Einki er at ivast í, at tosið um, hvørvítt tað skulu vera tíggju, átta ella seks lið í bestu deildini fer at kveikjast aftur, nú fótbóltslandskappingin 1998 er farin afturum bak, og endastøðan er greið.
Munurin millum topp og botn hevur ofta verið stórur, og hóast tað hevur verið sera soltið hjá TB, so var endaliga úrslitið eitt stig betri, enn tað var hjá B71 í fjør, NSÍ í 1995 og VB í 1993. Tá NSÍ fór niður í 1992 høvdu teir bara seks stig, og EB/Streymur hevði sjey í 1994. Hægsta stigatalið í mong ár hjá beinleiðis niðurflytaranum var í 1996, tá TB flutti niður við trettan stigum, ið var sama stigatalið, sum FS Vágar hevði.
Men hóast stigatalið hjá teimum lakastu í ár ikki hevur verið so nógv øðrvísi, enn tað hevur verið undanfarin ár, so hava summi úrslit í ár boðað frá stórum muni á botni og toppi, og harvið hava tey birt uppundir kjakið um at tað er ov stórur ójavni og harvið ov lítil kapping um stigini.
Nú vóru úrslitini leygardagin heilt undarlig. Í sær sjálvum var tað merkisvert, at tey fýra liðini, sum endaðu á teimum ovastu plássunum, spældu móti teimum fýra liðunum, sum endaðu niðast. Tað fellur eisini í eyguni, at málmunurin var so stórur, men úrslitini nýtast ikki at vera grundarlag undir einfaldari niðurstøðu, sum sigur, at so stórur er munurin. Hann er stórur, men leygaragin var hann eyka stórur, tí tað tóktist, sum um øll tey niðast staddu høvdu sligið seg til tols við sína støðu, og heilt frá fyrsta bríksli var tað týðuligt, at eingin teirra roknaði við, at nakað av liðunum, sum tey kappaðust við, fór at fáa nakað burturúr, og væl var roknað.
Men kjakið um broytingar fer at taka seg uppaftur, og so fara vit at hoyra tey gomlu og kendu sjónarmiðini aftur um, hví tað er so týdningarmikið at varðveita tíggjutalið, og hví tað er so neyðugt at lækka talið til átta ella seks. Hinar ferðirnar, tá spurningurin hevur verið frammi, hevur ikki verið so nógv at hoyra um leiklutin hjá pengunum. Møguleiki er fyri tí hesa ferð, nú tað verður tosað meiri opið um eyðsýnda leiklutin, sum pengarnir hava.
Vit skulu ikki gera so nógv við at viga fyri og ímóti at lækka talið og hvussu nógv tað skal lækkast, ella um tað skal haldast fast við tíggjutalið, men her skal bara verða litið aftur á gongdina tey síðstu síðani fyrst í seksti árunum.
ÍF gekk undan
Seinastu tjúgu árini hevur verið víðkað um deildina. Fram til í sjeyti árunum stóð tað øllum, sum hildu seg hava møguleika fyri tí, frítt at royna seg í 1. deild. Tá vóru tað onkuntíð bara fýra lið við í fremstu røð ? KÍ, B36, HB og TB ? men oftast vóru tað hesi og so eisini vágbingar.
Tey fyrstu árini, eftir at unglingadeildin var komin í lag í 1967, vann HB tey flestu FM heitini í hesari deildini, og teir vóru eisini ofta bestir í steypakappingini. Men í 1970 eydnaðist tað fuglfirðingum at vinna, og tá talan var um einar tveir árgangir við fleiri spælarum, ið kundu standa seg í bestu deildini, so dittaðu teir í ÍF sær árið eftir ? við núverandi landsstýrismanninum í undirvísingar? og mentamálum sum einum av teimum elstu ? at melda til kappingina í 1. deild. Ikki tí teir roknaðu við at vinna, men tí at teir mettu avbjóðingina verða størri og harvið krøvini til venjing og aðrar fyrireikingar størri, enn tey høvdu verið, um teir bara høvdu verið nøgdir við at spæla í 2. deild.
Tey fyrstu árini løgdu fuglfirðingar fleiri ferðir rygg til veldug tap ? onkuntíð taptu teir við tólv málum móti HB, og KÍ smurdi teir eisini av onkuntíð ? men tað gekk rætta vegin, og í 1979 stóð ÍF við fyrsta FM heitinum, eftir at Fótbóltssamband Føroya var vorðið veruleiki. Tað høvdu teir, sum síðst í seksti árunum boðaðu frá luttøku í fremstu deildini, nevyan ímyndað sær skuldi gerast veruleiki so skjótt.
Soltið hjá Fram
Hjá onkrum øðrum felagi gekk ikki so væl. Í 1976 avgjørdi fótbóltsdeildin hjá ÍSF ? hetta var frammanundan at FSF varð stovnað í 1979 ? at áseta talið á liðum í bestu deildini til átta. Broytingin hevði við sær, at nýggja felagið í høvuðsstaðnum, Fram, fekk pláss í næstbestu deildini, og í 1977 vóru teir í 1. deild.
Fram flutti skjótt niður aftur, og hevur ongantíð aftur verið í bestu deildini. Vit hava onkuntíð sagt, at tað bara er ein spurningur um tíð, nær eitt felag í høvuðsstaðnum afturat fer at vinna sær pláss í bestu deildini, og tað kann gott vera, at hetta er ikki so ógvuliga langt burtur, sjálvt um hvørki AB ella Fram hevur megnað at spæla seg í 3. deild.
Burtursæð frá trimum Eysturoyar feløgum, ið eru komin í 1. deild aftaná ásetingina av liðum í 1. deild til átta, so hava øll hini, ið hava roynt seg í 1. deild, flutt fleiri ferðir ímillum 1. og 2. deild.
Undantøkini hava verið NSÍ, sum ? hóast teir vóru ódrúgvir fram móti kappingarenda ? tykist hava vunnið sær pláss um miðjuna, heldur enn at stríðast fyri at sleppa undan niðurflyting, og GÍ og B68, sum hava hildið sær í 1. deild síðani ávikavíst 1980 og 1981.
Feløgini, ið ikki hava megnað at hildið tørn, hava verið B71, sum kortini hevur verið tað mest støðuga liðið av teimum, ið vit nevna her, MB og SÍF, FS Vágar, EB/Streymur, LÍF og Sumba. Okkurt av hesum feløgunum er ikki komið í 1. deild, fyrrenn eftir at talið á liðum í bestu deildini í 1987 varð hækkað til tíggju.
Liðini eru flutt fleiri ferðir ímillum, tí tey hava havt trupulleikar við manningini. Men tað hevði verið heilt við síðuna av at sagt, at tíðarbilini, sum hesi hava roynt seg í 1. deild, hava verið til onga nyttu.
Eitt er, at áhugin fyri fótbólti í nevndu støðunum hevur verið sera stórur, tá tey hava verið fremri enn vanligt, og eitt annað er, at fótbólturin í Føroyum í síni heild hevur fingið ágóða av spælarum, ið fyri fyrstu ferð hava roynt seg í 1. deild, tá barndómsfelagið flutti upp.
Royndu seg í smáum
Vit kunnu nevna fleiri spælarar, sum í ár hava verið við til at manna bestu liðini, og sum so at siga hava fingið sína fótbóltsuppaling í smáum feløgum. Onkrir teirra høvdu ivaleyst megnað at komið í fremstu røð alíkavæl, men tað var meðan Jens Erik Rasmussen og Jóhannes Joensen spældu í MB, at tað varð staðfest, at teir vóru góðir spælarar, og hevði Bjarki Mohr ikki havt royndir sum stuðulsspælari í B71, so hevði hann neyvan komið á 1. lið hjá FM vinnarunum.
Og vit kundu nevnt fleiri aðrar spælarar, sum hava verið ígjøgnum tað sama. T.d. Egil Zachariasen, ÍF, Gert Langgaard, NSÍ, Hans Fróða Hansen, LÍF og Bjarna Prior, B36. Tað finst einki svar uppá, um hesir høvdu verið tað, teir hava verið fyri síni lið í ár, um teir ikki høvdu fingið høvi at spæla í 1. deild fyri smærru feløgini, men neyvan høvdu teir allir komið í 1. deild.
Smá feløg
og góðir spælarar
Stóri spurningurin er so, um smærru feløgini framvegis fara at koma við ungum evnaríkum spælarum, sum fyrst kunnu megna at lyfta barndómsfelagið upp í 1. deild, áðrenn størru feløgini fara avstað við evnaríkastu spælarunum.
Hetta er ein stórur spurningur, m.a. tí at fremstu feløgini tykjast gerast alt grammari at knýta talentini at sær. Í síðstu viku segði venjarin hjá Skála, at umboð fyri størru feløgini hava ofta verið og hugt at teirra spælarum, og tað er ikki ókent, at dreingir, sum ikki hava rokkið teimum 16 ár-unum, sum er lægsta markið fyri at spæla í vaksnamannadeildunum, hava fingið bjóðað pláss í dreingjaliði hjá størri feløgunum.
Hvussu broytta stríðið um bestu spælararnar fer at ávirka ungu menninar og feløgini, sum teir annars kundu havt høvi at mennast í, fer framtíðin at siga okkum.