1. deild menn:
Neistin-StÍF 26-26 (15-10)
? Alt datt saman hjá okkum seinasta korterið, men tað er ótrúligt, at vit skulu tveita eina leiðslu uppá 11 mál burtur.
Neistavenjarin, Benny Vium, skilti nóg illa gongdina í dystinum ímóti StÍF sunnudagin.
Hansara lið tóktist hava fullkomiliga tamarhald á dystinum, og var langt á odda í seinna hálvleiki.
Í hálvleikinum var støðan 15-10 til Neistan, og teir bláu øktu um leiðsluna so hvørt sum seinni hálvleikur leið.
? Í einar 40 minuttir spæla vit rímuliga góðan hondbólt, og taka okkum veruliga fram í mun til fyrsta dystin í ár, men so dettur alt á gólvið.
? Vit gera helst ein feil við at brúka so nógva tíð í álopsspælinum seinasta korterið. Vit hildu okkum hav trygga leiðslu, og tí gjørdu vit ikki so skjótt av, tá vit fóru í álop. Vit skuldu heldur havt hildið fram við tí spælinum, sum vit høvdu spælt til tá, og vit royndu eisini at seta ferð á aftur, men tað miseydnaðist, greiður venjarin hjá Neistanum frá.
Merkisverd
leikgongd
Í fyrsta umfarinum var Neistin í Vestmanna og spældi, men teir formáddu sær einki móti sterka VÍF-liðnum.
Hesaferð spældu teir á heimavølli móti StÍF, sum eisini tapti fyrsta dystin, og teir komu væl frá byrjan.
Neistin legði seg fram um longu í fyrstu minuttunum, og tá 13 minuttir vóru spældir av dystinum var støðan 8-2 til Neistan. Og restina av fyrra hálvleiki helt Neistin fram við at hava trygga leiðslu. StÍF tók seg eitt sindur inn á Neistan, men tá liðini fóru til hálvleik var støðan 15-10.
Neistin økti við tveimum málum afturat beinanvegin í seinna hálvleiki, og gongdin fyrru hálvu av seinna hálvleiki róði fram undir stórsigur til havnaliðið.
Men soleiðis skuldi ikki verða. StÍF gav ikki upp, og tá teir fingu gongd á seinasta korterið gekk skjótt fyri seg. Teir vóru aftanfyri 25- 14 tá 15 minuttir vóru eftir, og teir kláraðu at toga seg uppá javnleik áðrenn leiklok. Úrslitið av dystinum var 26-26.
Framgongd
er at hóma
? Vit høvdu alt ímóti okkum seinasta korterið, og spælarar steðgaðu fullkomiliga upp. Vit runnu ikki fyri hvørjum øðrum, og vit vórðu fleiri ferðir dømdir fyri álopsfeil. Tað vóru 15 øðiligir minuttir fyri okkum, sigur Benny Vium.
? Annars gekk væl í 40 minuttir og vit taka okkum heilt greitt fram í mun til fyrsta dystin í ár. Tað er gott at síggja, at tað gongur fram á, men vit mugu tosa um tað, sum hendi í hesum dystinum, og royna at forða fyri, at slíkt kann endurtaka seg, sigur danski venjarin hjá Neistanum.
Tað eru mong, sum halda, at Neistin fer at stríðast fyri at sleppa undan niðurflyting í ár, og fyrsti dysturin gav eisini ábendingar um, at liðið var ikki væl fyri. Men longu í næsta dystinum var myndin heilt ein onnur, og liðið var meiri enn óheppi við ikki at vinna.
? Vit hava ein tunnan hóp, men vit kunnu standa okkum. Vit hava tikið okkum fram seinastu tíðina og vit arbeiða framhaldandi við at betra okkum, sigur Benny Vium.
Sjálvur spælir Benny Vium eisini við hjá Neistanum, og saman við veteraninum Kára Mortensen var hann topskjútti í dystinum móti StÍF. Teir skutu báðir sjey mál. Páll Nolsoy gjørdi fýra mál og Karl D. Rasmussen og Finnur Petersen trý. Hjá StíF vóru brøðurnir Arthur og Tummas Johansen topskjúttar. Teir skutu báðir átta mál. Sveinbjørn Poulsen gjørdi trý mál og Jónleif Sólsker, Pauli Hansen og Kajsten Rasmussen tvey í part.