? Tíðin er farin frá heimastýrislógini, og tí er neyðugt við nýggjari skipan - eini skipan, ið samsvarar teimum ynskjum, sum meirilutin av fólkinum hevur, og er grundað á ta menning, ið er farin fram, síðani heimastýrislógin kom.
Hetta segði Jóannes Eidesgaard á tíðindafundi gjáramorgunin, tá Javnaðarflokkurin legði fram nýorðaða sjálvstýrispolitikkin hjá flokkinum fyri fjølmiðlarnar.
? Vit hava verið kritiseraðir fyri at hava verið so ókonkretir. Hóast vit ikki halda, at hesin kritikkur er heilt rættur, so hava vit kortini tikið hann til eftirtektar og arbeitt við hesum - fyri at koma við okkara boði upp á sjálvstýrisleiðina.
Í stuttum gongur uppskotið hjá Javnaðarflokkin út uppá, at ein samveldissáttmáli verður gjørdur millum Føroyar og Danmark. Hesin sáttmáli verður millum tvey sjálvstøðug og javnsett lond í ríkisfelagsskapi hvørt við annað.
Samveldissáttmálin skal áseta, at Føroya Løgting, sum umboð fyri Føroya fólk, er hægsti myndugleiki í Føroyum. Sáttmálin tekur av allar formligar avmarkingar fyri, hvørji mál og málsøki kunnu verða tikin yvir. Hetta merkir, at øll mál koma undir føroyskt ræði, tá Føroya Løgting ger tað av.
Víðari skal sáttmálin siga:
?Greiðar reglur skulu gerast um føroyskan heimarætt. Ríkisfelagsskapurin gevur øllum í felagsskapinum somu ríkisborgarararættindi.
?Tá alt lóggávuarbeiðið Føroyum viðvíkjandi verður gjørt á Føroya Løgtingi, verður fólkatingsumboðanin tikin av.
?Verandi stýrisskipanarlóg verður støðugt bygd út at rúma broytingunum í nýggju stjórnarskipan Føroya.
?Sjálvstýrislógin skal innihalda ásetingar um, hvussu samveldissáttmálin skal sigast upp, um so er, at føroyingar ynskja at fara úr ríkisfelagsskapinum.
?Fólkaatkvøða í Føroyum stapfestir endaliga sjálvstýrislóg og samveldissáttmála.
Jóannes Eidesgaard vísir aftur til søguliga uppruna Javnaðarfloksins - at hann varð stovnaður - fyri at fáa eitt annað perspektiv inn í føroyskan politikk - enn stríðið um loysing ella samband, sum var árini frá 1906 til 1928.
? Fram til 1928 vóru bara Sambandsflokkurin og Sjálvstýrisflokurin umboðaðir á tingi. Í høvuðsheitinum stríddust teir bara um loysing og samband, eins og málspurningurin var nógv frammi.
? Tá Javnaðarflokkurin varð stovnaður í 1925 var tað fyri at fáa sosialu dimentiónina inn í føroyskan politikk. Flokkurin var miðjan í tjóðskaparspurninginum, og flokkurin vildi tosa um onnur viðkomandi mál, sum høvdu virði fyri hin einstaka føroyingin.
? Sum so er konseptið hjá Javnaðarflokkinum ikki broytt. Flokkurin leggur framvegis stórstan dent á tað solidariska samfelagið, og vil, at øll samfelagslig menning í Føroyum hevur til endamáls at skapa eitt samhaldsfast samfelag fyri frí og fræls menniskju, har umsorganin fyri felags áhugamálum og vælferð fólksins er í hásæti.
? Øll stig á leiðini fram ímóti hesum samfelag skulu fremjast á fólkaræðiligum grundarlag, har størst møgulig semja er eitt aðalmál.
? Javnaðarflokkurin ásannar, at eingin er betur førur fyri at avgera, hvat er gott fyri føroyingar, enn føroyingar sjálvir, sigur Jóannes Eidesgaard.
Hann sigur víðari, at hetta er grundarlagið, sum flokkurin byggir allan sín politikk á.
Jóannes Eidesgaard leggur eisini dent á, at verandi skipan ikki bara skal broytast fyri at broytast.
? Vit vilja broyta verandi skipan, tí vit halda, at tað fær positiva ávirkan á samfelagið.
? Heimastýrisskipanin hevði eisini positiva ávirkan á samfelagið, sigur hann, og vísir til samfelagið, hvussu tað var í 1948:
? Tá høvdu vit eitt lítið ment og ómodernað samfelag. Í dag hava vit eitt framkomið samfelag, sum kann metast saman við grannalond okkara. Tí hevur heimastýrisskipanin havt positiva ávirkan á samfelagsmenningina.
? Men skipanin er ikki hóskandi longur, eitt nú tí, at vit hava tambað skipanina so nógv og tí, at vit eru komin har til, at mál, vit kundu hugsað okkum at yvirtikið, ikki kunnu yvirtakast sambar heimastýrislógini, eitt nú uttanríkismál, dómsvaldið og banka- og sparikassaøkið.
Jóannes Eidesgaard vísir eisini á, at Føroyar og Danmark ikki eru somu londini í dag, sum tey vóru í 1948.
? Eitt nú er Danmark farið inn í ES. Hetta hevur broytt nógv, og kann fara at broyta viðurskiftini enn meira. Hugsa vit okkum, at Danmark í framtíðini fer at lata meira av sjálvræðinum til ES - so fer ikki at bera til við ríkisfelagsskapinum á sama støði.
Jóannes Eidesgaard vísir eisini á, at Danmark ofta má velja síðu.
? Eitt nú í hvalaveiðispurninginum. Har hevur Danmark valt at vera saman við teimum stóru, og vera ímóti okkara politikki - og so er Danmark enntá vorðin limur í IWC umboðandi Føroyar og Grønland, sigur Jóannes Eidesgaard, formaður Javnaðarfloksins