Rúgvusmikið verk um Føroyar

The New Millennium Series er heitið á bókaverkinum, sum í sambandi við túsundáraskiftið verður givin út um øll limalond í ST.

Neyvan man nakrantíð so snotuligt og rúgvusmikið verk um Føroyar vera komið út áður. Bókin, sum World 2000 HP júst hevur givið út um Føroyar, er partur av einari verkætlan, ið er stuðlað av ST. Verkætlanin snýr seg um at geva út í bók neyvar lýsingar av øllum limalondunum í ST.

Bókin um Føroyar, ið er prentað bæði á Føroyskum og enskum, lýsir hvønn krók í landinum. Tað er ikki ein einasta bygd, ið ikki verður nevnd. Harafturat lýsir bókin føroyska søgu, siðsøgu, mentan og vinnulív.


Bundin uppgáva

Óla Jákup Rólantson hevur staðið fyri ritstjórnini av bókini um Føroyar. Hann sigur, at talan hevur verið eina rættuliga bundna uppgávu. Allar bøkurnar um ymisku londini skulu nevniliga vera eins. Tær skulu líkjast so nógv, at um sligið verður upp á síðu 35 í bókini um Rumenia, skat tú kenna teg aftur á síðu 35 í føroysku útgávuni.

Ritstjórin á bókini um Føroyar vísir á, at munurin á bókini um Føroyar og bókunum um onnur størri lond er tann, at útgávan um Føroyar lýsir hvørja einastu bygd í landinum, meðan hetta ikki ber til í útgávunum um størru londini, tí har er so nógv at fara um. Tí eru tað ikki ávísar bygdir, men ávísir landslutir, ið verða lýstir í teimum bókunum.


Køn á økinum

Høvuðsuppgávan hjá Óla Jákupi Rólantssyni, sum ritstjóra, var at finna høvundar til bókina. Ikki vóru nógvir at velja í í hesum lítla landinum, men Óla Jákup royndi at finna fólk við serkunnleika til ymisku evnini, ið viðgjørd verða í bókini, og eydnaðíst hetta honum avbera væl.

Søguliga partin hevur Hans Jacob Debes, professari skrivað, kirkjusøguliga partin hevur Hans Jacob Joensen, bispur, skrivað, partin um bókmentasøgu hevur Vár í Ólastovu skrivað, Sigurd Poulsen, landsbankastjóri, hevur skrivað búskaparligu lýsingina, Klæmint Veihe, SEV stjóri, hevur skrivað um orkuveiting og Olaf Olsen, reiðari, hevur skrivað um vinnulív. Harafturat eru handilsskúlanæmingar eisini slopnir framat at skriva part av bókini. Tað er Kári Olsen, ið hevur tikið sær av at savna inn tilfar um bygdirnar.


Føroysk í odd og egg

Snotuliga og rúgvusmikla verkið um Føroyar er føroyskt í odd og egg, hóast bókin er prentað bæði á enskum og føroyskum. Høvundarnir eru allir føroyskir somuleiðis, sum tær mongu myndirnar, ið prýða bókina eru tiknar av føroyskum myndamonnum - og so eru tær harafturat eisini nýggjar.

Lay out og repro er gjørt hjá Repro Z í Havn.

Upplagið á bókini telur 10.000 bøkur. Tær verða ikki seldar í bókabúðunum. Áðrenn bókin kom út varð gjørt av, at tey, ið ætlaðu sær at keypa hana, skuldu bíleggja hana frammanundan. Og tað eru tað nógv, ið hava gjørt. Fleiri virki og stovnar hava keypt bókina, og er hon júst send teimum. Eisini hava nakrar av teimum smærru kommununum valt at keypa bókina til allar íbúgvar sínar, og verða tær givnar í jóla- og nýggjársgávu.