1. deild kvinnur:
Neistin-StÍF 21-16 (7-11)
Bæði hjá monnum og kvinnum vóru dystirnir millum Neistan og StÍF heldur løgnir.
Og ið hvussu so er var talan um leikgongd, sum ikki so ofta kemur fyri.
Víst var bragdið hjá mansliðnum hjá StÍF meiri eyðsýnt enn tað hjá kvinnunum hjá Neistanum, men eisini Neistakvinnurnar vendu einum hóttandi tapi í seinna hálvleiki.
Dysturin millum Neistan og StÍF byrjaði javnt, og meginpartin av fyrra hálvleiki gekk javnt á, og liðini skiftust um at gera mál.
Fyrst var Neistin frammanfyri, men StÍF javnaði, og síðani var gongdin tann øvugta. Seinastu fimm minuttirnar fyri hálvleiki gekk væl hjá StÍF, og tá fóru gestirnir av Strondum og Skála frá 7-7 og uppá 11-7, sum eisini var støðan í hálvleikinum.
Í seinna hálvleiki steðgaði fullkomiliga upp hjá StÍF. Spælið, sum hevði gingið rímuliga væl í fyrra hálvleiki, gjørdist stirvi og stundum rótut. Spælt varð nógv mitt ígjøgnum, men har kláraði Neistaverjan at gera treytirnar hjá StÍF-kvinnum ringar. Tá StÍF kom ígjøgnum á síðunum kláraðu tær ikki at skora.
Hinvegin gekk álopsspælið hjá Neistanum munandi betri. Tær fingu gongd á beinanvegin í seinna hálvleiki, og spældu seg ígjøgnum bæði í síðunum og mitt fyri, og úti frá hava teir serliga Ingu Danberg sum støðuga hóttan.
Mildrið Jacobsen var neyv, tá hon slapp ígjøgnum á vonginum, og úti frá royndi Inga Danberg seg fleiri ferðir við skotum, sum góvu mál.
Langt var ímillum málini hjá StÍF. Tey gjørdust bert til fýra í seinna hálvleiki og komu í 9., 20., 24. og 27. minutti.
Hjá Neistanum vóru Inga Danberg og Mildrið Jacobsen topskjúttar, Inga gjørdi sjey mál og Mildrið seks.
Hjá StÍF gjørdu tríggir spælarar trý mál í part, teir vóru Signhild Petersen, Alis Høghamar og Katrin Petersen.
Neistin og StÍF liggja á odda í kvinnudeildini við fýra stigum, men StÍF hevur spælt ein dyst meiri.