Í gjárkvøldið – valaftan – vóru flestu valkafé'irnar í Klaksvík væl vitjaðar, og høvdu tær eisini nógv gott í pottinum og kannunum at bjóða gestunum.
Klaksvíkar Sjónleikarfelag hevði boðið valevnunum inn á gólvið hjá sær at síggja og hoyra um umstøðurnar, tey høvdu
Onkur av teimum uppstillaðu tóku orðið á kafé'unum og lótu á henda hátt »síðstu oljuna«, nú veljast skal í dag.
Tónleikur og sangur var eisini á skrá, og hevði onkur teirra enntá havt stundir at seta seg niður at yrkja ein sang til kvøldið.
Jú, lagið er gott – »spenningur er í luftini, og als einki er avgjørt enn«, sum ein vissur klaksvíkingur plagar at taka til.