Jól í hondum
Tað er vorðið ein fastur táttur hjá flestu arbeiðsplássum, bindiklubbum og øðrum bólkum, har fólk savnast, at eta ein døgurða saman undan jólum. Nøvnini, sum hetta tiltak fær, eru fleiri. Onkur sigur jólaborðhald, annar jólafrokost, og so eru tað tey, sum ikki balla hetta tiltak inn og siga bara "jólaball". Men, sum danir taka til, at "kært barn har mange navne..."
Hjá nógvum arbeiðsplássum í Eysturoy man leiðin ofta hava borið til Havnar í desember til hesi borðhald. Og tó; vit hava nøkur góð matstøð í Eysturoy, eitt nú John's Resturant í Saltangará og Muntra í Fuglafirði.
Men í ár hevur so Mentanarhúsið í Fuglafirði eisini lagt seg út í kappingina um jólagestirnar.
Skipað hevur verið fyri trimum stórum jólaborðhaldum, harav tað seinasta var seinasta leygarkvøld.
Fólk, sum starvast í Mentanarhúsinum, siga, at borðhaldini hava verið sera væl umtókt og væl vitjað. Tey hava havt eini 200-230 fólk hvørja ferð, umframt tey, sum eru komin í almenna dansin aftaná.
Undirhald og dansur
Matarskráin í Mentanarhúsinum til jóladøgurðan hevur verið dunna, lambasteik og oksasteik við ymiskum sløgum av eplum, salatum og sósum. Á skránni hevur eisini verið jólagreytur og mandlugáva.
Fólk, sum hava etið jóladøgurðan í Mentanarhúsinum, siga, at maturin hevur verið sera góður og vælsmakkandi. Høvuðskokkur hevur verið Harald Sleire, sum býr í Syðrugøtu. Aftrat honum hava verið tveir hjálparkokkar, umframt eini 10-12 onnur starvsfólk, sum hava runnið ímillum borðini, vaskað upp og annað.
Undir borðhaldinum hevur Hilmar Jan Hansen undirhildið, og hann hevur eisini spælt undir, tá ið felagssangir eru sungnir.
Eftir sjálvt borðhaldið, hevur Flemming Petersen spælt til almennan dans.
Sum skilst, eru nógv fólk, sum hava verið aðrastaðni og etið jóladøgurða, komin í Mentanarhúsið seinni um kvøldið til almenna dansin, har tey hava hugnað sær saman við hinum jólagestunum.
Næstu stóru tiltøkini á skránni í Fuglafirði, er eitt brúdleyp, 21. desember, tá við Mimi Steintórsdóttir og Jan Otto Straagaard Holm, bæði úr Fuglafirði, fara at giftast.
Jóladansur verður, 2. jólakvøld, og 27. desember verður DJ-Show.