Summarlist ein framsýning á hægri støði

Hvørt ár á Norðoyastevnu hevur listaframsýning verið í Klaksvík, men seinastu árini hava tað ikki verið tey etableraði listafólkini, sum hava tikið lut í sýningunum, og tær hava manglað eitthvørt berandi.

 

 

Framsýningin var eisini í ár, men nú er sýningin lyft upp á eitt nýtt støði og er opin frá Norðoyastevnu til Sjómannadagin hálvan august. Tað er Norðoya Listafelag, sum hevur lagt sýningina Summarlist 2017 til rættis, og listin, sum er á sýningini er í høvuðsheitinum úr Norðoyggjum. Tað er fyrstu ferð, at listafelagið roynir hetta, og tað hevur hepnast einastandandi væl. 

 

 

Framýningin er ein stutt listasøga um listina í norðoyggjum. Hon vísur, hvar listin í norðoyggjum byrjaði, og har hon er komin til nú. Sýningin er býtt í tvey, sum óivað er gjørt vegna plásstrot. Tey eldru verkini eru á loftinum har Kunningarstovan og Heimavirkið halda til. Eitt gamalt, sentralt hús frá 1930'inum, sum Kjølbro bygdi. Tá í tíðini seldu teir búnýti í húsinum.

 

 

Í áttatiárunum varð húsið brúkt til ungdómshús. Tá setur ungdómurin seg í samband við Hans Jacob Glerfoss fyri at vita, um hann kann mála teimum ein málning á veggin. Hann málaði eina stóra mynd á veggin, sum kallast veitslulag. Myndin hevur mangan brattan farið, og hevur ikki hevur fingið ábøtur gjøgnum tíðina. Tað sigur eina søgu um húsið, og at tað møguliga hevur gingið hart fyri seg inni har til tíðir. Verkið er málað á tapetið og er tí partur av sýningini. 

 

 

Les reportagu og sí myndir av listaframsýningini Summarlist 2017 í Sosialinum, sum er í sølubúðunum fríggjamorgunin.