alternativa orku,og tað er nettup hetta vit hava skotið upp kundi verið okkara føroyska íkast til tann globala orkupolitikkin. TALAN er um javnvág í hesum máli sum í so mongum øðrum. Vit hava brúk fyri [...] rætt føroyinga at kunna drepa grind, soleingi sum hesin stovnur ikki er hóttur. Men vit hava um somu tíð hildið tað verið rætt at lurta eftir og geva teimum felagsskapum, sum hava víst okkum á skilaleyst
kann nú spyrja, um hetta verður høvuðsevnið til komandi val. Okkurt kundi bent á tað, nú vit í eina tíð hava sæð eina polarisering millum samband og tjóðveldi og nú javnaðarflokkurin eisini vil vera við [...] eina ajourføring av viðurskiftunum við Danmark. Hvørki meira ella minni. At tosa um loysing í eini tíð, har búskapurin er í so ringum standi, har sosialu skipaninar ikki røkka til osfr. er ábyrgdarloysi [...] jøvnsett viðurskifti við restina av ríkinum er avgjørt rætti vegurin. Men ein treytin er so eisini tann, at danir vísa ein góðan vilja. Vónandi ber til við úrslitinum av bankakanningini at bøta um viðurskiftini
fullkomiliga fremmant fyri okkum og helst eisini mongum øðrum føroyingum, at nakað slíkt ber til - um somu tíð, sum tað gongur niður á bakka í føroyskari fiskivinnuni á so nógvum økjum. Hvussu ber tað til, at eitt [...] eiga. Vit vilja bert vísa á nøkur viðurskifti, sum átti at fingið størri prioritet. Er so orsøkin tann, at stovnarnar hava ov avmarkaða orku, so er hetta nakað, sum átti at verið tikið upp. Tí tað kann
gætur - tí hon er ein ljósglotti í myrkurinum. Talan er um tvey japonsk tunfiskaskip, sum nú í eina tíð hava verið á royndarveiðu undir Føroyum. FØROYINGAR hava við jøvnum millumbili tosað um tunfisk - um [...] Kanska tunfiskaveiða er nakað, sum nakrir av okkum skulu til at hugsa um. Tað syndarliga er bert, at tann so stolti frystulínibátafloti, ið vit bygdu í Noregi fyri nøkrum árum síðani, er allur gloppin okkum [...] framleiðsluhátt osfr. Vónandi er tað við í strategiini hjá landsins myndugleikum, at japanar eftir eina tíð skulu til at gjalda lisens fyri at veiða her. EFTIR tí sum vit hava fingið upplýst, so hava teir báðir
hava valt løgmann, ið hava ein trupulleika. Nevniliga tann at tey bjóða flokk sín fram at stjórna landinum uttan at hava tryggjað Føroya fólki,. at tann persónur, sum tey vísa á sum løgmannn, veruliga tænir [...] lesast sum einki minni enn ein uppgerð við løgmann. TAÐ er einki óvanligt í tí, at ein til hvørja tíð sitandi løgmaður fær av at vita frá teimum flokkum, sum sita í andstøðu. Tað tykist heldur ikki at [...] minka um virðið av landsins hægasta sessi, løgmanssessinum. Sum so eigur løgmaður til eina og hvørja tíð at vera umboð fyri ikki bert sín egna flokk men fyri alt landið. AT Atli Hansen tekur so dýran til
ið svimja við strendur okkara og sum kunnu økja um inntjeningina hjá hesum samfelag. TAÐ arbeiði og tann áhugi, sum vinnulívsfólk og eisini kommunan í Fuglafirði hava lagt í hesa ætlan er alla æru vert og [...] flokkar við tey initiativ, sum koma frá vinnulívsfólki og kommunum! Jú teir súlta málið. SØGAN er tann, at kommunan og vinnulívið í Fuglafirði nú í fleiri ár havahavt eitt ynski um at kunna fara undir [...] avtaluni við danir. Ynskti landsstýrið at prioritera hetta stóra álvarsmálið, so kundi tað fyri langari tíð síðani givið fuglfirðingum tilsøgn um at fara í gongd. Ja landsstýrið átti at eggjað monnum og kvinnum
teirra ber seg at sum ein Le Pen í Fraklandi, ein Sharon í Ísrael og ein Hagen í Noregi! Er hetta tann linja, sum tey halda teirra flokkur eigur at koyra! Vit spyrja bara. HETTA er maðurin, sum tit og [...] burtur úr hesi umboðan! Einki ella enn verri - bara vánaliga reklamu. Maðurin, sum annars átti at brúkt tíð sína á fólkatingi til á diplomatiskan og siðiligan hátt at fingið fólkatingspolitikarar úr øllum flokkum
nógvar pengar uppá at keypa seismikk, fáa ikki brúkt hetta tilfariðverður útbjóðing at bíða í drúgva tíð. Tað vilja tó vera oljufeløg, sum ikki fara at taka seg aftur hvat enn hendir við marknasamráðingunum [...] loysn, so tað slepst í gongd við leiting á føroyskum øki. Tú kanst so eisini velja at síggja hetta á tann hátt, at tað eru bretar, sum hava mest skund at fáa eina loysn, tí oljuvinnan leggur trýst á stjórnina [...] norsku ?miðlinju?-krøvini á sinni, alt annað enn keisarans vinir í Bretlandi í dag. Støðan er nevniliga tann, at fleiri av teimum seinastu stóru oljufundunum so sum Stratford, eru fyri stóran part á norskum
og eru fullgreiðir yvir, at tann stívrenda og kalliga støðan, sum leiðslan í flokkinum hevur víst føroyingum í 90-unum, hevur bert givið bakslag. Og kann nú loksins vera tann boomerangin, sum fær stjórnina [...] eitt. Men var hann ein maður, so hevði hann síðani tað havt tikið stig til at koma til Føroyar fyri á tann hátt at tosa út um tingini. HVØR enn situr við valdið í Danmark, so eigur viðkomandi at royna at hava [...] leiðslu á Christiansborg um, hvat tænir framtíðar samstarvinum millum Føroyar og Danmark best. Komandi tíð verður avgerandi.
mong. Størsta framtigið hevur kanska verið telefaxið, men einki stendur í stað, og tí kemur eisini tann dagur, tá vit fáa ein avloysara til telefaxið eisini. MØGULIGA kann ein siga, at hesin avloysarin [...] við evnaríkum og dugnaligum fólki, sum arbeiða við teldum og telduloysnum, er ein skipanbygt upp - tann fyrsta av sínum slag í Føroyum - sum ger tað møguligt hjá føroyingum og øllum øðrum úti sum heima [...] te. einstaklingum, stovnum, feløgum, skúlum osfr. eina tænastu, har viðkomandi til eina og hvørja tíð kann fara inn og leita eftir onkrum serstøkum, sum viðkomandi hevur áhuga í. Ynskir tú t.d. at vita