Peningurin er nú útgoldin

Nærum 3 ár eftir, at fyrstu veddingarterminalarnir vórðu tiknir í nýtslu, kundi P/F Ítróttarvedding lata fyrsta partin av veddingarpeninginum til FUR og ÍSF

Nærum 3 ár eru nú liðin, síðani fyrstu veddingarterminalarnir í landinum vórðu settir upp. At byrja við stóðst nógv stríð av hesum, og stríðið gjørdist ikki minni, tá tað kom fram, at løgfrøðiligt grundarlag ikki var fyri hesum.

Sum tíðin leið, kom hetta tó upp á pláss, og í november mánaði í 1998 sendi Dansk Tipstjeneste so fyrsta kekkin henda vegin. Allar súður vóru tó enn ikki syftar, tí við tað at peningurin varð goldin til Landskassan, var neyðugt at peningurin skuldi standa á fíggjarlógini fyri at verða útgoldin.

Henda seinasta forðingin er nú eisin fingin av vegnum, og fyrrapartin í gjár, kundi nevndin í P/F Ítróttarvedding fyri fyrstu ferð lata peningagávu, soleiðis sum ætlanin upprunaliga var.


FUR 600 tkr.

Frammanundan var avgjørt, at innkomnið peningurin skuldi býtast ímillum ÍSF (60%), FUR (20%) og Føroya Landsstýri (20%).

Upphæddin frá Dansk Tipstjeneste var 3,3 mió.kr., og fekk FUR 600.000 kr. av hesum.

Kári Olsen, sum vegna FUR tók móti kekkinum, takkaði fyri upphæddina, og greiddi hann millum annað frá, at hetta ískoyti kom at hava sera stóran týdning fyri tað arbeiði, sum ymsu feløgini undir FUR gera.

Hóast luturin til einstøku feløgini helst fór at verða nakað smábýttur, so væntaði hann, at ískoytið fór at koma sera væl við, tí sum hann málber seg, so er talan um eina munandi upphædd hjá teimum, sum einki hava frammanundan.


ÍSF størsta bitan

Størsta bitan av køkuni fekk ÍSF, og Heðin Mortensen, forseti, greiddi vegna ÍSF frá, at hetta var ein sera kærkomin gáva hjá ÍSF, nú felagsskapurin í ár er vorðin 60 ár.

Samlaði luturin hjá ÍSF var 1,8 mió.kr., og við tað at ÍSF hoast alt ikki varð við skerdan lut, tá fíggjarætlan Landsstýrisins varð samtykt, merkir hetta, at ítrótturin í Føroyum kemur at fáa eitt fitt ískoyti til felagslívið í komandi ári.

Nevndin í ÍSF hevur longu ásett ein býtislykil, soleiðis at parturin hjá einstøku sersambondunum longu er ásettur. Býtið er gjørt á tann hátt, at samlaða upphæddin verður býtt í 70 partar, og síðani verður ásett, hvussu nógvar 70. partar einstøku sambondini skulu hava.

Sum dømi um, hvussu peningurin frá Tipstænastuni væntandi kann stuðla upp undir og menna føroyska ítróttin, nevndi Heðin Mortensen HSF.

Undanfarin ár hevur hondbólturin fingið uml. 180 tkr. um árið, men nú ÍSF hevur fingið eitt størri inntøkugrundarlag, fer upphæddin komandi ár at tátta upp móti einum 700 tkr. Hetta vil sjálvsagt viðføra, at fíggjarliga grundarlagið hjá hondbóltinum gerst sterkari, og tískil er ikki óhugsandi, at hetta kann viðføra, at vit aftur koma at fáa eitt A-landslið í hondbólti.


Vedda ov lítið

Sum nevnt, so var samlaða peningaupphæddin hesu ferðina 3,3 mió.kr., og longu í apríl mánaði kunnu ÍSF og FUR vænta at fáa eina enn størri gávu, við tað at upphæddin fyri 1999 verður uml. 6,5 mió.kr.

Hetta er sjálvsagt at fegnast um, men hinvegin eigur at verða ansað eftir, at vit ikki fara at taka hesa upphædd sum eina sjálvfylgju.

Tað er nevnliga soleiðis at býtislykilin hjá Dansk Tipstjeneste skal endurskoðast um eitt ár, og eftir tí, sum vit skiltu á umboðunum fyri Ítróttarvedding, so er tað als ikki sjálvsagt, at upphæddin verður eins stór komandi árini.

Støðan er tann, at Føroyar í løtuni fáa pening útgoldnan eftir einum lutfalli, sum svarar til, at føroyingar vedda fyri einar 30 mió.kr. um árið. Veruleikin er tó tann, at vit bert vedda fyri millum 12 og 15 mió.kr. um árið, og at tað tískil er stórt sannlíki fyri, at Tipstænastan gevur Føroyum eina lítla peningainnspræning. Verður sagt, at vit vedda fyri 12 mió.kr. skulu fyrst tær 6,5 mió.kr. til P/F Ítróttarvedding dragast burtur av. Síðani skal roknast við, at handilsmenninir fáa 8% av samlaða umsetninginum, svarandi til 960 tkr. At enda skulu so vinningarnir dragast av, og vanliga verður roknað við, at uml. 55% av umsetninginum verða býtt út aftur sum vinningar, so av teimum 12 mió.kr., sum vit vedda fyri, verða í meðal útgoldnar 6,6 mió.kr. í vinningum.

Samanlagt gevur hetta eitt negativt úrslit upp á góðar 2 mió.kr. fyri Tipstænastuna.

Sum vera man, so roynir nevndin í P/F Ítróttarvedding tó at gera tað teir kunna, soleiðis at Føroyar varveita sín part av samlaðu peningaupphæddini. Í løtuni er tað eisini soleiðis, at parturin hjá Føroyum er ásettur við fólkatingslóg, men tað er jú eingin trygd fyri, at henda ikki verður broytt.

Hetta var eisini høvuðsorsøkin til, at ÍSF mótmælti so harðliga, tá talan var um skerja játtanina frá Landsstýrinum niður í lítið og einki, tí sum Heðin Mortensen málbar seg, so hevði møguleiki verið fyri, at ÍSF eftir tógvið stríð við at fáa vedding góðkenda í Føroyum og sostatt økja um inntøkurnar hjá felagsskapinum, hevði staðið eftir við júst somu upphædd sum frammanundan, og at alt arbeiðið sostatt hevði verið til fánýtis.