lívið, til hann nú andaðist sum ein aldrandi maður. Av teimum, sum tá í tíðini fluttu í grannalagið í fyrstu røð út móti vegnum, eru ikki nógvir eftir, og nú fór so Ydde. Hann fór annars sum ungur drongur til [...] hann, hellandi niður á súkkluna, tók sær stundir til eitt prát. Ydde var giftur við Ellu, og áttu tey 8 børn: Jóhannus, Hilmar, Ragnhard, Sólrun, Ruth, Hanna, Julianna og Fríðbjørg. Ella doyði fyri nøkrum [...] nú doyði so Ydde, og við teimum báðum, er ein kend bygdarmynd ikki millum okkum meira. Vit minnast tey við virðing. Skyldmaður
spara upp til tað, sum tey hava hug til við 1´aranum. Høga rentan er tryggjað av stovninum at vera tann sama í heilt ár, og verður støðið endurskoðað einaferð um árið. Tað vil siga fyrstu ferð 24. september [...] Ljósið og stóra morgunmatarborðið til Summarfestivalin í summar. Seinasta skotið á stammuni er nú, at tey bjóða eina uppsparingskonto við landsins hægstu innlánsrentu. Kontoin verður nevnd 1´arin og kemst
stórari og áhugaverdari gospel-konsert, sum verður í Ítróttarhøllini í Runavík í kvøld, fríggjakvøldið. Tey luttakandi á konsertini verða Suð, Siloakórið, Magni Christiansen, Heini Lutzen, Eyðun Jacobsen?s Band [...] málningum verður á skránni, sigur Blái Krossur Føroya, sum herfyri læt upp skrivstovur í nýggjum hølum á fyrstu hædd á Hotel Runavík Sjómansheiminum. Góður boðskapur Jaspur Langgaard, sum er aðalskrivari hjá Bláa [...] eitt íkast til raksturin av felagsskapinum, leggur hann aftrat. Atgongumerkini kosta 120 krónur, og tey verða at fáa við dyrnar ein tíma fyri konsertina. Atgongumerki, sum verða keypt í forsølu, kosta 100
Hilmar framvegis væl fyri, og nógvu tey næstu árini arbeiddi hann á Norðborg og helt vakt umborð á skipum. Hilmar giftist í 1959 við Jytte Havn Rasmussen úr Klaksvík. Tey fingu tvey børn - Karl Johan, sum [...] almennur persónur í Klaksvík. Hilmar var føddur og uppvaksin í Sumba. Hann róði út og var við slupp, og fyrstu krígsárini sigldi hann niður við fiski. Á nýggjárinum í 1943 varð Hilmar fyribilssettur sum kommunalur
Tey hava bæði roynt at vinna Prix Føroyar tónleikakappingina sum sangarar, bæði hava fingið góð ummæli í útlandinum, og bæði hava eyðsýndar tónleikaligar dygdir. Talan er um Eivør Pálsdóttir og Teitur [...] partur av Listastevnu Føroya, sum fór av bakkastokkið mikudagin, og Eivør og Teitur skulu í kvøld fyri fyrstu ferð spæla saman á konsert. Teitur er búsitandi í Danmark, og hann ferðast nógv í útlandinum. Hann [...] skoðsmál hevur Teitur eisini fingið, og hann stríðist fyri sínum møguleika í útlandinum. Men nú verða tey bæði at síggja og hoyra á heimligum palli, og tað verður í kvøld, tá konsertin við teimum verður í
løgmaður áhaldandi roynir at billa fólki inn, at vit enn eiga at samráðast við donsku stjórina um tey mál, sum løgtingið hevur sett fyri sjálvstýrisgongdini.« Skotið verður upp, at hetta skal mótmælast [...] m verður eisini skotið upp, at fólk í Hesuferð fara at gera viðmerkingar í bløðunum, soleiðis sum tey áður hava gjørt. Brævaskrivarin bjóðar seg fram til at skriva viðmerkingar, sum fólk síðani »kunnu [...] gjár hendur á hesum teldubrævi, sum av óvart var sent nógv fleiri fólki, enn tað helst varð ætlað í fyrstu syftu. Og løgmaður tók beinanvegin stig til at steðga ætlanini í teldubrævinum. ? Sum løgmaður vil
Eitt hitt mest nýtta sagnorðið í Halgubók er »at síggja«. Talan er í fyrstu atløgu um nakað sjónligt, visuelt, ið vit við eygunum kunnu síggja. Og ymiskar eru sjónirnar, alt eftir, hvussu góð eyguni eru [...] eygunum, meðan hann livir og hevur yrki sítt her á jørðini. Mong síggja í honum ein vanligan mann. Tey kenna foreldur og systkin hansara og enn fleiri ilskast inn á hann, tí hann sigur seg at verða son [...] son Guðs. Men nøkur geva sær stundis til at steðga á og hyggja longur inn í spegilin, og her síggja tey myndina av hinum æviga Harra í honum. Sum Káin, Jónas og Nastanael kunnu vit fjala okkum fyri ásjón
Í reyðum jakkum, glað og smílandi, komu tey marsjerandi til tónleikin hjá hornorkestrinum í KÍ-høllina sunnudagin. Meðan eyga frøddist yvir fagra ungdómin, og oyra gleddist yvir tónarnar frá hornblásarum [...] síðani Klaksvíkar Fimleikafelag varð endurstovnað á heysti 1998. Felagið telur 270 limir, og vóru tey flestu við sunnudagin. Fimleikararnir venja eina ferð um vikuna, men tað er alt ov lítið, sigur Katrin [...] Støkk tóku sær av at venja norðoyingar í lopum. Fyrsta felagið 1944 Klaksvíkar Fimleikafelag var fyrstu ferð stovnað undir seinna heimsbardaga. Tað var Eskild Norðbúð, sum stovnaði og var formaður í felagnum
einar tólv milliardir krónur í part, tí munandi færri ferðafólk fara at vitja tey bæði londini. Í Japan og Hongkong rokna tey við at missa umleið sjey milliardir krónur í part av somu orsøk. Asiatiski m [...] nú kostað 318 fólkum lívið, og meiri enn 5.000 fólk í 26 londum eru vorðin smittað, síðani sjúkan fyrstu ferð varð staðfest í Kina í november.
Norðanlondum beint nú sýndur í Norðurlandahúsinum. Filmurin eitur »Maðurin við ongari fortíð«, og fekk fyrstu filmsvirðisløn Norðurlandaráðsins í oktober. Harafturat er hann í uppskoti til at fáa Oscar virðisløn [...] reiðiliga tað. Í filminum verður aftur og aftur staðfest, at stjørnur glampa bert í myrkri. Filmurin setur tey heimleysu á breddan. Hóast øll eru á tromini og bústaður er einki annað enn ein gomul bingja, so roynir [...] urtagarð og finnur stóra kærleikan í køkinum hjá Frelsunarherinum. Í oktober, tá Norðurlandaráðið rundaði tey fimmti, setti tað eisini á stovn norðurlendsku filmsvirðislønina, og var tað hesin filmur, ið fekk