Seinast gospelkórið ?United Voices? hevði konsert, varð boðað frá, at kórið hevði ávísar framtíðarætlanir. Hesar ætlanir vóru veruleiki nú í seinastu viku, har kórið fekk norska vitjan. Tað er altíð gott við nýggjum kreftum og hugskotum, og ikki minst man tað hava verið spennandi og hugkveikjandi hjá hesum ungu fólkunum í kórinum at verða lærd av so frægum manni, sum Knút Nøst nú einferð við síni kunnan var. Knút hevur seinastu 12 árini verið kórleiðari hjá tí fræga Stavanger Gospelkor, sum ivaleyst aftur mann hava sína ímynd frá Oslo Gospelkor. Tað er rættuliga nógv frammi við slíkum kórum, og kendi gospelstílurin er lættur fyri ungfólk at framføra, men krevur kortini sítt hegni, ið bert tey megna at framføra.
Tað var við spenningi, at farið varð til konsert. Sjálvur havi eg ein av luttakarunum uppat mær dagliga, so eg fekk frænir av, at her var nakað serligt í luftini. Høllin var nærum fullsett ? eitt sindur skuffandi, at hon ikki var proppfull ? tí samkomuliga breiddin í kórinum skuldi borgað fyri, at nógv fleiri vildu víst kórinum áhuga. Kórið var sera væl fyrireikað við partvís nýggjari skrá, við tað at Knut Nøst brúkti nakað av sínum egna tilfari.
Innkomin legði eg skjótt merki til, at her var eitt hugnaligt umhvørvi við livandi ljósum og blómum karmur um konsertina, sum Laila Carlsen hevði tikið sær av at pynta.
Byrjað varð við instrumentalum tónleiki, so hvørt sum kórið kom á pallin, fyri síðani at seta í gongd við tveimum vælkendum løgum úr teirra fyrru skrá. Eftir hetta var Knut Nøst bjóðaður vælkomin, og tað sást skilliga, at hann hevði bæði kór og orkestur í síni egnu hond og stjórnaði øllum sera væl.
Vanligt er at nýta solistar í slíkum gospelkórsamanhangi, og henda framførslan var ikki nakað undantak í so máta. Stuttligt var at síggja og hoyra, hvussu hesir partar mennast og allir solistar, bæði mannligir og kvinnuligir, koma sera væl frá uppgávum teirra. Hetta er við til at geva framførsluni lív.
Tónleikararnir Jón Eli, Gunnar, Samuel, Bernhard og Mikkjal eiga stóra æru fyri, at alt gekk so væl, tí eitt er at framføra sang og tónleik, men munurin ímillum eina vanliga profana framførslu og eina gospelkenda framførslu er boðskapurin. Her hava tey, ið framføra gospeltónleik eina eyka uppgávu, sum onnur ikki hava. Boðskapurin um Jesus og frelsuverk hansara á hesi konsertini kom týðuliga fram, serliga í sanginum »One Step«, ið m.a. talaði um, at avgerðin um umvending er persónlig, tí Jesus hevur sagt: »Komið til mín, øll tit, ið strevast og eg skal geva tykkum hvílu«, so tilboðið stendur við, klárt at taka ímóti. Stuttligt var eisini at hoyra sokallaðar »gamlar evangeliskar« sangir verða framførdar á heilt nýggjan hátt. Ja, tað er mangt, ið letur seg gera.
Knut Nøst væl nøgdur
Knut Nøst hevur sína kirkjuligu bakgrund úr norsku statskirkjuni og innan fyri norska KFUM- og K felagsskapin. Í samrøðu við hann aftan á konsertina, læt hann meg skilja, at »United Voices« avgjørt ikki standa aftan fyri onnur kór av sama slagi. Tey hava als einki at skammast yvir og áttu avgjørt at roynt eina uttanlandsferð. Knut læt okkum áhoyrarar eisini skilja, at hesir dagarnir í Føroyum, samstundis sum hann hevði givið sær sjálvum, eisini høvdu verið sera gevandi fyri seg. Hann fegnaðist um høga støðið ? bæði tónleika- og sangliga. Hann bað eisini heilsa, at hann fegin kom aftur eina aðru ferð.
Tað er tí við spenningi, at vit síggja fram til komandi tiltøk ? m.a. eina væntandi framførslu í Christianskirkjuni í Klaksvík í mars mánaði. Vónandi verða tað mong, ið finna vegin tann vegin og verða við at stuðla egnu »perlu« innan gospelsang og -tónleik. Alt eigur at verða gjørt fyri at henda »perla« kemur at verða varðveitt og stuðlað.
Góðan byr framyvir og takk fyri eina frálíka konsert.
Kórið hevur eitt stuðulsfelag, ið kallast »United Friends«, so um ein gerst limur, fáast fyrimunir sum t.d. kunning um kórið, ókeypis atgongumerki til øll tiltøk, ið United Voices sjálv skipa fyri og felags luttøku saman við kórluttakarunum til hugnaløgur. Skriva til:
United Voices,
v/ Birgir Sigurðsson,
Mylnutún,
700 Klaksvík
E-mail:
univoice@post.olivant.fo