Vælnøgdur landsliðsvenjari

Eftir kappingina á Hálsi 2. jóladag fingu vit orðið á landsliðvenjaran, Birgir Hansen. Hann var sera væl nøgdur við kappingina.
- Hetta var ein góð kapping fyri landsliðið. Nú fingu vit møguleika at spæla eitt sindur meir saman í dysti, og soleiðis kunnu menn læra hvønn annan betur at kenna á vøllinum.
Ert tú nøgdur við tað, sum tú hevur sæð av tínum monnum í dag?
Ja, sum heild eri eg væl nøgdur. Undan kappingini gav eg leikarunum boð um at vísa teirra individuellu styrki, og tí sóu vit kanska ov ofta, at menn royndu at bróta verjurnar einsamallir. Annars haldi eg, at allir rondu at geva seg fult út.
Bæði landsliðini lótu nógv má ígjøgnum. Er hetta nakað, sum tit mugu arbeiða við?
Ja, vit lata ov nógv mál inn í dag, og hetta er nakað, sum vit heilt sikkurt mugu arbeiða meir við. Samarbeiðið millum verjurnar og málverjarnar var heldur ikki nóg gott í dag, og hetta er eisini nakað, sum vit mugu rætta undan komandi landsdystunum.
Vart tú nøgdur við mótstøðuna, landsliðini fingu í dag?
Ja, eg haldi, at bæði úrvalsliðini spældu góðan hondbólt. Tey royndu at kempa, og fleiri leikarar vístu ótrúliga gott hondbóltsspæl í dag, so hetta var fínasta slag.
Kunnu vit vænta at síggja onkrar nýggjar leikarar á landsliðnum komandi tíðina?
Hvørki Marius, Regin ella Josef vóru við landsliðnum í Luksemburg, men teir kunnu heilt víst vænta sær at vera við til komandi venjingar. Harafturat havi eg havt møguleikan at sæð fleiri aðrar føroyskar leikarar í dysti, og har er onkur, sum veruliga hevur yvirraskað meg. Eg vil tó ikki siga, hvønn leikarar eg havi gott eyga til. Hetta fer tíðin at vísa.