Bæði á Landssjúkrahúsinum í Havn, og á sjúkrahúsinum í Klaksvík høvdu tey úr at gera, og tilsamanas sóu 4 fýra nýggir føroyingar dagsins ljóst fyrsta dagin í nýggja túsundáraskeiðnum
Seinast í 20. øld
Seinasta dagin fyri túsundáraskifti var tó eisini nakað at gera á Landssjúkrahúsinum, og hálvan annan tíma fyri midnátt, kom seinasti føroyingurin í 20. øld til verðina.
Talan var um eina lítla havnardiddu, sum á henda hátt kom at skriva ein lítlan part føroyskari søgu, hóast lítla gentan enn ikki man vera varug við, at so er.
Tey bæði erpnu foreldrini at hesi gentu eru Malan Nolsøe Samulsen og Uni Arge.
Vanliga hevur tað helst verið soleiðis, at tað hevur verið pápin, sum hevur fjølmiðlarnir hava hugsað mest um, men í dag noyðist hann so at víkja fyri yngstu dóttrini, men tað man hann heldur ikki hava nakað ímóti.
Frammanundan eiga Malan og Uni fimm ára gomlu Turid, og sum vera man, so var eisini hon sera erpin um økta barnatalið hjá húskinum.
Eysturoyingar fyrst í Havn
Nýggjársdag vóru sum omanfyrinevnt heili trý pinkubørn, sum vildu sleppa framat í Havnini, og í øllum trimum førum var talan um nýggjar eysturoyingar, tveir dreingir og eina gentu.
Ivaleyst hevur staðið á gomlum nøglum nýggjársdag á Landssjúkrahúsinum, tí innan fyri góðar 20 minuttir, komu tey bæði fyrstu børnini. Klokkan 16.16 fingu Maria og Jens Bech av Skála eina dóttir. Sostatt fekk eldra dóttir teirra eina skjóta føðingardagsgávu, við tað at henda verður 4 ár í dag.
Lítla gentan hevði ikki meira enn rópt fyri fyrstu ferð, so var aftur grátur at hoyra á føðideildini, við tað at kl. 16.39 fingu Gunnleyg og Petur Páll Juul av Eiði sítt fimta barn. Talan varð um ein lítla beiggja, sum longu nú hevur 4 systkin.
Beint fyri midnátt kom so seinasta nýggjársbarnið í hesum umfarinum, tá Linda Debes av Oyri átti eitt dreingjabarn. Hon hevði annars saman við manninum, Dánjal, bíða í nakrar dagar, við tað at hon var sett til at eiga jólaaftan. Sostatt varð lítli drongurin nakrar dagar og eitt túsundáraskifti ov seinur, men hetta man helst ikki gera gleðini hjá foreldrum hansara minni.
Bíðaðu ein dag
Norðuri á Klaksvíkar Sjúkrahúsið slapp einki barn fram at fyrsta dagin í árinum, men næsta dagin í hesum túsundáraskeiðnum bar tó til, tá fyrsti norðoyingurin í hesari øldini kom í heimin.
Tá vildi ein lítil Klaksvíksdama ikki bíða longri, og fyrstu foreldrini í Norðoyggjum hetta túsundáraskeiðið gjørdust tískil Martina Steffensen og Óli Hansen úr Klaksvík.
Frammanundan hava tey eina gentu, sum nú gongur á triðja ári, og saman við foreldrinum kann hon sostatt fegnast um nýggja familjulimin.
Sum nevnt, so munnu pinkubørnini tó enn ikki vera varug við, at júst teirra føðingar hava ein feril av søgu yvir sær.
Uttan mun til føðingardag skal undirritaði tó enda við at ynskja tykkum øllum at vera væl komin í heimin..