? Slógvið er eingin trupulleiki

? Bingjurnar hjá Sigfríði Vørðhamar eru fløskutættar, og tí eiga als ongir trupulleikar at vera av at flyta fiskaslógv norður um fjørð við Smyrli um rætt verður farið fram. Hetta sigur Harld Eirikstoft, stjóri á fiskavirkinum Hamranesi í Hvalba.

Stjórin á fiskakvirkinum Hamranesi i Hvalba er vísur í, at ein loysn verður funnin, so slógv aftur verður flutt norður um Suðuroyarfjørð við Smyrli. Grundgeving hansara er, at fiskaslógvið als ongar trupulleikar voldir á biladekkinum umborð á Smyrli, um farið verður fram á rættan hátt.

? Vit hava flutt slógv norður til Havsbrún í Kollafirði í hálvtannað ár, og vit hava aldri havt stórvegis trupulleikar av hesum. Bingjurnar, Sigfríður Vørðhamar nýtir til flutningin eru púra fløskutættar, og tí rennur als einki fiskaslógv úr teimum, sigur Harald Eirikstoft.

Orsøkin til, at fiskaslógvið bein nú er vorðin ein trupulleiki er sambært Haraldi Eirikstoft tann, at bæði ferðafólkaflutningurin og farmaflutningurin við Smyrli hevur verið so mikið stórur í summar, at pláss rætt og slætt ikki hevur verið umborð fyri bingjunum við fiskaslógvi. Tí hava tær staðið á bryggjuni í sólarhitanum í dagavís, meðan bíðað hevur verið eftir einum túri, har pláss er at taka tær við. Men meðan bingurnar hava staðið á bryggjuni í nógva sólarhitanum, er gerðing farin fram í slógvinum, og tískil eru bingjurnar brostnar, so tær eru farnar at leka.


Flytast hvønn dag

? Um slógvið verður ført hvønn dag fekst, er lítil og eingin luktur av tí, og heldur ikki rennur evja úr bingjunum, tí tær eru jú fløskutættar. Tá er eingin munur á at føra slógv og at føra feskan fisk. Lukturin er tann sami, og um føroyingar ikki tola fiskalukt, kunnu teir bara flyta av landinum. Tað er jú fiskurin, ið heldur okkum uppi.

Í løtuni landa tveir trolarar hjá Hamranesi í Hvalba, og tískil fær virkið eisini væl av slógvi teir næstu dagarnar. Men hetta heldur stjórin ikki vera nakran trupulleika.

? Vit fylla slógvið í bingjurnar, ið vit hava til endamálið, og tá bingjurnar eru fullar, flyta vit tær norður um fjørð, so tær koma til Fuglafirðar. Eg eri nevniliga vísur í, at ein loysn verður funnin á málinum, og væntandi verður hon funnin longu í dag, sigur ein avgjørdur Harald Eirikstoft.

Hinvegin ivast stjórin á Hamranesi í, um SL í veruleikanum hevur loyvi at nokta at flyta slógv. Hann sigur, at tá felagið hevur einkarætt til sjóvegis flutningin millum oyggjarnar, eigur tað eisini flyta tað, ið flytast skal. Harafturat heldur hann, at SL átti at havt fund við fiskavirkini og Heilsufrøðiligu Starvsstovuna áðrenn noktað varð at flyta slógv. Tá kundi ein loysn longu verið funnin. Men hann leggur dent á, at tað als ikki nyttar at keglast um sokallaða slógvtrupulleikan, tí um fólk seta seg niður við góðum sinni at loysa hann, so kann hann verða loystur beinan vegin.


Fíggjarlig hóttan

Slógvtrupulleikin rakar øll fiskavirkini í Suðuroynni. Og verður eingin loysn funnin á málinum, kann hetta gerast ein fíggjarlig hóttan hjá virkunum. Men í løtuni hava virkini ikki so nógv at gera, og sostatt er heldur ikki so nógv slógv. Á Sancy Seafood í Vági avskipaðu tey fisk í gjár, og í dag er einki virksemi á virkinum. Tað sama er galdandi fyri Delta Seafood á Tvøroyri. Men stjórin á Delta Seafood, Magnus Jespersen, sigur kortini, at verður ein loysn ikki funnin, so slógv aftur kann førast um fjørðin sum skjótast, merkir hetta, at virkið missir nógvan pening, og tað hevur tað ikki ráð til. Tó væntar hann trupulleikan at verða loystan í næstum.