hevði rópt. - Her er mín allarbesta grein. Her kanst tú seta teg, um tú vilt - vælkomin. - Tað var gott, svaraði fuglurin. - Ja, tá vinir tínir eru farnir, so mugu vit hjálpa tær. Her er helst best at sita [...] segði Gud, tú nertir ikki tey trøini, sum hava hjálpt hinum lítla fuglinum við tí brotna veinginum. Tey skulu altíð hava síni bløð og nálir. Og tí er tað at granntræið, furan og berjarunnurin standa grøn alt [...] nokk við okkara egnu fuglar. Eg kann ikki taka mær av hvørjum sum helst. So hugsaði fulgurin: Eikin er sterk. Eg spyrji hana. - Tú stóra Eik, tú ert so sterk. Kann eg sleppa at búgva í tínum leyvi til várs
í Cherokee, sum er størsti býurin har á leiðini, men her er støðan tó ikki heilt so ring sum í Panama City, men hóast tað, er talan um rættuligan stórbý, um samanborið verður við lítla høvuðsstað okkara [...] gjørt við at pynta og stákast har á leiðini, hóast tað sjálvandi ikki er sami jólahýrur, tá útlitini fyri kava eru somikið vánalig. Kavin er eisini nakað av tí, sum Hjørdis serliga saknar har vesturi, men hóast [...] Hoyvíkina ella Havnina. Stórur stættarmunur er, og sonevnt slumkvarter eru eisini at síggja í býnum. »Foreldur« hennara hava tó roynt at sagt henni frá, hvar tað er trygt at vera, og hvar man helst ikki skal
tann evropeiska búskapin, einamest fyri tann týska, sum eisini er tann størsti einstaki búskapurin í evropeiska samstarvinum. Gongdin er greið - vøksturin verður alt meir sjónskur fyri hvørt lyklatal, [...] og lítlum arbeiðsloysi í USA er ein rentuhækking væntandi fyrst í komandi ári. Vit kunnu rokna við stórum kursbroytingum báðar vegir næstu dagarnar nógv ávirkað av tí lítla virkseminum, men vænta vit, at [...] Englandi komandi ár Enska pundið Enska arbeiðsloysið er nú tað lægsta, tað hevur verið í 19 ár. Hetta hevur tó ikki økt um inflatiónina, sum framvegis er niðanfyri hámarkið hjá Enska tjóðbankanum. Væntandi
Tað er ikki oftari enn so, at ein møtir einum jólamanni til handils, men tað var soleiðis eg av fyrstan tíð hitti henda jólamannin. Ja, nú er tað kanska eitt sindur skeivt at siga jólamannin; tí í grundini [...] grundini er jólamaðurin ein kona - í hvussu er tann jólakonumaðurin vit tosa um. Fitt og fryntlig stóð hon har og greiddi frá teimum fittu eygunum, og lítið visti hon, at tað var ein blaðmaður, sum stóð undir [...] henni dámar tað, skal eingin ivast eina løtu í. ? Tað er so ótrúliga stuttligt at síggja hvussu børnini reagera tá tey síggja jólamannin, og tað er so einastandandi stuttligt at vera aftanfyri skortin ta
givið út um Føroyar, er partur av einari verkætlan, ið er stuðlað av ST. Verkætlanin snýr seg um at geva út í bók neyvar lýsingar av øllum limalondunum í ST. Bókin um Føroyar, ið er prentað bæði á Føroyskum [...] bókini. Tað er Kári Olsen, ið hevur tikið sær av at savna inn tilfar um bygdirnar. Føroysk í odd og egg Snotuliga og rúgvusmikla verkið um Føroyar er føroyskt í odd og egg, hóast bókin er prentað bæði [...] Føroyar og bókunum um onnur størri lond er tann, at útgávan um Føroyar lýsir hvørja einastu bygd í landinum, meðan hetta ikki ber til í útgávunum um størru londini, tí har er so nógv at fara um. Tí eru tað ikki
hevur havt eina guðgivna ætlan. Sum so er tíðin eitt flótandi hugtak, - hon er ein karmur, ið fevnir um eitt innihald. Tíðin er sum so ikki mál í sjálvum sær, men er eitt tól, ið skipar skiftið vøku og søvn [...] tað hevur altíð verið, er og verður. Við hesum nema vit ein annan sannleika. Tað æviga lívið er meira enn eitt óendaligt tíðarskeið. Tað æviga lívið er eitt innihald, og innihaldið er kunnleikin um Guð og [...] 20 øldin er næstan runnin, og við spenningi verður hugt inn í 21. øld. Vit fara í jólafríð í 2. ártúsundi, og tá vit eftir nýggjár aftur fara til verka, ja, tá er triðja ártúsund byrjað. Nógv er gjørt burturúr
tá ein ungur maður, um 20 til 24 ára aldur, brádliga leyp á unga mannin, sum er 24 ára gamal, og sló og sparkaði hann. Gentan fekk boðað løgregluni frá gjøgnum fartelefon, men eisini hon fekk harða viðferð
mió.kr. um árið. Veruleikin er tó tann, at vit bert vedda fyri millum 12 og 15 mió.kr. um árið, og at tað tískil er stórt sannlíki fyri, at Tipstænastan gevur Føroyum eina lítla peningainnspræning. Verður [...] varveita sín part av samlaðu peningaupphæddini. Í løtuni er tað eisini soleiðis, at parturin hjá Føroyum er ásettur við fólkatingslóg, men tað er jú eingin trygd fyri, at henda ikki verður broytt. Hetta [...] ÍSF hevur longu ásett ein býtislykil, soleiðis at parturin hjá einstøku sersambondunum longu er ásettur. Býtið er gjørt á tann hátt, at samlaða upphæddin verður býtt í 70 partar, og síðani verður ásett, hvussu
til verðina. Talan var um eina lítla havnardiddu, sum á henda hátt kom at skriva ein lítlan part føroyskari søgu, hóast lítla gentan enn ikki man vera varug við, at so er. Tey bæði erpnu foreldrini at hesi [...] Sostatt fekk eldra dóttir teirra eina skjóta føðingardagsgávu, við tað at henda verður 4 ár í dag. Lítla gentan hevði ikki meira enn rópt fyri fyrstu ferð, so var aftur grátur at hoyra á føðideildini, við tað [...] tað at kl. 16.39 fingu Gunnleyg og Petur Páll Juul av Eiði sítt fimta barn. Talan varð um ein lítla beiggja, sum longu nú hevur 4 systkin. Beint fyri midnátt kom so seinasta nýggjársbarnið í hesum umfarinum
Hvat er tað, sum dregur? Og hvat er tað, sum er drívmegin aftan fyri alt tað ósjálvsøkna arbeiði, sum gjørt verður? Eg hugsi, tað er kenslan av at vera partur av einum livandi samfelagi. Tað er kærleikin [...] Gott kvøld góðu landsmenn Nýggjársaftan er fram um onnur kvøld kvøldið, tá høvi er hjá tí einstaka at líta aftur um bak og minnast árið, ið fór. Hetta kvøldið er eisini eitt gott høvi hjá okkum sum tjóð [...] hesa tíðina er tað, sum okkara samfelag stendur á í dag. Okkara grundarlag er skapt av øllum teimum ættarliðum, sum hava kent hetta landið sum sítt. Nú vit fara inn í eitt nýtt ártúsund, er hóskandi at