Men skipanin er ikki hóskandi longur, eitt nú tí, at vit hava tambað skipanina so nógv og tí, at vit eru komin har til, at mál, vit kundu hugsað okkum at yvirtikið, ikki kunnu yvirtakast sambar heimastýrislógini [...] Hugsa vit okkum, at Danmark í framtíðini fer at lata meira av sjálvræðinum til ES - so fer ikki at bera til við ríkisfelagsskapinum á sama støði. Jóannes Eidesgaard vísir eisini á, at Danmark ofta má velja [...] kritiseraðir fyri at hava verið so ókonkretir. Hóast vit ikki halda, at hesin kritikkur er heilt rættur, so hava vit kortini tikið hann til eftirtektar og arbeitt við hesum - fyri at koma við okkara boði
eisini boð um, at ein hjallur í Norðdepli var um at fara á flog. Sagt verður frá løgregluni í Klaksvík, at vindurin var ógvuliga harður, tá ið skaðarnir hendu, men at stormurin longu byrjaði at hasa av um [...] tekjuni at ríva heilt. Seinni fekk løgreglan í Vágum boð um, at ein lyktapeli var fokin um koll í Sørvági, og seinni fekk hon eisini boð um, at skorsteinurin hjá Føroya Banka í Sørvági var við at ríva. [...] um, at innbrot hevði verið í handlinum hjá Katrinu Kritiansen, og um náttina varð løgreglan boðsend at koma at basa bardaga í klubbagarðinum. Í Vágum varð tvær ferðir sent boð eftir løgregluni at koma
grunnt til at greina teir margfaldu og torgreiddu spurningar, sum liggja aftan fyri, tá ein roynir at gerast førur fyri at seta krossin so ein greiður vilji kemur til sjóndar, t.v.s. hvat ein ynskir at broyta [...] vit helst at sita langt inn í næstu øld uttan broytingar, koma teir ikki nú til arbeiðis. Royndirnar frá samráðingunum í 1946 og 1947 lærdu okkum, at tað nyttar onki at fara til Danmarkar at lata tjóðveldið [...] misti tá, komu at tæna verkafólki eins væl og tær kundu havt gjørt í Javnaðarflokkinum, tí tær nú lutvíst komu at tæna einum høgrapolitikki, eins lítið kemur eitt tjóðveldisumboð á danatingi at bera broyting
broytt, Føroyum til frama. At spæla fornermaður er eingin leið at ganga. Tíðin er komin, at tjóðskaparfólkini í Føroyum finna saman. Vit kunnu ikki longur liva við, at tá ið Fólkaflokkurin leggur eitt mál [...] er sum at vera til fótbóltsdyst í Gundadali millum HB og B36. Tað er eingin vón fyri framman, uttan at tjóðskaparfólkini finna saman. Las einaferð í donskum blað, at ein lektor skilti ikki, at føroyingar [...] Lisbeth Petersen í sendingini einki annað hevði at bera fram, enn at tað kostar pening, kemur ikki óvart á meg. Men tú hevði roknað við, at Hans J. Joensen, biskupur, var meira tjóðskaparsinnaður, tá ið
øllum førum omanfyri 20. ? Grundin at føroyskir handverkarar uttanlands ikki byrja at koma heimaftur er einføld. Tað er skattalættin, sum ger, at teir hava meir eftir við at arbeiða uttanlands í mun til um [...] byggivirksemið í Føroyum, at taka burtur hesar skattafyrimunirnar. Hann sær kortini trupulleikan, at ikki ber til brádliga at fáa hesar 400 handverkarar og meistarar aftur til Føroya, og at teir allir skulu fáa [...] føstum arbeiði og rímiliga føstum inntøkum, og at alt fer at liggja á eini príslegu, sum er hóskandi fyri vinnuna. 13 mió. kr. meir Tøl frá Búskaparráðnum vísa, at lønarútgjaldingar fyri byggivirksemi í Føroyum
skulu geva práti og tosi okkara bæði kjøt og blóð. LØGIÐ at hugsa sær, at vit føroyingar skulu leita langt burtur í fjarskotin høv at fiska uttan at vit geva okkum far um allar teir møguleikar, sum eru her [...] ikki til at leita burtur á mið- og fjarleiðir, so hevði mangan verið svangligt her. Hesin fiskiskapurin hevur havt ómetaliga stóran týdning fyri okkum. MEN hvussu ber tað so til, at vit ?gloyma? at hyggja [...] hoyra vit, at føroyingar vilja ikki seta pengar í nakað sum helst, tí eingi lønandi projekt eru. Kanska tunfiskaveiða er nakað, sum nakrir av okkum skulu til at hugsa um. Tað syndarliga er bert, at tann so
Fleiri fakfeløg styðja at limunum í at atkvøða ja til Amsterdam. Tað ger danski javnaðarflokkurin eisini. Man skal eitt sindur aftur í søguna fyri at skilja, hví hesi mæla til at man atkvøður ja nú, tá [...] marknaðurin. Tann danski javnaðarflokkurin og fakfeløgini vóru ímóti at kapitalurin skuldi kunnu flóta frítt, tí at tað fór at vera ringt at byrgja ímóti arbeiðsgevarunum, tá ið teir bert kundu flyta framleiðsluna [...] Amsterdam-sáttmálan í dag. Nógv halda, at hetta vera alt ov ringt at taka støðu til. Tað má man eisini geva teimum rætt í, tí sáttmálin fevnir um nógv mál. Tað er neyðugt at kenna tað, sum hevur verið frammanundan
kommuna gjørdu av at leggja saman. Leivur Hansen sigur, at umboð Kollafjarða bygdarráð fara at hava rætt at møta í nevndunum hjá Tórshavnar býráð, og bygdarráðsformaðurin fær rætt at møta og tala á býráðsfundi [...] 40% av rakstrinum. Áttu at tikið við læru Leivur Hanesen er ikki í iva um, at hetta er gongda leiðin. ? Hinar kommunurnar í landinum átti at tikið við læru av hesum. Tær áttu at syrgt fyri samleggingunum [...] tvungnar saman. Tað er einki at ivast í, at tað er betur við størri eindum - saerliga tá hugsað verður um at desentralisera tænastur. Hava vit størri eindir, so er lættari at gera tað - og tá kunnu vit eisini
verður borið at, kann fáa ta styrki, sum krevst fyri at fremja tiltøk heildini at gagni, og við tí stuðli, sum nú kemur aftur frá verkamannafylkingini, kunnu vit vísa og fremja í verki tað, at okkara flokkur [...] vera greitt, at tað eru nógvir vandar á ferðini. Hinir flokkarnir liggja ikki á lætu síðuni. Teir hava havt landsfundir og frá teimum ljóðar greitt, at nú skal loysingin takast og við tað, at tær stóru [...] sagt frá, at einasta gongda leiðin er loysingin, og at teir bert fara í samgongu, um hetta verður framt. Ein so avgjørd støða til eitt so stórt álvarsmál, ger tað torført aftan á løgtingsvalið at finna eina
tað mong, ið finna vegin tann vegin og verða við at stuðla egnu »perlu« innan gospelsang og -tónleik. Alt eigur at verða gjørt fyri at henda »perla« kemur at verða varðveitt og stuðlað. Góðan byr framyvir [...] kórum, og kendi gospelstílurin er lættur fyri ungfólk at framføra, men krevur kortini sítt hegni, ið bert tey megna at framføra. Tað var við spenningi, at farið varð til konsert. Sjálvur havi eg ein av lu [...] fekk frænir av, at her var nakað serligt í luftini. Høllin var nærum fullsett ? eitt sindur skuffandi, at hon ikki var proppfull ? tí samkomuliga breiddin í kórinum skuldi borgað fyri, at nógv fleiri vildu