Antin skorar tú í dag, ella verður tú settur á beinkin til næsta dyst.
So greið vóru boðini, sum føroyski álopsspælari Jan Allan Müller, fekk frá venjara sínum í Esbjerg.
Og Jan Allan brúkti bert fýra minuttir um at svara venjaranum. Tá hevði hann lagt Esbjerg á odda 1-0 í dystinum móti Roskilde, og málið hjá Jan Allan var grundarlagið undir einum 2-0 sigri. Michael Køhler økti til 2-0, tá tað manglaði stívliga korter.
? Venjarin helt ikki, at eg hevði skorað nóg nógv mál, síðani eg kom við aftur fyri fýra dystum síðani, og tí gav hann mær greið boð undan dystinum, segði Jan Allan Müller við Ítróttarsosialin sunnukvøldið.
Seinastu fýra dystirnar hevur gingið avbera væl hjá Esbjerg. Teir lógu í botninum, men hava vunnið fýra dystir á rað, og hava togað seg upp á 9. pláss.
Jan Allan Müller hevur skorað tvey mál í teimum seinastu fýra dystunum, men hann hevur harða kapping um plássið hjá sær. Esbjerg hevur leigað Arunas Suika úr Silkeborg, og hann varð tikin fram um Jan Allan í dystinum móti Hvidovre fyri viku síðani, men tá Jan Allan kom inn, eydnaðist honum at skora.
? Kappingin er harnað nógv um plássini á liðnum, tí fleiri spælarar eru komnir afturat, men eg haldi meg standa væl í tí eftir málið í dag, og vóni at byrja inni næsta dystin eisini, sigur Jan Allan Müller.