Havnin og Kollafjørður leggja saman

Í gjárkvøldið samtykti bygdarráðið í Kollafirði ætlanina at leggja kommununa saman við Tórshavnar kommunu. Mánakvøldið verður borgarafundur um evnið og leygardagin 4. apríl verður fólkaatkvøða, har kollfirðingar fáa høvi at siga ja ella nei til ætlanina. Endamliga samanleggingin verður 1. januar 2001

? Vit vilja vera upp á forkant við ætlanirnar hjá landsstýrinum - tí hava vit gjørt av, at Kollfjarða kommuna skal leggja saman við Tórshavnar kommunu. Hetta gagnar best okkara bygd.

Hetta sigur Hans Jákup Hansen, sum er bygdarráðsformaður í Kollafirði. Hóskvøldið samtykti bygdarráðið ætlanirnar um kommunusamanleggingina, og fyrrapartin í gjár vóru Hans Jákup Hansen og Leivur Hansen, borgarstjóri í Havn, í Tinganesi og kunnaðu Eilif Samuelsen, landsstýrismann í kommunumálum, um ætlanirnar.

Seinastu tíðina hevur ein samstarvsnevnd av limum úr bygdarráðnum í Kollafirði og Tórshavnar Býráð tingast um málið. Eftir hjá kollfirðingum er at spyrja borgararnar, sum mánakvøldið kunnu siga sína hugsan á borgarafundi. Longu leygardagin verður fólkaatkvøða í Kollafirði, og verður meiriluti fyri samanleggingini, so verða kommunurnar endaliga lagdar saman aftan á komandi kommunuval. Nýggju kommunustýrini taka við 1. januar 2001.

Hóast Kollafjarða kommuna spyr sínar borgarar, so ætlar Tórshavnar Kommuna ikki at gera tað sama.

? Vit halda tað ikki verða neyðugt. Hetta er fjórða samanleggingin síðani miðskeiðis í 70?unum, tá Kaldbak og Havnin løgdu saman. Síðani var tað Tórshavnar uttanbíggja kommuna og Havnin og at enda Argja Kommuna og Havnar Kommuna. Tá vóru borgararnir ikki spurdir, og tí halda vit tað heldur ikki verða neyðugt hesaferð, sigur Leivur Hansen.


Atkvøða leygardagin

Við postinum í dag fáa kollfirðingar bræv frá bygdarráðnum, har greitt verður frá ætlanunum, so tey fáa høvi at seta seg inn í málið. Samstundis verða tey boðin til borgarafundin mánakvøldið.

Longu komandi leygardag verður fólkaatkvøða í Kollafirði, har borgararnir fara at gera av, um kommunusamanleggingin skal fara fram. Endaliga orðið hevur tó landsstýrið.

Leivur Hansen heldur, at tað skal verða løgið, um landsstýrið vrakar avgerðina, um ein breiður meiriluti av borgarunum í Kollafirði eru fyri samanleggingini.

Hóast endaliga samanleggingi ikki fer fram fyrr enn 1. januar ár 2001, so verður ávíst samstarv millum kommunurnar, hóast tað ikki verður so nógv, sum tað var, tá Argja Kommuna og Havnar kommuna gjørdu av at leggja saman.

Leivur Hansen sigur, at umboð Kollafjarða bygdarráð fara at hava rætt at møta í nevndunum hjá Tórshavnar býráð, og bygdarráðsformaðurin fær rætt at møta og tala á býráðsfundi í Havn. Sama rætt hava limirnir í Tórshavnar býráð á fundum hjá bygdarráðnum í Kollafirði.

Kommunurnar fara hvør í sínum laga at skipa fyri fíggjarviðurskiftum, og tær fara at hava hvør sína fíggjarætlan fram til 2001.

Hans Jákup Hansen leggur dent á, at Kollafjarða kommuna als ikki er í fíggjarligari trongstøðu.

? Nei, hetta hevur einki við tað at gera. Vit vilja bara vera upp á forkant, áðrenn landsstýrið tvingar okkum at leggja saman við onkrum øðrum. Vit vilja sjálv sleppa at gera av, hvørjum vit skulu vera saman við.

Hans Jákup Hansen vísir á, at kommunan er væl fyri. Skuldin er um hálva álíkning.

Við samanleggingini fylgja eisini onkrir trupulleikar, sum skulu loystast. Ein teirra er samstarvið, sum Kollafjarða kommuna hevur við hinar kommunurnar í Sundalagnum - serliga um Felagsskúlan á Oyrarbakka. Kollafjarða kommuna er tann størsta í tí samstarvinum, og rindar hon um 40% av rakstrinum.


Áttu at tikið við læru

Leivur Hanesen er ikki í iva um, at hetta er gongda leiðin.

? Hinar kommunurnar í landinum átti at tikið við læru av hesum. Tær áttu at syrgt fyri samleggingunum áðrenn tær verða tvungnar saman. Tað er einki at ivast í, at tað er betur við størri eindum - saerliga tá hugsað verður um at desentralisera tænastur. Hava vit størri eindir, so er lættari at gera tað - og tá kunnu vit eisini fáa eitt umhvørvi fyri útbúgvin fólk uttan fyri høvuðsstaðarøkið.

í Havnar kommunu búgva í dag 15.857 fólk og í Kollafjarða kommunu oman fyri 900. Tá kommunurnar leggja endaliga saman telur samanlagda kommunan væntandi yvir 17.000 íbúgvar.

Støða er ikki tikin til, um talið á býráðslimum skal hækka í hesum sambandi. Í løtuni eru 13 býráðslimir í Havn, men býráðið kann hækka talið til 17.

Leivur Hansen sigur, at einki enn hevur verið tosað um hetta, men hann veit frá donskum kommunum, sum leggja saman, at har hevur talið verið hækka tá kommunurnar eru lagdar saman fyri at fáa útjaðaran umboðaðan. Seinni eru tey tó komin eftir at lækka talið aftur.

Velja kollfirðingar sum bygdarráðið, og gera Eilif Samuelsen sum kollfirðingar siga, so skulu kollfirðingar fyrstu ferð velja umboð í Tórshavnar Býráð í desember ár 2000.