Drama oman á drama í steypakappingini

Bæði í Runavík og Fuglafirði var neyðugt við brotssparkskapping, áðrenn tað var greitt, at NSÍ og Víkingur skulu spæla hálvfinalu saman við HB og B36

Í Gundadali var tað eingin ivi. B36 trumlaði EB/Streym niður og vann 4-0 í fyrstu fjórðingsfinaluni í kvøld. Í gjárkvøldið vann HB 4-1 á Giza/Hoyvík, og harvið vóru bæði tey stóru feløgini í høvuðsstaðnum í hálvfinaluni.

Í Eysturoy vóru tvær fjórðingsfinalur, og har var dramatikkur og aftur dramatikkur:

Í Runavík endaði tað eftir longda leiktíð 2-2 millum AB og NSÍ. So var neyðugt við brotssparkskapping, og tað kappingina vann NSÍ 5-4.

Í Fuglafirði var tað leingi soleiðis, at Víkingur tóktist hava beina kós í hálvfinaluna. Í hálvleikinum vóru teir frammanfyri 2-0, og teir høvdu tá møguleikar til uppaftur størri leiðslu. So vendi tað, og í evstu løtu í vanligu leiktíðini javnaði ÍF til 2-2.

So var neyðugt við longdari leiktíð. Tá legði ÍF seg framum, og tað var ikki fyrrenn í tíðini, sum dómarin hevði lagt aftrat teimum 120 minuttunum, at Víkingur skoraði triðja málið og harvið tryggjaði sær brotssparkskapping.

Í brotssparkskappingini vann Víkingur 9-8!! Ein víkingur og tveir fuglfirðingar misnýttu. Harvið var úrslitið 11-12!!

Í hálvfinaluni eru harvið HB, B36, NSÍ og Víkingur, sum trý tey seinastu árini hevur vunnið steypakappingina!

Hálvfinalurnar verða spældar 21. mai og 3. juni.

 

B36-EB/Streymur 4-0 (3-0)

 

NSÍ-AB 0-0 2-2 eftir longda leiktíð NSÍ vann 5-4 í brotssparkskapping

 

ÍF-Víkingur 3-3 (2-2) 3-3 eftir longda leiktíð Víkingur vann brotssparkskappingina 9-8 og harvið var samantalda úrslitið 11-12