? Teir flestu av motorunum, eg havi liggjandi, kenna fólk als ikki í dag. Nóg illa teir, sum arbeiða í smiðju, kenna hesar motorarnar, sigur Olivar.
? Tað er meir fyri at vísa teimum ungu, hvussu motorarnir vóru fyrr, at eg eri farin undir at savna uppá gamlar motorar.
? Eg havi ætlað at teir kundu komið á eitt savn, so áhugað kundu komið inn og sæð teir. Eg havið verið á onkrum tílíkum savni í Danmark, og har hava teir staðið á standarum, meðan teir hava gingið.
? Eg havi hugsað nakað tað sama her í Føroyum. Motorarnir verða reinsaðir og málaðir í ymsum litum. Síðan verða teir vístir fram, meðan teir eru í gongd.
Søgulig virði farast
? Eg havi spurt meg fyri bæði her hjá kommununi og hjá onkrum søvnum um at fáa teir á eitt savn, men áhugin tykist ikki at vera fyri tí. Eg havi eisini ætlað sjálvur at byggja eitt savn at hava motorarnar standandi í, men tað havi eg ikki fingið loyvi til.
- Tískil standa motorarnir og farast. Sjálvur eri eg gamal og sjúkur nú og klári ikki at gera nógv meir við tað. Eg haldi tað er spell, at hesi søguligu virðini skulu fara burtur í einki.
Motorarnir, sum Olivar hevur savnað saman, standa ymsastaðni í Runavík. Onkur stendur í onkrari byngju, og onkur stendur inni.
Keypt motorar
í Danmark
Áhugan fyri motorum hevur Olivar havt mest sum alt sítt lív. Longu sum 12 ára gamal byrjaði hann at arbeiða í smiðju. Fyrstu árini arbeiddi hann á Skála, og í eini 12 ár sigldi hann sum motorpassari. Seinni flutti hann til Runavíkar. Í 1965 byrjaði hann fyri seg sjálvan við maskinverkstaðnum, P/f Olivar Rasmussen ella Mekanik, sum tað verður nevndur í dagligari talu.
- Nakrar av motorunum havi eg fingið hendur á, tá ið vit hava gjørt umvælingar á Mekanik. Tað er tá ið motorar skuldu skiftast út.
? Teir flestu motorarnar havi eg hinvegin fingið fatur á í Danmark. Eg havi verið fleiri biltúrar í Danmark og koyrt runt frá staði til stað fyri at keypa motorar. Tey fyrstu árini gekk hampuligt at fáa hendur á motorum. Men tey seinnu árini hevur ikki verið lætt. Søvnini í Danmark eru farin avstað við teimum flestu motorunum.
- Tað er eitt sindur ójavnt hvat eg havi goldið fyri motorarnar, frá næstan einki til eini 11.000 krónur. Harafturat havi eg verið noyddur at gjalda toll fyri at flyta teir inn til Føroya. Virðið á teimum motorunum, eg havi liggjandi, er um 60.000 ? 70.000 krónur.
100 ára
gamlir motorar
? Onkur av motorunum eru sera sjálvsamir, og teir finnast ikki aðrastaðni í dag. Til dømis havi eg tveir 100 ára gamlar motorar. Sjálvt ikki søvnini í Danmark hava so gamlar motorar, trúgvi eg. Tað eru bara nakrir einstakir, um teir eru til.
Báta- og skipsmotorarnir eru nógva ymsastaðni frá. Fleiri eru gjørdir í Danmark, men har eru eisini enskir, týskir, norskir og ein úr New Zelandi.
Stórur munur
á motorunum
Tað er ikki við so góðum tannabiti, at Olivar leggur ætlanirnar um eitt motorsavn frá sær. Sonurin og abbasonurin reka nú Mekanik, men teir hava ikki so nógva tíð at gera nakað við teir gomlu motorarnar. Tað kann tó vera at onkur annar í familiuni fer at gera nakað við motorarnar.
- Trupulleikin er eisini tann, at tað eru bara teir eldru menninir, sum vita nøvnini á motorunum. Á fleiri av motorunum eru nøvnini nevnliga tikin av. Sjálvur havi eg spurt meg fyri hjá øðrum eldri monnum um ymsar motorar fyri at finna útav nøvnunum.
- Eg haldi, at tað bara eru teir yvir 80 ár, ið vita nøvnini á motorunum. Og tað fækkast eisini av teimum.
? Tað er eisini eitt kynstur at nýta hesar motorarnar. Teir virka nevnliga ikki á sama hátt, sum teir nýggju. Í grundini er stórur munur á. Til dømis var ein motorur sum teir í smiðjuni høvdu reint at fáa í gongd. Men teir høvdu ikki hitað hann nóg nógv, og tí gekk tað ikki.
- Teir gomlu motorarnir ganga undir nógv hægri trykki. Teir nýta petrolium og eru bæði størri og tyngri í mun til motorarnar sum verða gjørdir í dag. Teir gomlu gingu við eini 300 umdragingum, meðan teir nýggju ganga við eini 3000.
? Eg veit ikki hvat hendir við hesum motorunum, men sjálvur klári og orki eg ikki at gera nógv meir við teir, sigur 85 ára gamli Olivar.