- Arbeiði ikki fyri nakra stjórn

Maðurin handan Panama-lekan tekur til orðanna.

Tað er nærum ikki ein dagur gingin seinastu vikurnar, har eingin yvirskrift hevur verið í altjóða fjølmiðlum viðvíkjandi Panama-skjølini, har ein persónur handaði týska blaðnum týska blaðnum Süddeutsche Zeitung atgongd til 11,5 milliónir skjøl, ið avdúka hvussu privatpersónar og feløg goyma teirra pening í skattaskjólum kring heimin.


Í gjár tók høvuðspersónurin, ið lak skjølini, fyri fyrstu ferð til orðanna og greiddi frá, hví hann gav blaðnum skjølini.


- Ójavnin í inntøkum er eitt av týdningarmestu evnunum í okkara tíð. Tað ávirkar allan heimin, greiðir persónurin frá, ið ikki ynskir at standa alment fram.


- Tóm partafeløg verða vanliga sett í samband við skattasvik. Men Panama-skjølini staðfesta uttan iva, at sjálvt um tey í prinsippinum ikki eru ólóglig, so verða tey nýtt til at fremja ein hóp av álvarsligum brotsverkum, skrivar viðkomandi um orsøkina til, at hann gav skjølini til týska blaðið.


Sjálvur er bakmaðurin ikki í iva um, at altjóða lógir og landslógir mugu broytast í kjalarvørrinum av lekanum.


- Tann vanligi fjølmiðladekningurin hevur sett sjóneyka á gøluna um hvat er loyvt og ikki í skipanini. Tað, sum er loyvt, er sanniliga skammiligt og má broytast.


Nógv hevur verið gitt um hvør bakmaðurin er og hvørji hansara motiv eru. Whistleblower, njósnari ella teldusníkur eru nøkur av tingunum, ið fólk hava gitt. Í skrivinum avvísir hann, at hann hevur tilknýti til nakra stjórn, ið fær ágóðan av lekanum.


- Eg vil leggja dent á, at eg ikki arbeiðir fyri nakra stjórn ella fregnartænastu, og tað havi eg aldrin gjørt. Mínar sjónarmið eru míni egnu, sigur bakmaðurin.