privata partinum er so stórur, at um tað almenna eisini fer at gera íløgur, so kann tað virka við til, at búskapurin verður ovhitaður. Ein brádlig niðurgongd í búskapinum tá, kann enda við at landsstýrið [...] hevur yvirskot sum er, so er tað neyvan nóg stórt til tær íløgur, sum liggja fyri framman. Inntøkurnar hjá landskassanum øktust í 1997; bæði skattainntøkurnar og avgjaldsinntøkurnar, hóast ein ávís skattalækking [...] eisini móti fleiri skattalættum. Ikki tí, ein skattalætti nýtist ikki bara verða av tí ónda, men tað minkar um inntøkugrundarlagið hjá landskassanum, og kann, um ein niðurgongd kemur, enda við at skatturin
mannamúgvu, og tíðin eins og steðgar á, tá hesin vakri sangurin rungar av Tinghúsvøllinum. Í øllum hesum hátíðarliga byrjar so eisini politiski veruleiki okkara. Ein politiskur gerandisdagur, sum langt frá altíð [...] samstarv, har báðir partar virða tey sjálvsøgdu mørk, sum eiga at vera millum vinnu og politikk - eitt samstarv, sum byggir á viljan til at koma víðari. So hóast hesi gráu skýggini skugga fyri sólini, er hetta [...] sambært løgtingslóg, so hvørt sum politiskur vilji er til tess á løgtingi. Tó verða nøkur málsøki, sum lógin ikki fevnir um, ið einans kunnu verða yvirtikin, um Føroyar skipa seg sum sjálvstøðugt land. Tey
yvirgangsritur ? so hava vit føroyingar eisini havt okkara. Í gamla bóndasamfelagnum var ein ikki góðtikin sum rættur maður, fyrr enn ein hevði verið til bjarga fyri fyrstu ferð. Og ein genta var ikki eitt [...] og vandafullu dagarnar á grasfløtuni, so varð hann góðtikin sum ein vaksin, djarvur indiáni. Hann var nú komin eitt stig hægri á tilverunnar tignaðarstiga. Eins og preriuindiánararnir hava havt síni mansverk [...] ella eitt nýtt flakavirki er ein íløga hjá eigarunum. Og tað skuldi verið so ? um ein ikki hugsar um áttatiárini ? at eingin setir pening í eitt flakavirki ella eitt skip, ið ein framman undan veit ikki fer
vísir til tey mongu úttalilsi, sum hava verið um júst tey umstríddu økini í Hvítu sonuni. Tað er ein sannroynd, at allur oljuídnaðurin metir Hvíta økið sum sera áhugavert. Um so er at føroyingar ætla at slaka [...] einki annað enn fyri at gera eitt lobbyarbeiði, sum kann tæna bretskum áhugamálum í marknatrætuni. Tað hava teir sjálvandi loyvi til, men vit skulu bara ikki vera ov bláoygdir og taka alt teir siga fyri góða [...] tá tað nú hevur eydnast at fáa danska forsætisráðharran at taka málið upp, so má tað roynast. Tað vil vera ein deyðssynd og eitt álvarssamt prestisjutap nú at draga í land aftur. Tvørturímóti eiga vit at
teir hava ikki so nógva tíð at gera nakað við teir gomlu motorarnar. Tað kann tó vera at onkur annar í familiuni fer at gera nakað við motorarnar. - Trupulleikin er eisini tann, at tað eru bara teir eldru [...] Motorarnir, sum Olivar hevur savnað saman, standa ymsastaðni í Runavík. Onkur stendur í onkrari byngju, og onkur stendur inni. Keypt motorar í Danmark Áhugan fyri motorum hevur Olivar havt mest sum alt sítt [...] sítt lív. Longu sum 12 ára gamal byrjaði hann at arbeiða í smiðju. Fyrstu árini arbeiddi hann á Skála, og í eini 12 ár sigldi hann sum motorpassari. Seinni flutti hann til Runavíkar. Í 1965 byrjaði hann fyri
hana, sum hon hugsaði um. Men hon tók sær um reiggj og byrjaði so spakuliga at fara útaftur. - Eg mátti bara fara út, tí inni kundi eg ikki verða sitandi, so hevði eg blivið svøk. Soleiðis eri eg bara. Men [...] honum unnaðist at vera millum tey. Pól Eyðfinn, sum á pappírinum stavaðist Poul Eyðfinn, var ein fryntiligur og dámligur maður, sum flest øll kendu. Tað sást best á tí stóra fylginum, sum tók ímóti, tá Ågot [...] Eyðfinni, sum hanga uppi á veggunum í hugnaliga heiminum á Rættargøtu. Ein fær ta fatan av henni, at her er talan um eina familju, sum hevur verið fyri eini syrgiligari vanlagnu, men sum á ein ella annan
lótu aftur. Ein bygd, sum enn ikki er merkt av hesum, er júst Árnafjørður. Hóast bygdin liggur fáar kilometrar frá stórplássinum Klaksvík, so hevur bygdini kortini eydnast at varðveita ein av hesum tænastum [...] plássum er vanligt at handilin - ella handlarnir - hava hvør sítt navn. Hetta navnið kann vera tað almenna navnið, og sum ein samstundis hevur fest á eitt skelti við inngongdina inn í handilin. Í Árnafirði [...] eplum. Nær kann hugsast, at fólk aftur kunnu keypa epli í handlinum? - Tað er einki problem, sigur Páll. Eg fari nú at siga hetta við konuna, so at hon kann bíleggja fleiri epli. - Og eg rokni bara við, at
Tað kann ikki vera nakað nýtt, hvørki fyri Føroya fólki ella fyri Føroya Løgtingi, at eg eri dóttir pápa mín. Eg kann ikki taka støðu til, um eg eri gegnig ella ikki gegnig. Men eg kann siga so mikið [...] frá uttan so, at tann myndugleikin, sum hevur sett meg, krevur tað. Annars hevur Helena Dam á Neystabø ikki hug at gera viðmerkingar til gitingar um, hvat kann henda víðari í hesum máli, tí so veit hon [...] Neystabø, sum leggur afturat, at hetta var tann spurningurin, sum hon legði størstan dentin á at fáa svaraðan. ? Tað er ikki spruningurin, um vit eru nøgd við svarið, ella ikki. Vit skulu bara gera okkara
øðrum liði, og tað var tað, sum SvF keypti í fjør, og tað var orsøkin til, at teir fingu fótbóltin so »bíliga«. ? Men vit vóru bara so heppin, at t. d. Manchester United, sum hevur eina rúgvu av viðhaldsfólki [...] tí sóðu føroyingar tað, sum teir flestu vildu síggja. Tað er prísurin fyri hesar dystir, sum næstan er tvífaldaður, og tað vildu vit ikki vera við til, sigur Øssur Winthereig, sum er keddur av, at tað heldur [...] fyri enskum fótbólti, mugu finna sær eina aðra rás at síggja hann á. SvF kann ikki bara senda til ein lutfalsliga »smalan« hóp fyri so nógvar pengar. ? Tað mugu hyggjararnir hjá okkum smyrja seg við, sigur
verður eingin loysn funnin á málinum, kann hetta gerast ein fíggjarlig hóttan hjá virkunum. Men í løtuni hava virkini ikki so nógv at gera, og sostatt er heldur ikki so nógv slógv. Á Sancy Seafood í Vági [...] stjórin á Delta Seafood, Magnus Jespersen, sigur kortini, at verður ein loysn ikki funnin, so slógv aftur kann førast um fjørðin sum skjótast, merkir hetta, at virkið missir nógvan pening, og tað hevur [...] Tá kundi ein loysn longu verið funnin. Men hann leggur dent á, at tað als ikki nyttar at keglast um sokallaða slógvtrupulleikan, tí um fólk seta seg niður við góðum sinni at loysa hann, so kann hann verða