Hondbóltur
Ein stúgvandi full KÍ-høll hevði helst roknað við einum øðrum úrsliti enn tí, sum gjørdist veruleiki sunnudagin. Og í øllum førum mundu tey roknað við, at talan skuldi gerast um ein spennnandi dyst millum tey bæði fremstu kvinnuliðini í landinum. Og hartil tvey lið, sum ferð eftir ferð tey nógvu seinnu árini hava serverað nakrar av bestu kvinnudystunum í landinum fyri áskoðarunum.
Bremsaðu kontraspælinum
Ein av orsøkunum til hetta er ivaleyst, at liðini bæði hóska væl til hvørt annað. Báðum dámar teimum at leggja dent á skjótan hondbólt, har stórur dentur verður lagdur á kontraspælið, og soleiðis tóktist tað eisini at skula gerast hesaferð. Í øllum førum fyrsta korterið ella so.
Tað var eisini greitt, at báðir partar gjørdu nógv, til tess at mótstøðan ikki skuldi fáa gongd á hetta vápnið. Ikki minst var tað imponerandi at síggja retur-renningarnar hjá VB. So skjótt sum skotið varð móti málinum, vóru tað hvørja ferð einar tríggjar ella fýra av VB-spælarunum, sum við fullari ferð runnu aftur, og hetta hevði so eisini við sær, at Stjørnan als ikki fekk gongd á sítt kontraspæl. Málið til 1-0 kom gott nokk eftir kontra, men so var steindeytt teir seinastu 58 minuttirnar!
Fyrstu løtuna fekk VB heldur veruliga gongd á sítt kontra-spæl. Tað hevði so við sær, at báðir partar noyddust at spæla meira upp á bakspælararnar, enn tey vanliga gera. Hjá Stjørnuni tóktist hetta rigga betri fyrstu løtuna, tá Katarina, Alina og Joan fleiri ferðir sýndu skjótt og gott samanspæl. Hjá VB gekst nakað tyngri hesa fyrstu løtuna. Nógv tóktist liggja á herunum á Auksu, sum fleiri ferðir royndi at bróta ígjøgnum, men sum dysturin leið, so tóktist júst hetta fáa avgerandi ávirkan.
Statiskur venjari
Hetta hevði nevnliga við sær, at Stjørnan fekk lyndi til bara at hugsa um Auksu, og tað var so ikki nakað gott hugskot. Skotsterki litavin dugir nevnliga eisini at síggja viðleikararnar, og tá plássið til fríspælingar gjørdist betri, fullu hesar alsamt títtari, soleiðis at Arnleyð, Christina og Daiva fingu nakað nógv betri pláss, enn ráðiligt var.
Tað var eisini merkisvert í hesum, hvussu Stjørnan alla tíðina helt fast við útgangsstøði í verjuni. Kann væl vera, at tað vildi givið Daivu ov góðar treytir, um valt varð at verja flatt, men tað vildi verið ein roynd vert. Stjørnuverjan stóð støðugt ov nógv á hælunum, og tá gjørdist talan ofta um millumstøður, sum í hópin av førum førdu brotskast til VB við sær. Ikki minst gjørdist Una stóri syndarin í hesum, men tað skal hon so langt ífrá einsamøll lastast fyri. Snøgt sagt, so varð hon ov ofta seld av viðleikarunum, og tí stóð valið millum at gera brotskast, ella at lata leikaran fara.
Heldur enn at fremja broytingar í hesum, so valdi Stjørnan alla tíðina at halda fast við útgangsstøði, og hetta kom at kosta teimum dýrt.
Seinastu løtuna undan steðginum tóktist nevnliga, sum var orkan hjá Stjørnuni við at ganga undan. VB hevði við fløtu verjuni nýtt væl færri kreftir í hesum partinum av spælinum, og úrslitið kom spakuliga til sjóndar. Spælið hjá heimaliðnum gjørdist at kalla beinleiðis sløsut, tá tær ferð eftir ferð (vegna vantandi orku?) framdu elementer mistøk, og so kundi VB revsa. Frá 11-11 broyttist støðan til 11-16, og so gevur tað seg sjálvt, hvønn veg sálarliga barometrið peiggjaði, tá farið varð til hálvleiks.
Skriðulop
Og heldur ikki í steðginum tóktust tær á heimaliðnum at hava funnið nakað vápn móti VB. Gaman í byrjaði seinni hálvleikur við tveimum skjótum heimamálum, men VB hevði ongan hug at slaka. Tær fingu aftur gongd á, og so stóð greitt, at her skuldi nakað heilt serligt til, um Stjørnan skuldi venda dystinum.
Men tað »serliga« átti Stjørnan ikki í sær. Einasta vápnið, sum roynt varð, var mansverja av bæði Aukse og Daivu, og hóast hetta seinni varð broytt til bara at umfata Daivu, so steðgaði hetta ikki VB.
VB hevði annars ein dyst frá leygardegnum í beinunum, og teimum vantaði eisini Margreth Augustinussen, sum fekk skaða leygardagin, men hvørki av hesum tóktist bila. Ivaleyst hevði sálarliga yvirvágin eisini sítt at siga, tá møðin als ikki tóktist seta inn hjá teimum, og ístaðin varð tað so Stjørnan, sum fullkomuliga fall saman.
Orkan á degnum var kanska ikki til meira, men tá hugurin at spæla so eisini hvarv, gjørdist talan um rættiligt skrædl. Seinastu tíggju minuttirnir siga helst alla søguna í so máta, tá VB økti úr 20-27 til 21-27! Kontra-álopini snøgt sagt skolaðu oman yvir Stjørnuna, sum at enda mátti lata sær lynda, at tíggju vágbingar á benkrunum rungaðu nakað nógv meira enn annars fullsetta høllin.
VB átti dagin. Tær vunnu ein knúsandi sigur á oddaliðnum. Ein sigur av slíkari stødd, at hann í verandi støðu á stigatalvuni væl kann gerast meira enn eitt stig verdur.
Dysturin í tølum
Stjørnan-VB 21-37 (11-16)
Støður í dystinum
10 min: 4-4
20 min: 9-10
40 min: 15-22
50 min: 19-27
Málskjúttar
Stjørnan: Annika Ljósstein 5(5), Katarina Stepanov 4, Alina Olaru 4, Una Olsen 4, Joan M. Djordjevic 3, Bára S. Klakstein 1
VB: Daiva Toumaite 16(11), Christina Holm 6, Aukse Vysniaskaite 5, Arnleyð Hjelm 5, Laila Jespersen 3, Rannvá Augustinussen 2
Brotskøst: Stjørnan 5, VB 11
Útvísingar: Stjørnan 5, VB 1
Dómarar: Hannis Wardum & Eyðun Samuelsen: Høvdu eina greiða linju frá byrjan, har talan ongan tíð gjørdist um stórvegis slingur í valsinum.