóðar øllum vælkomnum á vestanstevnu í Sandavági. - Har fólk er inni, er hurðin opin, sigur borgarstjórin

Seinasta bygdastevnan áðrenn Ólavsøkuna, er vestanstevnan. Vestmanna var vanliga ein av bygdunum, sum skiftist um at vera karmur um stevnuna, men síðani vestmenningar vórðu partur av Fjarðastevnuni, eru tað bara Sandavágur, Miðvágur og Sørvágur, sum skiftast um at skipa fyri. Hetta hevur hvørki gjørt stevnuna verri ella betri, men á Vágoynni eru tey bara glað fyri, at stevnan nú er oftari í heimbygd teirra. Í ár er stevnan í Sandavági.
Borgarstjórin í Sandavágs Kommunu er Rósa Samuelsen. Hon er errin av, at bygdin stendur undir so stórum vøkstri. At so nógv fólk flyta til bygdina og byggja sær hús.
 Tað sigur seg sjálvt, at tað ikki er pláss fyri øllum í Havn. Og tá tað er so deiligt í Sandavági, so er tað púra natúrligt at fólkið kemur henda vegin, sigur Rósa Samuelsen skemtandi.
- Sandavágur er ein livandi bygd, og tað er nokk fyrst og fremst tí, at so nógv velja at byggja her, greiður borgarstjórin frá. Samstundis vísir hon eisini á aðrar týdningarmiklar faktorar, sum bíligu grundstykkini, góða umhvørvi og sentrala plaseringin. Hon vísir eisini á stóra arbeiði ítrottarfelagið í bygdini ger fyri bygdina. - Ítrottarfelagið ger eitt risa arbeiði. Tey skipa eisini fyri øðrum tiltøkum, sum ikki eru knýtt at ítrottini, og tað hevur nógv at siga, staðfestir Rósa Samuelsen.
Aðrastaðni í stevnublaðnum kunnu tit eisini lesa um stóra vøksturin, samrøðu við ein, sum nýliga er fluttur inn í nýggj hús, umframt fleiri aðrar spennandi greinar.

Stevnan hevur týdning
Til aðrar stevnur hevur onkur sagt, at tíðin er farin frá stevnunum og at tær ikki hava týdning longur. Hesum er Rósa Samuelsen ikki samd við:
- Vestanstevnan hevur stóran týdning. Fólkið í bygdini gleðir seg dagarnar frammanundan, og tú sært eisini at fólkið stákast til stevnuna. Serliga fyri tað sosiala í bygdin er vestanstevnan týdningarmikil, og tað hevur altíð verið soleiðis á stevnunum her, at er fólk inni, so er hurðin opin, sigur Rósa Samuelsen, borgarstjóri i Sandavágs Kommunu, sum ynskir at bjóða øllum vælkomin á vestanstevnu í Sandavági.