Vælgagnist

Næmingar í 10. flokki í Vestmanna skúla hava havt verkætlan sum lið í undirvísingini, har tey hava sett á stovn og rikið matstovu í skúlanum

Matstova
Vestmanna:

Næmingarnir í 10. flokkunum í Vestmanna skúla hava gjørt matstovu í skúlanum. Hetta er úrslitið av árligu verkætlanini hjá skúlanum, og bæði næmingar og lærarar lata væl at.
Flokkarnir hava býtt seg í bólkar, fimm í tali, greiðir Bogi Hansen, sum er ein av næmingunum, frá. Hann sigur, at bólkarnir hava fingið hvør sína uppgávu at umsita, og at tað tykist hava riggað bara heilt væl.
Ein bólkur hevur havt við alt innkeypt at gera. Ein annar stendur fyri matgerðini. Ein triðji hevur gjørt reklamu fyri tiltakinum. Tann fjórði hevur verið runt og hugt at, hvussu aðrir skúlar hava skipað sínar matstovur, meðan tann seinasti er tann, sum kallaður hevur verið nevndin, og skal halda skil á øllum.
Næmingarnir hava kannað og lagt til rættis eina matstovu í skúlanum. Heilt frá byrjan til enda, nú tey flýggja út mat til næmingar og lærarar á skúlanum.
Vit hava verið á stðum sum Læraraskúlanum, Studentaskúlanum í Hoydølum og á Føroya Handilsskúla og hugt at, hvussu kanitinurnar virka har, greiða tey frá.
?Síðan hava vit gjørt av, hvat vit ætla at hava av tilboðum í matsovuni her. Tá tað var avgjørt, varð biðið um tilboð frá ymsum heilsølum upp á tað tilfar, sum brúkast skuldi, og síðan keypt.
Matin gera tey sjálv. Alt sum er. Baka pizzasniglar og steikja frikadellur. Skera grønmeti til salat og gera eplasalat. Tvíflísar (sandwich) gera tey eisini, og har eru eitt nú egg í, sum tey kóka. Skinkan er kortini keypt liðug. Grísarnar hava tey ikki til taks.
Næmingunum dámar væl. Bæði teimum, sum luttaka í verkætlanini, og teimum, sum bara fáa at eta burturav.
Næmingarnir siga, at teimum dámar eisini at sleppa undan tí dagliga matpakkanum og halda tað vera eitt gott hugskot við kantinu í skúlanum.
Eitt, sum bæði næmingar og lærarar nevna, er, at nú slepst eisini undan matroykinum, sum altíð er í stovuni, tá byrjað verður aftur eftir matsteðgin.
Eisini bygdarráðið hevur víst tiltakinumáhuga, siga næmingarnir. Tá tiltakið er endað, fær bygdarráðið úrlsitini av teimum royndum, tey hava gjørt, og so kunnu tey liggja til grund fyri, um arbeitt verður víðari við eini fastari kantinu í Vestmanna skúla.