Sterk lyklatøl úr Týsklandi
Seinastu vikuna hava vit fingið nógv lyklatøl fyri tann evropeiska búskapin, einamest fyri tann týska, sum eisini er tann størsti einstaki búskapurin í evropeiska samstarvinum. Gongdin er greið - vøksturin verður alt meir sjónskur fyri hvørt lyklatal, ið verður kunngjørt.
Bæði gongdin í týsku heilsøluprísunum eins og indeksið fyri vónirnar hjá týsku framleiðarunum eru til framtíðina vuksu meira, enn roknað varð við. Týsku renturnar eru av somu orsøk hækkaðar munandi seinastu dagarnar.
Danski marknaðurin fylgdi týsku gongdini, og fullu donsku kursirnir samstundis, tó so at Danmark kláraði seg eitt vet betur.
Tekini um framgongd í evropeiska búskapinum áttu at stuðla evruni, og styrknaði hon eisini í fyrsta umfari, men verður evran aftur handla um pari móti amerikanska dollaranum.
Evran var nærum líka veik í summar, men tá var støðan ein heilt onnur í evropeiska búskapinum, tí ongin tekin vóru um vøkstur. Nú er vøkstur komin í búskapin, men evran hevur ongantíð havt minni virði mótvegis dollaranum enn júst nú.
ECB hevur ikki vilja intervenerað til fyrimuns fyri evruni, bert tí hon hevur mist virði mótvegis dollaranum, men vilja teir fyrst leggja uppí, tá ið greið tekin eru um, at málsetningurin fyri evropeisku inflatióna er hóttur.
Sterku búskaparligu lyklatølini samanhildið við eina veika evru styrkja um trúnna, at evropeiski tjóðbankin hækkar leiðandi rentuna týðuliga næsta ár, og kunnu vit rokna við, at danski tjóðbankin beinanvegin fylgir somu gongd.
Í dag hevur amerikanski tjóðbankin fund, sum hevur viðført spenning undan fundinum, og eru kursirnir falnir nakað av hesi orsøk. Úrslitið av fundinum kann verða rættuliga avgerandi fyri marknaðin, sum frammanundan er nógv ávirkaður av jólunum, og tað alsamt nærkandi aldarskiftið við lítlum virksemi á marknaðinum. Vit vænta tó ikki, at
amerikanski tjóðbankin spillir okkum jólafriðin við at koma við einari rentubroyting nú. Við stórum vørueftirspurningi og lítlum arbeiðsloysi í USA er ein rentuhækking væntandi fyrst í komandi ári.
Vit kunnu rokna við stórum kursbroytingum báðar vegir næstu dagarnar nógv ávirkað av tí lítla virkseminum, men vænta vit, at marknaðurin fer at verða meira støðugur fyrstu tíðina eftir árskiftið.
Gongdin hesa seinastu vikuna hevur havt við sær, at 10-ára danska statslánsbrævið - 6% st. lån 2009 - kl. 12 í dag kostaði 103,12 móti 104,75 fyri viku síðan. 2-ára statslánsbrævið - 4% Stgb 2001 - kostaði 99,65 móti 99,73 fyri viku síðan. Tað føroyska lánsbrævið - 4,125% FRL 2000 - kostaði 99,70, sum svarar til eina effektiva rentu á 4,44%.
Gjaldoyramarknaðurin:
Væntandi rentuhækking í Englandi komandi ár
Enska pundið
Enska arbeiðsloysið er nú tað lægsta, tað hevur verið í 19 ár. Hetta hevur tó ikki økt um inflatiónina, sum framvegis er niðanfyri hámarkið hjá Enska tjóðbankanum. Væntandi verður tó neyðugt við rentuhækkingum í Englandi í fyrru helvt av næsta ári. Nær hækkingin av rentuni kemur, er trupult at meta um. Áhugin er tí stórur fyri frágreiðingini frá seinasta fundi í Enska tjóðbankanum, sum verður almannakunngjørd seinni í vikuni. Væntandi fer frágreiðingin at geva eina ábending um, hvussu tíðliga næsta ár rentuhækkingin kann væntast. Enska pundið kundi í gjár á middegi keypast fyri 1185,56 móti 1198,21 fyri viku síðani.
Evran
Nú evran nærum hevur eitt ár á baki, kann ikki sigast, at hon hevur klárað seg heilt væl. Nakrar dagar hevur hon havt lægri virði enn amerikanski dollarin, og hetta sóu evrupeisku politikararnir sum eitt stórt vandamál. Evropeiski miðbankin var tó ikki samdur við teimum í hesum og hevur tí ikki verið á marknaðinum og beinleiðis roynt at ávirka virðið. Evran hevur tó altíð verið sterkari enn amerikanski dollarin, tá evropeisku marknaðirnir hava stongt fyri dagin. Útlitini fyri komandi ári tykjast tó nakað bjartari. Leiðandi búskaparfrøðingurin í Evropeiska miðbankanum er í vikuni endurgivin fyri at siga, at útlitini fyri evropeiska búskapin nú eru tey bjartastu í 30 ár. Hetta váttar sostatt metingina hjá marknaðarluttakarum um eina bjartari framtíð fyri evruna. Evran kundi í gjár á middegi keypast fyri 744,06 móti 744,21 fyri viku síðani.