Tað er ikki oftari enn so, at ein møtir einum jólamanni til handils, men tað var soleiðis eg av fyrstan tíð hitti henda jólamannin.
Ja, nú er tað kanska eitt sindur skeivt at siga jólamannin; tí í grundini er jólamaðurin ein kona - í hvussu er tann jólakonumaðurin vit tosa um.
Fitt og fryntlig stóð hon har og greiddi frá teimum fittu eygunum, og lítið visti hon, at tað var ein blaðmaður, sum stóð undir liðini á henni.
Tí var hon heldur ikki sørt bilsin tá eg ringdi til henn-ara tá eg lítla løtu seinni var komin aftur á skrivstovuna.
Hon dróg á bæði - jólamenn eru jú eitt sindur smædnir - men játtaði at enda, at vit báðir, Jens Kristian kundu støkka inn á gólvið.
Og líka fitt og fryntlig sum hon stóð og segði frá í handlinum, líka hjartaliga tóku hon og maðurin ímóti okkum tá vit stungu høvdið innar.
Jú eingin ivi um, at her býr jólamaðurin, so blíð vóru tey bæði. Og hevði onkur hug at ivast, so stóðu karamellurnar á borðinum - júst sum hjá jólamanninum.
Gingið í meiri
enn fjøruti ár
Vilhelmina greiðir okkum frá, at tað var meira ella minni av tilvild, at hon byrjaði at ganga sum jólamaður.
? Tann, sum plagdi at ganga fekk forfall, og so tók eg bara yvir tað árið, og tá var ikki hugsað um, at tað skuldi halda á so leingi, sigur hon og smílist.
Og hóast hon sigur frá, sum var tað í gjár, so er tað ikki minni enn fjøruti ár síðani hon byrjaði. So leingi hevur hon nevniliga gingið sum jólamaður - 40 ár!
Tað eru ikki nógvir jólamenn, sum gera henni tað eftir, at hava gingið so leingi, men hon »slapp« ikki av aftur krókinum, tá samanumkom, tí tað fór henni í blóðið, so at siga.
At henni dámar tað, skal eingin ivast eina løtu í.
? Tað er so ótrúliga stuttligt at síggja hvussu børnini reagera tá tey síggja jólamannin, og tað er so einastandandi stuttligt at vera aftanfyri skortin ta løtuna, sigur Vilhelmina.
Kring allan býin
Tað, sum byrjaði í heiminum í fyrstani, frættist víðari, og við tíðini eru fleiri húskir løgst til á jólatúr-inum hjá Vilhelminu.
? Jú so er. Tá tað var upp á tað mesta gekk eg í 16 hús. Tað var ein túrur, sum vardi í umleið tveir tímar, sigur hon og smílist, meðan hon hugsar seg aftur í tíðina.
Og tað var ikki hissini túrur, hon fekk sær, tí tað sum byrjaði í einum grannalag, spjaddist við tíðini kring allan býin, og við eitt gekk hon bæði í Norðasta Horni, millum Gilja, á Argjum og í Hoyvík.
Harafturat hevur Vilhelmina eisini verið fastur fúsur á fleiri dagstovnum og aðrastaðni og eisini tað hevur dámt henni sera væl.
? Børnini eru so stuttlig at hava við at gera at tað er ein gleði í sær sjálvum. Tey eru so upptikin av tí sum hendir, at tey ansa ikki nakað annað uttan um seg tá jólamaðurin er á vitjan, sigur hon.
Mundi rent á
Sum vera mann, so veit Vilhelmina fleiri góðar søgur frá einum longum lívi sum jólamaður.
? Jú, so er. Einu ferðina minnist eg ein bilførara, sum púrasta misti pippi, tá hann sá jólamannin, sigur hon og flennir hart.
Hon sigur frá, at hon hevði verið runt í Havnini og var aftur á veg út á Argir, tá ið hon fyrst møtti einum bili, sum mundi fari út av, og síðani einum, sum mundi rent á.
? Tann fyrri helt nokk, han sá yvir seg, tá hann sá jólamannin koyra bil. Tann seinni sá meg fara yvir um vegin og hugdi so nógv eftir jólamanninum, at hann endaði uppi á gongubreytini uttan at hann varnaðist tað... greiðir Vilhelmina flennandi frá, og leggur afturat, at tað hevði verið pent, um jólamaðurin skuldi verið orsøk til eitt ferðsluóhapp.
Eisini veit hon at siga frá einum drongi, sum var so glaður fyri at jólamaðurin var komin á gátt, at hann vildi hava hana at vera verðandi.
? Í húsinum høvdu tey eitt kamar, sum omma hansara plagdi at brúka tá hon kom á vitjan norðanfjørðs. Hann stóð púra forgapaður og hugdi at mær tá hann segði »... tú kanst sova í ommusa kamari...«, greiður hon frá.
Ikki bara
børnini gleðast
Hóast vit sum oftast tengja jólamannin at børnunum, so veit Vilhelmina at siga frá, at tað eru ikki bara børnini, sum gleðast, tá jólamaðurin kemur á gátt.
? Einaferð, fyri nógvum árum síðani, fór eg innar til eini eldri hjún eg kendi. Tey vóru einsamøll, tí sonurin var burturstaddur. Konan stóð og gav kettuni tá eg kom innar meðan maðurin sat við klaverið. Hevði tú sæð eyguni í teimum tá eg trein innar. Sum tey vóru fegin, minnist jólamaðurin á Argjum.
? Men tey funnu ongantíð út av hvør eg var, leggur hon flennandi afturat.
Kortini hava flestu søgurnar við børn at gera, og tann seinasta hevur ikki færri enn tveir jólamenn.
? Eg var úti í Norðasta Horni har eg skuldi innar í eini hús. Tá eg kom í grannalagið gekk ein annar jólamaður beint við. Tú skuldi sæð glómurnar í børnunum, sum hugdu í vindeyganum, tá jólamenninir heilsaðust og fóru hvør sín veg. Tey hildu, at nú hevði jólamaðurin so nógv at gera, at hann mátti fáa konuna at hjálpa sær at bera út, sigur hon.
Omma skal bindast ...
Tað tykist, sum eru tey, sum ganga sum jólamenn full í góðum umberingum tá tey skulu út at skifta búna.
Vilhelmina er einki undantak í so máta, og harafturat hevur hon verið »heppin«, at hava eitt arbeiði, sum hon kann brúka sum undanførsla.
Men nú hevur ommusonurin fingið frænir av, at tað ruggar ikki rætt við jólamanninum og ommuni. Hann heldur tað vera mistonkiligt, at omman skal út at vaska jólaaftan.
? Hann hevur ein greiðan mistanka um at tað er omman, tí nú ein dagin segði hann, at í ár skal omma bindast, so hon ikki fer út beint áðrenn jólamaðurin kemur, sigur Vilhelmina, sum kortini ikki hevur hug at leggja frá sær.
Og hví skuldi hon eisini tað. Hon gavst jú ikki í fjør, hóast hon gekk við brotnum armi.
? Eg haldi at tað er farið mær í blóðið, sigur hon og flennir hjartaliga.