at á telduøkinum er AlÞingið komu rættuliga nógv longur, enn eitt nú fólkatingið í Danmark. ? Tað er eisini nógv lættari hjá okkum at samanbera okkum við Ísland, sum í fólkatali »bert« er seks ferðir størri [...] sigur Bjarni Djurholm. ? Umboðsmannastovnurin í Íslandi er rættuliga nýggjur, sigur Marita Petersen. Hann hevur nú virkað í 10 ár, og var tað sera áhugavert at hoyra, hvussu stovnurin megnar sína uppgávu [...] Marita Petersen sigur, at tað tók eini tvey ár at venja íslendingar við stovnin, men at hann í dag verður respekteraður av øllum pørtum. ? Her tosaðu vit eisini um inhabilitet. Ísland er eisini eitt lítið samfelag
hjá kvinnum Vanligt er eisini, at atkvøtt verður um besta spælarar hjá kvinnum, og annað árið á rað var hesin spælarin at finna í KÍ. Í fjør var tað Margit Joensen og í ár var tað suvereni topskjúttin [...] atkvøtt um hvørjir teir bestu málverjarnir vóru. Tað eru VB og Dimmalætting, sum skipa fyri hesi kappingini. Julian Johnsson fekk flestu atkvøðurnar frá monnunum, og B36?arin, sum hevur havt eitt fram úr [...] vann FM-heitið, og á landsliðnum var hann fleiri ferðir besti maður. Julian orkar væl, er skjótur og sterkur, og tað eru kvalitetir, sum koma føroyska A-landsliðnum til góðar í altjóða dysti. Julian var
settur á beinkin til næsta dyst. So greið vóru boðini, sum føroyski álopsspælari Jan Allan Müller, fekk frá venjara sínum í Esbjerg. Og Jan Allan brúkti bert fýra minuttir um at svara venjaranum. Tá hevði hann [...] Roskilde, og málið hjá Jan Allan var grundarlagið undir einum 2-0 sigri. Michael Køhler økti til 2-0, tá tað manglaði stívliga korter. ? Venjarin helt ikki, at eg hevði skorað nóg nógv mál, síðani eg kom við [...] dystinum móti Hvidovre fyri viku síðani, men tá Jan Allan kom inn, eydnaðist honum at skora. ? Kappingin er harnað nógv um plássini á liðnum, tí fleiri spælarar eru komnir afturat, men eg haldi meg standa væl
ár. Tað er gott at síggja, at tað gongur fram á, men vit mugu tosa um tað, sum hendi í hesum dystinum, og royna at forða fyri, at slíkt kann endurtaka seg, sigur danski venjarin hjá Neistanum. Tað eru [...] Framgongd er at hóma ? Vit høvdu alt ímóti okkum seinasta korterið, og spælarar steðgaðu fullkomiliga upp. Vit runnu ikki fyri hvørjum øðrum, og vit vórðu fleiri ferðir dømdir fyri álopsfeil. Tað vóru 15 [...] 1. deild menn: Neistin-StÍF 26-26 (15-10) ? Alt datt saman hjá okkum seinasta korterið, men tað er ótrúligt, at vit skulu tveita eina leiðslu uppá 11 mál burtur. Neistavenjarin, Benny Vium, skilti nóg
kjansurin er til tað. NSÍ seinast Seinasta felagið, sum alment hevur fingið venjaraspurningin uppá pláss, er NSÍ. Í síðstu viku var fundur millum nevdina í felagnum og verandi venjaran, Petur Mohr, og tað, sum [...] 1997, tá hann fór frá. Tá B68 sendi sín jugoslaviska venjara til hús, tók Johan Nielsen yvir har. HB er í ár farið uttanlands eftir venjara. Hetta er fyrsta ferðin í nógv ár, at HB ger tað. Venjarin hjá HB [...] Tomislav Sivic, sum eisini er spælari, skal næsta ár aftur standa á odda fyri liðnum. B36 vann í ár meistaraheitið, og tað gevur bara ongum orsøk til at halda annað enn at venjarin er nóg góður. At onkrar hendingar
Andersen, sum umsíðir slapp burtur frá Glasgow Rangers, har hann ikki er sloppin at spæla serliga nógv. OB-venjarin Roald Poulsen hongur í klønum trái, og danska pressan er langt síðani farin at tosa um, at [...] við á vøllinum. Læknin hjá FCK sigur við danska blaðið, at tað besta hjá Toda í løtuni er, at hann heldur seg í gongd, og at eingin vandi er fyri, at føroyski álopsspælarin aftur má undir skurð. Århus [...] hann halda seg frían fyri skaðar komandi vikuna, er møguleiki fyri, at hann byrjar í málinum næstu ferð Herfølge spælir. Hóast FCK umsíðir vann aftur, er Silkeborg framvegis oddaliðið í Superliguni, eftir
Neistan og StÍF heldur løgnir. Og ið hvussu so er var talan um leikgongd, sum ikki so ofta kemur fyri. Víst var bragdið hjá mansliðnum hjá StÍF meiri eyðsýnt enn tað hjá kvinnunum hjá Neistanum, men eisini [...] ígjøgnum bæði í síðunum og mitt fyri, og úti frá hava teir serliga Ingu Danberg sum støðuga hóttan. Mildrið Jacobsen var neyv, tá hon slapp ígjøgnum á vonginum, og úti frá royndi Inga Danberg seg fleiri ferðir [...] Seinastu fimm minuttirnar fyri hálvleiki gekk væl hjá StÍF, og tá fóru gestirnir av Strondum og Skála frá 7-7 og uppá 11-7, sum eisini var støðan í hálvleikinum. Í seinna hálvleiki steðgaði fullkomiliga upp
VÍF fór fram um KÍF, tá teir tóku seg frá 11-13 og fram um til 16-14. Drógu frá í seinna hálvleiki Í seinna hálvleiki helt VÍF fast um leiðsluna, og teir drógu frá KÍF. Tá 10 minuttir vóru eftir at spæla [...] av VÍF, og vestmenningar fingu tað ikki so lætt hesaferð, sum tá teir í fyrsta umfari vundu burtur úr Neistanum. KÍF stríddist óføra væl, og serliga í fyrra hálvleiki lá tað væl fyri hjá teimum. KÍF legði [...] vóru tamir at byrja við, teir vardu ikki væl, og álopsspælið var ikki so flótandi og neyvt, sum tað vanliga er. KÍF helt sær frammanfyri meginpartin av fyrra hálvleiki, men so hvørt sum tíðin leið nærkaðist
eru komnir væl frá byrjan í nýggja kappingarárinum. Teir hava spælt tveir dystir og hava vunnið báðar. Í fyrsta umfari vunnu teir á KÍF, og hesaferð var tað Kyndil, sum stóð fyri skotum. Tað gekk allatíðina [...] Kyndli var tað sum ikki einaferð Hannis Wardum, sum gjørdi flest mál. Hann skorað seks mál, meðan Hanus Jensen og Hans Áki Dahl-Christiansen gjørdu trý mál hvør. Kyndil kann gerast sterkari Tað er týðuligt [...] onkrir stuðulsspælarar frá í fjør ikki eru við, og tað tekur tíð at spæla nýggjar spælarar inn. tekin eru tó til, at Kyndlaliðið kann gerast munandi sterkari, men spurningurin er, um liðið ger nakað við
Beintu Sørensen, Lotte Sørensen og Ann Hansen á liðnum, er verulig kraft í álopsspælinum, bæði tá brótast skal ígjøgnum og tá skjótast skal úti frá. Hetta kom eisini til sjóndar móti Stjørnuni, men ofta [...] millum liðini, trúðu Stjørnuspælararnir ikki uppá tað. Stjørnan hevru tapt báðar teir fyrstu dystirnar, men enn hevur liðið ikki roynt seg á heimavølli. Tað sleppa tær tvær ferðir á rað nú, tí næsta vikuskifti [...] vikuskifti kemur meistaraliðið Neistin á vitjan í Klaksvík og vikuskiftið eftir er tað GÍ, sum vitjar. Kyndil hevur nú vunnið ein dyst, og næstu ferð skulu tær royna seg móti GÍ á útivølli.