KÍF hótti VÍF eina løtu

Hondbóltur: Men í seinna hálvleiki dróg VÍF frá uppflytarunum

1. deild menn:

KÍF-VÍF 27-33 (15-16)


Kollfirðingar løgdu harðliga fyri í dystinum ímóti meistaraliðnum, men at enda rakk orkan ikki til, og VÍF vann við greiðum muni.

KÍF, sum kom upp úr 2. deild í fjør, hevði leygardagin vitjan av VÍF, og vestmenningar fingu tað ikki so lætt hesaferð, sum tá teir í fyrsta umfari vundu burtur úr Neistanum. KÍF stríddist óføra væl, og serliga í fyrra hálvleiki lá tað væl fyri hjá teimum.

KÍF legði seg á odda, og tá 10 minuttir vóru spældir av dystinum va støðan 8-4 til KÍF. Vestmenningar vóru tamir at byrja við, teir vardu ikki væl, og álopsspælið var ikki so flótandi og neyvt, sum tað vanliga er.

KÍF helt sær frammanfyri meginpartin av fyrra hálvleiki, men so hvørt sum tíðin leið nærkaðist VÍF, og tá liðini fóru til hálvleik, var VÍF frammanfyri við einum máli.

VÍF fór fram um KÍF, tá teir tóku seg frá 11-13 og fram um til 16-14.


Drógu frá í seinna hálvleiki

Í seinna hálvleiki helt VÍF fast um leiðsluna, og teir drógu frá KÍF.

Tá 10 minuttir vóru eftir at spæla var eingin ivi um hvør fór at vinna, tí tá var VÍF frammanfyri 29-21. KÍF skoraði nøkur mál móti endanum av dystinum, men at enda vóru seks mál á muni millum liðini.

Hjá VÍF vóru tað Ingi og Áki Olsen, sum gjørdu flestu málini, Ingi gjørdi 11 og Áki 10.

Hjá KÍF var Eddie Joensen topskjútti við átta málum, og Petur Martin Johansen gjørdi sjey mál.