Messenger: Nú koma lýsingar í kjattið

Frá týsdegnum fert tú at fáa lýsingar inn í kjattið á Messenger

Tú og ein vinur kjatta um at fara til Mallorca at halda feriu. Knappliga poppar ein lýsing fyri gistingarhús á Mallorca upp í tykkara kjatti. Og tá ið tit tosa víðari um flogferðina, fáa tit eina lýsing frá einum flogfelagi inn í tykkara kjatt.

Soleiðis verður støðan á Messenger samskiftisforritinum frá týsdegnum. Facebook hevur avgjørt, at frameftir skulu brúkarar av Messenger liva við, at teir fáa lýsingar inn í sínar kjatttráðir.

Ein milliard fólk kring heimin brúka samskiftisforritið Messenger, sum er partur av Facebook-konseptinum. Nýggi lýsingamøguleikin fer at geva Facebook stórar inntøkur.

- Tað er rímiligt, at Facebook skal forvinna pengar burtur úr teirra tænastum, tí tað kostar pengar at røkja forritini, men spurningurin er, um Facebook er við at blíva ov gramt, sigur Torben Vognsen, ábyrgdarblaðstjóri á tøkniblaðnum iNPUT, við TV2.

Hann roknar ikki við, at fólk fara at gevast at brúka Messenger, hóast tey nú verða órógvað av lýsingum, tá ið tey kjatta.

- Brúkararnir fara fyrst at finnast at broytingin, síðani fara teir at fyrigeva, og síðani gloyma teir, sigur Torben Vognsen.

Hann samanlíknar brúkið av forritum sum Messenger við rúsevni.

- Hetta er sum hjá teimum, sum selja rúsevni. Fyrstu ferðirnar fært tú rúsevni ókeypis, men tá ið tú hevur brúk fyri teimum, skalt tú gjalda. Soleiðis er eisini við Messenger. Vit kunnu ikki longur frávelja forritið, tí vit eru bundin at tí, sigur Torben Vognsen við TV2.

Peningastovnurin Barclays Capital metir, at Facebook fer at forvinna meiri enn 70 milliardir krónur upp á lýsingar í Messenger komandi trý árini.