1. deild menn:
Kyndil-H71 19-23 (9-11)
Hoyvíkingar eru komnir væl frá byrjan í nýggja kappingarárinum. Teir hava spælt tveir dystir og hava vunnið báðar.
Í fyrsta umfari vunnu teir á KÍF, og hesaferð var tað Kyndil, sum stóð fyri skotum.
Tað gekk allatíðina javnt á, tá høvuðsstaðarliðini spældu leygardagin, men eftir at H71 kom fram um 4-3, tá góðir 10 minuttir vóru spældir, lótu teir ongantíð leiðsluna frá sær aftur.
Í hálvleikinum var støðan 11-9 til H71, og í seinna hálvleiki øktu teir beinanvegin munin til trý mál.
Kyndil minkaði til 12-13, men so fór H71 aftur frá Kyndli, og restina av dystinum kom Kyndil ongantíð nærri enn trý mál frá H71.
Kyndlaliðið stríddist allatíðina fyri at fáa hoyvíkingarnar aftur, men H71 vardi væl, og klárði allan dystin at spæla seg ígjøgnum Kyndlaverjuna.
Halgir Dahl-Olsen var topskjútti hjá H71 við átta málum, meðan spælandi venjarin, Hans Guðmundsson, gjørdi seks mál og Jákup Símun Simonsen fimm.
Hjá Kyndli var tað sum ikki einaferð Hannis Wardum, sum gjørdi flest mál. Hann skorað seks mál, meðan Hanus Jensen og Hans Áki Dahl-Christiansen gjørdu trý mál hvør.
Kyndil kann
gerast sterkari
Tað er týðuligt, at Kyndil líður undir, at onkrir stuðulsspælarar frá í fjør ikki eru við, og tað tekur tíð at spæla nýggjar spælarar inn. tekin eru tó til, at Kyndlaliðið kann gerast munandi sterkari, men spurningurin er, um liðið ger nakað við FM-favorittin VÍF.
Hoyvíkingar halda fast um framgongdina, sum var so eyðsýnd í fjør, og við Hans Guðmundsson á liðnum, hava teir meiri fjøltátta álopsspæl.
Næstu ferð spælir H71 ímóti StÍF á heimavølli, meðan Kyndil skal til Vestmanna at spæla klassiska dystin móti VÍF.