Mikudagin í næstu viku verður ein heldur forkunnigur dokumentarfilmur frumsýndur í Norðurlandahúsinum.
Talan er um filmin Grindahvalur, ið er eitt úrslit av samstarvi ímillum føroysk umhvørvisáhugaði og tveir bretskar filmsframleiðarar Andy Ottoway og Andrew Sutton.
Millum teirra, ið viðvirka í filminum er viðurkendi bretin Sir David Attenborough, ið er best kendur fyri sínar dokumentarfilmar í bretska kringvarpinum BBC.
Um filmin skriva tey, ið skipa fyri sýningina, at hann viðgerð leiklutin hjá grindahvalinum í føroyska samfelagnum.
- Filmurin kannar náturligu søguna og miðsavnandi leiklutin, ið grindahvalur hevur í føroyska liviháttinum ígjøgnum øldir. Hesin liviháttur og hvalirnir standa nú andlit til andlit við eina óvissa framtíð.
- Meðan filmurin varpar ljós á, at alheimsdálkingin hóttir grindahvalin, ið eru siðbundin føroyskur matur, varpar hann eisini ljós á møguleikan fyri einum nýggjum sambandi ímillum føroyingar og grindahvalin. Eitt samband, ið kann vera báðum pørtum til miklan sóma langt inn í komandi tíðir.
Rúni Nielsen, sum er frásøgumaður í filminum, er spentur til frumsýningina.
- Eg gleðist um, at filmur okkara nú er klárur at verða vístir fyri fyrstu ferð, og eg vóni, at nógv møta upp at njóta frumsýningina her í Føroyum. Meðan filmurin avdúkar ótrúligt innlit í lívið hjá hesum fantastisku djórum, so hevur hann eisini ein tankavekjandi og eggjandi jaligan boðskap til eftirtíðina, sigur Rúni Nielsen.
Aðrir føroyingar, ið luttaka í filminum eru Ingi Sørensen, Jens Mortan Rasmussen, Marna Frida Olsen og Pál Weihe.
Eftir frumsýningina verður pallborð, har høvi er at seta spurningar til framleiðarar og tey luttakandi. Tað er ókeypis atgongd til frumsýningina.

Sir David Attenborough við í filmi um grindahval





