Ungt par álopið

Løgreglan í Havn leitar eftir einum 20 til 25 ára gomlum manni, sum mánamorgunin leyp á eitt ungt par í Vágsbotni

Mánamorgunin tá klokkan var gingin eitt korter til fimm, fekk løgreglan í Havn boð um, ateitt ungt par var álopið í Vágsbotni.

Unga parið spákaði við standmyndina av Nólsoyar Pálli, tá ein ungur maður, um 20 til 24 ára aldur, brádliga leyp á unga mannin, sum er 24 ára gamal, og sló og sparkaði hann.

Gentan fekk boðað løgregluni frá gjøgnum fartelefon, men eisini hon fekk harða viðferð frá brotsmanninum, tá hon royndi at hjálpa vinmanninum.

Unga parið fekk so mikið av løstum av álopinum, at neyðugt var at fáa viðgerð á skaðastovuni á Landssjúkrahúsinum.

Tá løgreglan kom á staðið, var álopsmaðurin rýmdur móti Skálatrø, og eydnaðist tað henni ikki at fáa fatur á honum. Tí vil løgreglan fegin frætta frá fólki, ið vita eitthvør um tilburin. Ungi maðurin segðist vera um 20 til 25 ára aldur. Hann var í gráari húgvu, myrkum jakka og bláum cowboybuksum. Tey, ið vita nakað at siga løgregluni um hendan mannin, verða biðin um at ringja á løgreglustøðina í Havn, sum hevur telefonnummar 311448.